CHEFURIN Í SELVINDI SLÓKNAÐUR

Onkuntíð hava fingrarnir gingið smidligari eftir knappaborðinum enn í kvøld. Tyngdin av óvæntaðum deyða er lemjandi. Onki hjarta er so hart, at tað ikki verður krøkt og sært av feigdarboðum. Eftir guðstænastuna sunnudagin hendi tað aftur einaferð. Tíanbetur hava eldri føroyskar konur eini merkilig evnir at modulera røddina ígjøgnum tráðin á ein slíkan hátt, at tú varnast ófrættadámin áðrenn avgerandi orðini verða søgd. Soleiðis kendist tað hendan dagin, og hóast tað var hvøkkurin øgiligur, táið móðir bar mær boðini um lívlát Sofusar í Selvindi.

 

Sum smá- og skúladreingir fingust vit við alt fyrifallandi. Í sildatíðini lossaðu vit veiðuna upp úr sluppum og skonnartum úti á keiuni. Tað var eitt øgiligt baks hjá smáum kroppum at virka sum gerduspøl, táið tunnur og bummur skuldu sleingjast inn yvir bryggjuna. Eitt av hesum skipum var Yvonna. Og eg minnist serliga væl hendan serstaka skiparan, sum førdi hana tá. Petur í Selvindi. Hann livdi ikki av fínum fornemilsum, ein ordans rokari sum altíð hevði snússkeiðina við hondina. Seinri fann eg útav, at hann var kendur maður í Føroyum. Í hvussu er í maritima umhvørvinum. Hann doyði eisini í bestu árum. Og eftir sat einkjan Hanna og børn teirra.

 

Eitt av teimum, og einasti drongurin, var Sofus. Ein sera evnagóður, viljafastur, skilagóður og gløggur unglingi. Sjóverkurin forðaði honum í at fara ta klassisku leiðina hjá strandingum. Skipara- og fiskimannabygdin fram um aðrar. Pápar, ið høvdu pløgt høvini, ígjøgnum silvetni og ræðuleikar í váta elementinum, høvdu og hava kanska, ein dreym um at síggja synirnar í hesum sama bardaga. Helst ein merkilig staðfesting av ikki at hava livað til fánýtis. Táið verkurin tó ikki var til at basa, kúvendi Sofus, peilaði av og var rættiliga tilvitaður um nýggju kósina.

 

Eftir at hava gingið barnaskúlan hjá Christiani Høj og øðrum góðum monnum kom hann væl kálvføddur yvir um fjørðin og tók preliminerprógv við Glyvra Skúla í 1965. Hann tosaði ofta um hvussu góður hesin skúlin var, hvussu høgt støðið í frálæruni var, og visti frá mongum at siga, um sjaldsomu typurnar sum virkaðu og kendu við hendan depilin, ið kom at hava so ómetaliga stóran týdning fyri stóran part av Eysturoynni. Haðani fór hann suður til Skúvoyar at vera vikarur í 65/66. Hendan fyrsta útlegdin hevði stóran týdning fyri hann, hevði ávirkað hann ómetaliga og hann helt nógv av skúvoyingum. Umtalaði teir bara við rósandi orðum og hevði nógv samband við teir síðani. Hann tók lut í einum HF-skeiði í Keypmannahavn í 68/69 og síðani fór hann á Føroya Læraraskúla og tók kennaraprógv í 1974. Ta tíðina búði hann í grannalagnum á Tinghúsvegnum, uppi við Telegrafstøðina, har eg sjálvur havi slitið ein part av mínum barnaskógvum. Hann búði hjá Hákuni og Poulu. Fryntlig fólk, sum fóru væl um hendan bræsna unglingin av Strondum. Síðani lá leiðin innaftur á fjørðin. Hann gjørdist lærari við skúlan á Strondum, sum nú hevði fingið framhaldsdeild, og frá skúlaárinum 1976 varð hann í føstum starvi. Hann skuldi vera ein framúr góður lærari. Hevði ein íbornan autoritet, sum gjørdi, at hann kundi brúka allan sín pedagogiska mátt til at fylla uppí knokkarnar á sínum næmingum. Havi ikki enn tann dagin í dag møtt einum strandingi, sum ikki gevur honum sítt alra besta skoðsmál, sum skúlalærara, og tað sigur ikki so lítið í okkara tíð.

 

Hesin dynamiski strugglarin úr Selvindi vildi tó so nógv annað. Hann lá ikki leingi á boðunum, táið heitt varð á hann um at gera eina roynd fyri at koma í forstandarskapið í Sjóvar Kommunu. Har sat hann í tríggjar setur. Í 10 ár. 75-76, 77-80 og 81-84. Sat bæði sum næstformaður og formaður, og tað kom nógv á skaftið hesi árini. Hann kom sær ongantíð uppí landspolitikk, hóast óteljandi áheitanir, lítil ivi man tó vera um, at strandingar og aðrir oyggjamenn høvdu valt hendan væl sædda mannin inn á Løgting, um tað var tað hann persónliga brendi fyri, ætlaði og vildi.

 

Hann leitaði harafturímóti aftur á gamlar slóðir. Skip høvdu verið í slektini. Tað vóru abbabeiggjar hansara sum keyptu Knørr á sinni, og tiltikin er søgan táið seljarin spurdi, hvussu teir ætlaðu at fíggja keypið. Tá tók ein av teimum trivaliga lógvan niður í lumman eftir punginum, og goldið varð kontant. Hetta er framvegis kreddan í pengamálum á Strondum og Sofus var heilt besettur av hesum fyribrigdinum, at gjalda í hondina. Disciplinurin, agin, var so civiliseraður, lá í eini so sofistikeraðari sferu, at hann illa toldi at lata ein náttarsvøvn fara yvir eini ógoldnari rokning. Hugsi at hansara entré inn í føroyska siglingarsøgu, er táið hann og systkinabarnið Símun Berthelsen keypa Havfrúnna. Blaðungir menn, sum ætlaðu nakað. Tóku hvør sína ódn, Símun bunkan og Sofus alt tað praktiska uppi á landi. Seinri samstarvaðu teir í mong ár um Stranding. Símun, hetta róliga gemyttið, súlan og bulurin, sum mangir kundu liggja í le av og kroka og síðani hin meira spektakuleri Sofus. Eitt toymið har kemiin helt, um so himmal og hav gingu saman í eitt. Tað mundi vera ein ómetandi døttur hjá Sofusi, táið Símun legði árarnar inn í bestu árum umborð í Strandingi, við Toftakei, júst komnir aftur av fiskileið. Hann royndi eisini aðrar vinnur. Átti stóran part í fleiri skipum og var útgerðarmaður. Roc Amadour og Kambur, - bara fyri at nevna nøkur frá fyrru tíðini og líka til fyri kortum átti hann stóran part av kenda saltfiskavirkinum Vaðhorn á Hulki, og í seinstuni legði hann nógv fyri, táið línubátarnir Eystnes og Jógvan Norðri, nú Kambur, vórðu keyptir.

 

Hóast eg hevði hoyrt nógv um hendan mannin, so varð tað agnið sum festi í okkara tætta samband og samstarv. Síðani gamli keypti Frostgoymsluna á bryggjuni í Runavík í 1986, hevur Pf. Kambur verið stórsti viðskiftarin yvirhøvur. Samrøðurnar í telefonini, á bryggjuni, í bili og við hús eru óteljandi. Sofus var fróðarmaður, hann var forvitin av lyndi, hevði stóran motor og søkti sær alla ta vitan, hann kundi koma í nær námindi av. Allir lívsins lutir høvdu hansara áhuga. Og hann var ikki bangin fyri at geva burturav sínum kunnleika. Hóast hann hevði materiella fæið til tað, so fór hann ongantíð flog, misti seg ongantíð burtur í erpinskapi og stoltleika, tosaði við Guð og hvønn mann, metti ikki fólk eftir sosialum statusi og hann hevði næstan forakt fyri fólki, ið prýddu seg við læntum fjarðum, káva- og fjákalótum. Hann var ógvuliga ektaður. Bleytur. Følin. Og hóast muðurin kundi ganga títtur, flóðin av orðum so rúgismikil, at tað kundi vera trupult at skilja hann onkuntíð, so sást tú næstan altíð inn á beinini í honum.

 

Sum oftast tosaðu vit um samfelagsviðurskifti og politikk. Hann hevði stóran áhuga fyri hesum, og okkara ymisku fatanir, serliga av hesum seinra fyribrigdinum, var ongin forðing yvirhøvur. Vit vóru diametralir mótsetnignar. Hann var organiseraður sambandsmaður, nevndarlimur í valfelagnum Samhald í mong ár, eg í mínum lagi í Eysturoyar Tjóðveldisfelag, og royndi sum frægast at argumentera fyri republikkini. Hóast hetta varnaðist eg skjótt, at vit vóru rættiliga samdir um flestu lutir í samfelagnum, táið spurningurin um ríkisrættarligu støðuna var undantikin. Sofus var konservativur, men hann hevði eina sterka sosiala dimensión, og vildi ikki hava, at ein økonomisk gjógv skuldi ganga niður ímillum føroyingar. Einaferð segði hann fyri mær, at onkur skuldi hava spurt, hví hann tosaði so nógv við menn í øðrum politiskum flokkum, og hann hevði helst svarað ógvuliga bersøgið aftur, at tað var einasta leiðin til menning og fatan. Skuldi oyggin hegnast av í gerandisdegnum eftir politiskum liti, so beyð ikki í bøtur. Tað læt ongantíð í spyrjaranum aftur. Sofus var hvørki fanatiskur ella fundamentalistiskur. Opna høvur hansara kundi taka ímóti øllum hugsanum, harfyri hevði hann eina greiða og oftast vælargumenteraða støðu til øll mál. Og tað var ikki so sjáldan, at eg ringdi til hansara fyri at fáa góð ráð um eitthvørt málið, sum eg helt hann vita meira um enn eg sjálvur. Oftast bragdaði tað. Sum eitt kuriosum kann eg nevna, at áðrenn teldan gjørdist ein partur av mínum lívi og skrivimaskinan var álitið, plagdi eg eftir avtalu, at faksa røðurnar yvir um fjørðin og so fekk hann hina frumbornu Sóley at telduskriva tær fyri meg, í einum formati tær kundu røðast burturúr, soleiðis virkaðu vit longu tá yvir um floksmørk.

 

Sofus var ítóttarmaður í sínum ungu døgum. Sum flestu strandingar spældi hann hondbólt og í flogbólti var hann í hvussu er einaferð við til at vinna føroyameistaraskapin í meðaldeildini, saman við lærarunum í Stranda Skúla. StÍF var hansara lið. Og so seint sum kvøldið fyri lívlátið sat hann í útsynningshorninum í ítróttarhøllini inni á Skála, og sá sítt felag vinna á havnarmonnum í Kyndli, 28-18. Hann hevði sítt fasta pláss í høllini, saman við Dáva innan Glyvur, heilt uppi undir tróðrinum, og vit plagdu at arga teir við hesi sjálvsútnevndu VIP-losjuni. Hann var ikki kargur, men hann vildi ikki at nakar skuldi vita um gávumildnið hansara, og eg ivist onga løtu í, at hann hevur verið felagnum ein dyggur stuðul á inntøkusíðuni. Haldi meg vita, at so hevur verið. Soleiðis var hann altíð har, sum tørvur var á tí, fyri at samfelagsins kyknur kundu hanga saman. Sosiala dimensiónin fornoktaði seg ongantíð.

 

Sofus giftist við Lorensu úr Vági. Tey fingu mong góð ár saman, og hon var honum ein sera hollur stuðul. Saman fingu tey døturnar Sóley, Lis og Sólvá. Tær eru komnar væl undan, men sita eftir við eini ófatiligari sorg, sum bara hin Almáttugi kann troysta. Lorensa gjørdist illa sjúk og doyði fyri sløkum ári síðan. Hetta tók honum fast. Fyrst Símun, síðani Lorensa, eftir tað svágurin Narvi í bestu árum og nú læt chefurin í Selvindi sjálvur lív seinasta sunnudag. Harrans vegir eru órannsakiligir, men hendan feigdin er tó óskiljandi fyri tey flestu. Røðin av sorgarleikum í Stranda bygd er eftirhondini so long, at onki løgið er í, um fólk eru farin at óttast um gongdina, og eru farin at spyrja seg sjálvi, um hetta er rættskikkað, sum tað gongur. Harrans vegir eru tó ikki okkara, og vit hava onki annað val enn at trúgva tí, at hetta er Hansara vilji. Vit eru bara eitt lítið blunk í stóra tíðarhavinum og eiga ikki avgerðina um, nær ið jarðarljósið verður sløkt.

 

Einaferð í summar ringdi Sofus og spurdi um eg ikki kundi koma til Vestmannar við sær, í samband við at hann og einkjan eftir Símun høvdu selt ”Stranding” til Hálvdan, Knút og Oleif. Tað var gott lag á honum, og tað var sjónligt, at hann var komin seg væl eftir allar tragediurnar í familjuni við deyða og sorg, hartil skilti eg eisini á honum, at tað vóru onnur viðurskifti, sum høvdu stabiliserað sál og hjarta hansara. Hóast hann tosaði nógv mann og mann ímillum, var hann ongin røðari. Hevði ikki lagt seg eftir tí. Tí spurdi hann meg, um eg kundi avgreiða tað málið fyri hann har norðuri. At bera eina heilsu fram frá gomlu eigarunum. Lat mær ikki siga. Og vit fingu ein fínan summardag í fagrastu líkindum har norðuri ímillum fjøllini.

 

Og nú ert tú longu farin um sýnuna. Óskiljandi. Tess størri kempan er, sum fer undan okkum, tess størri verður gjótan, sum stendur eftir hana. Soleiðis verður tað við tær góði Sofus. Viðurskiftini við Guð hevði tú avklárað fyri mongum árum síðani, heldur ikki hesi persónligu viðurskifti hongdi tú út á snór á alfaravegi. Botnurin var magnfylri enn sum so. Fólkakirkjan, kirkjan, serliga Sjóvar Kirkja, var eitt avgerandi peilimerkið á tínari siglingsferð. Tað verður ein tung løta ímorgin, táið bygdamaður tín, Jógvan Fríðriksson, fer at flyta hamin norður á seinasta leiðið. Mátti Harrin styrkt øll tykkum, sum nú sita eftir í ófatiligu sorgini, ið má níva í mønu og merg. Og tó, líka so náðileyst alt kann tykjast, líka so stór er troystin, sum fæst har hon finst. Og ríki tykkum lívið við mongu góðu minnunum um merkismannin Sofus í Selvindi.

 

Til seinast skal eg bera tær eina kvøðu frá foreldrunum, serliga pápa mínum. Í nærum eina fjórðingsøld komu tit at samstarva gerandis og heilagt, oftani sólarringin runt, og hóast skelin kann tykjast hørð og roðslan sum stál, so munnu hesir dagarnir, síðani tú fór í annað ljós at vera, kennast sum hansara møtimiklastu í nærum áttati ár. Tað segði heldur ikki so lítið um títt umhugsnið mótvegis øðrum, eisini fyri tí sum tú kundi ignorera so lættliga, táið tú spurdi um sonurin mundi hava hug at fara við Jógvani Norðri, eftir at tú hevði keypt hann saman við Mortani. Tað var ikki meira enn hálvtalað, so ringdi hesin skilagóði skiparin av Eiði, samstarvsfelagið tín, og nú rekur havrákin í æðrarnar. Hvíl í friði góði vinur. Eg havi bara góð minnir eftir teg.