ferð. Við hesi menning eru eisini komin amboð, ið verða nýtt í talgildum harðskapi og í tráelting (stalking). Afturat hesum hevur sálarligur harðskapur veruliga vundið uppá seg og vit síggja, at londini uttanum [...] skrivar Almanna- og mentamálaráðið. Í februar mánað varð arbeiðsbólkur settur. Tey sum mannað bólkin eru: Anna Katrin Matras fulltrúi fyri Almanna- og mentamálaráðið og verkætlanarleiðari av Sig frá, forkvinna [...] arbeiðinum hjá arbeiðsbólkinum. Politiski fylgibólkur er mannaður við umboðum úr øllum flokkum og eru hesi: Javnaðarflokkurin, Hans Jacob Thomsen Fólkaflokkurin, Elsebeth M. Gunnleygsdóttur Tjóðveldi,
inni á Sundi. Har eru at kalla óavmarkaðir møguleikar at gera bátahavn. Men enn er tað ikki komið longur enn á tekniborðið, so har er langt eftir á mál, staðfestir Vagnur Johannesen. Men vit hava eisini fingið [...] gravgangur eftir at fáa bátspláss í Havnini. Tað er ein ørgrynna av smábátum í havnini og bátahavnirnar eru eisini nakrar. Men í løtuni hevur kommunan kortini 300 umsóknir frá fólki, sum vilja hava pláss til [...] nevndarlimur í havnarnevndini sigur, at tað er ein spurningur, hvussu nógvar av hesum umsóknunum eru meintar í álvara. - Tað kann hugsast, at summi søkja bara fyri at hava eina umsókn liggjandi upp á
forsyrgjaraskyldum, til tey eru 18 ára gomul, úti í privatu familjufyritøkum. Eg komi framhaldandi at geva øllum fakfeløgum grovfíluna, taka hesi ikki annað skinn um bak, so vit koma tí bíligu arbeiðsmegini [...] privatu familjufyritøkum kring landið í dag. Tað er ikki minst galdandi útisetarar uttanlands, ið komin eru heim at arbeiða í summarfrítíð kring landið. [...] við síðuna av skúlum og lærustovnum og plássum. Tað er eingin av hesum ið røkir samfelagsskyldu, ið eru ørindasveinar, arbeiðsgevarum og skitna arbeiðsamboði, mótvegis fakfeløgum at undirgrava lønarlagið
Úti á grótgarðinum sóu vit nú tær fimm standmyndirnar, sum settar eru upp har úti. Myndirnar, sum ein listabólkur av Falster í Danmark hevur gjørt, eru hugtakandi á at líta. Tað eru listafólk í Fuglafirði [...] halla. Men enn hava vit ikki havt nakað liggjandi summarveður at tosa um. Juli mánaði er júst byrjaður, og tí er enn ikki farið av allari tíð. Vit kunnu vera optimistisk og vóna, at vit enn eiga summarið [...] árið fellir tað góða veðrið á tann seinna helmingin, og kanska verður tað eitt slíkt summar, vit fáa í ár. Vit kunnu bert vóna og biðja eftir, at veðurgudarnir fara at forbarma seg yvir okkum í juli og august
ein menningarprosess í gongd, hvar vit yvirtaka ávís politisk øki, sum vit eisini gjalda fyri. So mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera uppá 15 ár og um vit til ta tíð eru før fyri at taka tað stig, sum leiðslan [...] nakað, sum vit skulu spyrja danir um, men kunnu vit samráða okkum fram til nakað skilagott, har vit hjálpa hvørjum øðrum, so er tað í lagi. Sjálvur ivast hann eisini stórliga í, um vit eru før fyri at [...] hjá leiðsluni í landsstýrinum. -Og um hon nú ætlar sær at trumfa okkurt ígjøgnum, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat hendir eftir eitt komandi val. Hvat nú um Javnaðarmenn og Sambandsmenn vinna valið
stjórn. Nú eru boð komin frá Heilsumálaráðnum um, at umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undir stjóranum á Landssjúkrahúsinum, sigur Bjarni Hammer. Tí vil hann nú hava Kaj [...] landsstýrismaður í heilsumálum, nú greiða øllum Løgtinginum frá. Í gjár fingu stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, boð um at broytingar eru gjørdar í leiðslubygnaðinum og [...] sjúkrahúsinum í Klaksvík, og í Suðuroy, verða skerdar, tí nú hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, reist málið á Løgtingi. Tí hevur hann nú spurt landsstýrismannin, hví samgongan miðsavnar umsitingina
landgrunninum at minka. Nú tekin eru til, at prísurin kann enda niðan fyri 12 dollarar, eru oljufeløgini farin at umhugsa nýggjar íløgur í váðiligum økjum sum Atlantsmótið tvs. eitt nú økini við Føroyar. [...] búskaparliga kreppan í Asia eru orsøkin til, at oljuprísurin er vorðin ein hin lægsti í meira enn 10 ár. Prísurin, sum eitt skifti var oman fyri 20 dollarar fyri tunnuna, er nú komin niður á góðar 12 dollarar [...] forsætisráðharrin Blair verður settur upp á hesa uppgávu. Hann hevur úr at gera nú Bretland eigur formansskapin í ES, og nú tað skal atkvøðast um Amsterdamavtaluna. Sama kelda sigur við blaðið, at seinastu
Tey seks starvsfólkini, ið hava starvast á smábarnadeildini eru søgd úr starvi, og onnur eru sett í niðursetta tíð. Hetta eru fólk, ið serliga eru skúlað til at taka sær av børnum, ið hava verið úti fyri [...] taka børnini úr heiminum er altíð síðsti útvegur. - Vit royna at gera alt vit kunnu í heiminum, áðrenn vit velja at taka barnið úr heiminum. Í dag eru trupulleikar hjá børnum nógv sjónligari enn fyrr, tí [...] fyrsta umfari, áðrenn barnið fer til fosturs. - Vit hava eisini ringar royndir av at senda børn í fosturfamiljur. Ofta tí, at hvørki vit ella fosturfamiljurnar eru greiðar yvir, hvørjar trupulleikar og hvønn
listan í 2017, 15 komu á listan í 2018, 65 komu á listan í fjør, og higartil í ár eru 31 fólk komin á bíðilistan. Tað eru alsamt fleiri, sum verða víst til kanningar fyri ADHD, sigur landsstýrismaðurin. [...] tríggjar mánaðir hesa næstu tíðina. Í løtuni eru tað 275 fólk, sum fáa viðger fyri ADHD, og sum eru knýtt at ADHD-klinikkini í tí sambandi. Í Danmark eru tað kommunulæknarnir, sum yvirtaka viðgerðina [...] helvtin, ella 46 fólk síðani tikin av listanum aftur. Men síðani hetta seinasta árið eru 62 fólk afturat komin á bíðilistan og sostatt standa 135 fólk á ADHD-bíðilistanum í dag. Landsstýrismaðurin
Støð á Sandi. - Har koma nógvir av mínum javnlíkum, og vit hava altíð tosað saman um alt. Her tosa vit ikki bert um sorg og sakn, men um tað sum vit eru vanir við. Eg haldi, at hetta var tað besta hjá mær [...] Bíbliuni: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum”. - Brúka vit vit og skil, so vita vit, hvussu gott hesin lítli eingilin hevur tað í sínum rætta heimi, skrivar abbin í minn [...] Hann so gjørdi, men tað tók langa tíð til vit frættu aftur - einir tveir tímar ella so. Vit ringdu so eina ferð aftrat, fyri at siga frá, at tað hastaði. Tá fingu vit beinanvegin fatt. - Tað bleiv so mín uppgáva