BARNAHEIMIÐ
Føroya Barnaheim, sum hevur tikið ímóti børnum í hálvt hundrað ár, verður í næstum umlagt til ein barnaforsorgardepil. Smábarnadeildin, sum hevur hýst børnum úr 0 til 10 ár letur tí aftur. Hetta eru Almanna- og heilsumálastýrið saman við Almannastovuni komin eftir, síðani talið á børnum, sum koma á Føroya Barnaheim er minkað so nógv seinastu tíðina. Stýrið og leiðslan á Barnaheiminum eru kunnað um umleggingina, eru eisini spurd til ráðs, men trupulleikin er, at áðrenn hesin depilin verður veruleiki, er allur serkunnleikin, sum í nógv ár er bygdur upp á Barnaheiminum farin. Tey seks starvsfólkini, ið hava starvast á smábarnadeildini eru søgd úr starvi, og onnur eru sett í niðursetta tíð. Hetta eru fólk, ið serliga eru skúlað til at taka sær av børnum, ið hava verið úti fyri líkum og ólíkum í teirra stutta lívi. Fólk, sum hava fingið serútbúgving og skeið í vantandi umsorgan og øðrum.
- Allur serkunnleikin, sum er bygdur upp og sum hevur kostað samfelagnum nógvar pengar, fer nú fyri skjeyti. Ikki tí, at tað ikki er brúk fyri honum, men tí hann ikki verður brúktur, sigur Mirjam Johannesen, virkandi leiðari á Barnaheiminum.
Ikki nøktandi
Ein grund til, at talið á børnum sum fara á Barnaheimið er minkað so nógv er, at barnaverndir kring landið í nógv flestu førum velja fosturfamiljur og umlættingarfamiljur fram um at senda børn á Barnaheimið. Í blaðnum í gjár sigur virkandi leiðarin á Føroya Barnaheimi, at orsøkin til hesa gongdina er, at við at lata børn til fosturfamiljur verður trupulleikin loystur her og nú. Hinvegin koma børn á Barnaheimið, krevja tey av barnaverndunum eitt áhaldandi og framhaldandi samstarv. Hetta kann tykjast sum ein ov stór byrða fyri barnaverndirnar, sum framman undan hava nógv mál at arbeiða við.
- Eingin hevur áhuga í, at smábarnadeildin á Barnaheiminum letur aftur, heldur ikki barnaverndirnar. Hinvegin vilja nógv foreldur, ið koma í eina neyðstøðu, ikki lata børn síni á Barnaheimið. Foreldrasambandið hevur ikki verið nøktandi, ov nógv børn við ov ymiskum trupulleikum og í ymiskum aldri hava verið saman, foreldur hava kent seg ótrygg, og føla mangan, at tey ikki fáa børnini aftur. Men tað átti ikki at verðið neyðugt at viðgjørt hesar trupulleikarnar alment. Heldur áttu teir at verðið viðgjørdir á røttum stað, sigur ein barnaverndarlimur, sum vil verða ónevndur.
Í dýrastu neyð
Nú virksemið á Føroya Barnaheimið verður niðurlagt og umlagt, ber ikki longur til at senda familjur til eygleiðingar og vegleiðingar á stovninum. Hetta harmar ikki minst Beintu Olsen, forkvinnu í barnaverndini í Runavíkar kommunu.
- Hetta setur okkum í eina ræðuliga støðu. Skulu vit veita einum barni bráðfeingis hjálp í framtíðini, hava vit einki at bjóða teimum. Ein vanlukkulig støða fyrst og fremst fyri børnini, sigur Beinta Olsen, sum bara hevur gott at bera Barnaheiminum og starvsfólkunum har.
Forkvinnan í barnaverndini í Runavíkar kommunu heldur ikki, at rætta loysnin altíð er fosturfamiljur. Besti uppvøksturin er ikki eitt barnaheim, men tað er í nógvum førum neyðugt í fyrsta umfari, áðrenn barnið fer til fosturs.
- Vit hava eisini ringar royndir av at senda børn í fosturfamiljur. Ofta tí, at hvørki vit ella fosturfamiljurnar eru greiðar yvir, hvørjar trupulleikar og hvønn tørv einstaka barnið hevur. Tí er frægast at senda barnið fyrst á Barnaheimið, og tá barnið fer í fosturfamilju, er Barnaheimið betur ført fyri at leiðbeina familjuna. Okkara royndir eru, at Barnaheimið situr við tí besta førleikanum um børn og trupulleikar hjá børnum í Føroyum í dag.
Fyribyrgja
Arbeiðið hjá barnaverndunum kring landið í dag er í nógv størri mun fyribyrgjandi enn áður. Barnaverndirnar hava samband við nógvar familjur, sum tær royna at vegleiða, leiðbeina og hjálpa í aðrar mátar fyri at halda familjuna saman. At taka børnini úr heiminum er altíð síðsti útvegur.
- Vit royna at gera alt vit kunnu í heiminum, áðrenn vit velja at taka barnið úr heiminum. Í dag eru trupulleikar hjá børnum nógv sjónligari enn fyrr, tí fólk betur duga at síggja teir. Tí ber betur til at fyribyrgja, sigur Elin H. Joensen, forkvinna í barnaverndini í Tórshavnar kommunu.
Eisini hon harmast um, at smábarnadeildin á Føroya Barnaheimi letur aftur.
- Tað fer altíð at verða brúk fyri Barnaheiminum, og hóast eingi børn eru har eina tíð, eigur deildin framhaldandi at verða opin fyri at kunna taka børn akutt. Um Barnaheimið ella fosturfamilja er betri fyri barnið, veldst altíð um barnið. Barnaverndin í Havn hevur psykolog og onnur fakfólk í starvi, so vit meta okkum vera væl fyri at meta um, hvat er best fyri barnið.
Miðstøðin
Nær barnaforsorgardepilin á Føroya Barnaheimi verður veruleiki, veit eingin í løtuni. Hesin skal taka sær av trupulleikum hjá børnum í neyðstøðu. Har skulu pedagogar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar og onnur setast, umframt at fosturfamiljur skulu lærast upp til uppgávuna og fáa vegleiðing í uppalingini av einum barni, sum hevur verið svikið so ella so. Ein akutt móttøka verður eisini á miðdeplinum, men ætlanin er ikki, at barnið skal verða so leingi har. Vanligt hevur annars verið, at eitt barn býr eitt til tvey ár á Barnaheiminum.
- Børn skulu framhaldandi fáa viðgerð á Barnaheiminum, men hon skal styttast so nógv sum til ber. Spurningurin er, um karmarnir á Barnaheiminum eru teir bestu til eina longri viðgerð, ella um tað ikki er frægast at senda tað í góðar familjur ella aðra staðni, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum.
Landsstýrismaðurin sigur, at forsorgardepilin verður helst dýrari at reka enn Barnaheimið og loysnirnar annars, ið verða valdar í dag.
- Málið er ikki at gera tað bíligari, men at gera tað betri fyri børnini.
Gongur ov seint
Uttan mun til, nær forsorgardepilin verður veruleiki, eru starvsfólkini, sum hava fingið sær serkunnleika í viðurskiftum hjá børnum, ið hava verið fyri vansorgan, farin, og hetta harmar virkandi leiðaran á Føroya Barnaheimi sera nógv.
- Vit vita av, at eitthvørt er í umbúna, men vit vita ikki nærri, hvat tað snýr seg um ella nær hetta verður veruleikin. Størsti trupulleikin er eftir mínum tykki, at allur serkunnleikin fer, tí myndugleikarnir arbeiða alt ov seint, og til nakað annað er sett á stovn, hava vit onga bráðfeingis móttøku av smábørnum. Tá hesin depilin byrjar skulu vit byrja av nýggjum og nýggj fólk skulu lærast upp. Eg seti eisini spurnartekin við, hvat myndugleikarnir meina við eina akutta móttøku, tí vit kunnu ikki blanda størri børn og smá børn saman, sigur Mirjam Johannesen.










