Í dag standa 135 fólk á bíðilista at verða kannað fyri at vita um tey hava ADHD. Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í Heilsumálum.
Tað frættist javnan um, hvussu leingi tað er at bíða eftir at sleppa fram at til kanningar fyri at vita um tey hava ADHD, og tessvegna er eisini eisini long tíð at bíða eftir at fáa neyðugu viðgerðina.
Og nú hevur Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur spurt hann, hvussu støðan er hjá teimum, sum hava ADHD.
Landsstýrismaðurin sigur eisini, at summi av teimum, sum standa á bíðilista eftir at sleppa til kanningar, hava staðið á listanum í trý ár.
Hann sigur, at fyri einum ári síðani stóðu 109 fólk á bíðilistanum til at kannað fyri ADHD. Seinasta heyst vórðu tiltøk sett í verk fyri at fáa bíðilistan niður, og av teimum 109, sum stóu á listanum fyri einum ári síðani, er næstan helvtin, ella 46 fólk síðani tikin av listanum aftur.
Men síðani hetta seinasta árið eru 62 fólk afturat komin á bíðilistan og sostatt standa 135 fólk á ADHD-bíðilistanum í dag.
Landsstýrismaðurin sigur, at 24 av teimum komu á listan í 2017, 15 komu á listan í 2018, 65 komu á listan í fjør, og higartil í ár eru 31 fólk komin á bíðilistan.
Tað eru alsamt fleiri, sum verða víst til kanningar fyri ADHD, sigur landsstýrismaðurin.
Annars sigur Kaj Leo Holm Johannesen, at arbeitt verður við at ADHD klinikkini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, skal fáa betri arbeiðsumstøður og játtanin til hana varð økt nakað í ár – og eftir ætlan skal hon hækka aftur næsta ár.
Í hesum døgum verður lýst eftir sálarfrøðingi og sosialráðgeva til endamálið og harumframt er ein yngri lækni, og ein sjúkrarøktarfrøðingur, eisini settt í starv.
Landsstýrismaðurin sigur, at miðað verður eftir, at bíðitíðun skal niður á tríggjar mánaðir hesa næstu tíðina.
Í løtuni eru tað 275 fólk, sum fáa viðger fyri ADHD, og sum eru knýtt at ADHD-klinikkini í tí sambandi.
Í Danmark eru tað kommunulæknarnir, sum yvirtaka viðgerðina eftir at viðgerðin er sett í verk. Men Kaj Leo Holm Johannesen sigur frá Landssjúkrahúsinum, at kommunulæknarnir í Føroyum hava ikki viljað átakið sær at viðgera ADHD sjúklingar.
Tá ið sjúkrahúsið eisini skal hava ábyrgdina fyri teirri medisinsku viðgerðini, er avleiðingin, at tað ber ikki til hjá ADHD-klinikkini at taka so nógvar sjúklingar sum annars, tí tað hevur stóran týdning, at samanhangur er ímillum útgreiningina og viðgerðina, sigur hann.