Er niðurlagingin av teimum smáu sjúkrahúsinum byrjað?
Tað skal Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nú greiða øllum Løgtinginum frá.
Í gjár fingu stjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og stjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsið, boð um at broytingar eru gjørdar í leiðslubygnaðinum og í tí sambandi hevur tað verið frammi, at tað verður stjórin á Landssjúkrahúsinum, sum nú verður stjóri fyri Sjúkrahúsverk Føroya og sum fær heimildina at umsita játtanina til sjúkrahúsverkið.
Í Kvf vildi landsstýrismaðurin ikki svara spurningum, men vísti til aðalstjóran í Heilsumálaráðnum
Men Kaj Leo Holm Johannesen sleppur ikki undan at svara upp á, hví heimildirnar hjá stjórarnir á sjúkrahúsinum í Klaksvík, og í Suðuroy, verða skerdar, tí nú hevur Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, reist málið á Løgtingi.
Tí hevur hann nú spurt landsstýrismannin, hví samgongan miðsavnar umsitingina í sjúkrahúsverkinum
– Í sambandi við bygnaðarbroytingarnar av sjúkrahúsverkinum, samtykti Løgtingið, at hvørt sjúkrahús hevði sína egna játtan og sjálvstøðuga stjórn. Nú eru boð komin frá Heilsumálaráðnum um, at umsitingin av játtanunum til tey trý sjúkrahúsini skal vera miðsavnað undir stjóranum á Landssjúkrahúsinum, sigur Bjarni Hammer.
Tí vil hann nú hava Kaj Leo Holm Johannesen at greiða frá, hvussu tað, sum er hent, yvirhøvur er lógligt.
– Suðuroyar sjúkrahús, og Klaksvíkar sjúkrahús, hava higartil umsitið játtanirnar til sjúkrahúsini og hava nærum altíð hildið sínar játtanir.
– Tað kann ikki sigast um Landssjúkrahúsið. Tí er tað undarligt, at samgongan miðsavnar umsitingina, sigur Bjarni Hammer.
– Hví skal Landssjúkrahúsið nú avgera og góðkenna, hvat játtanin á Suðuroyar sjúkrahúsi og Klaksvíkar sjúkrahúsi skal brúkast til?
– Er hetta byrjanin til at flyta játtanina í stóra pottin á Landssjúkrahúsinum?
– Er niðurlagingin av teimum smáu sjúkrahúsinum byrjað.
Hetta eru alt spurningar, sum stinga seg upp, og sum landsstýrismaðurin skal svara upp á, sigur Bjarni Hammer.











