Sandur: Tað er hugnaligt at koma inn í heimið hjá Elinborg og Sólvit. Bæði eru tey skemtilig av lyndi, blíð, fitt og hartil hittinorðað, og tykjast duga hetta at spjaða gleði og hugna rundan um seg.
Stovan er hugnaliga prýdd við alskyns málningum og myndum av teimum í familjuni. Tað er kortini týðiligt at síggja, at børnini og abbabørnini hava átt og eiga framvegis eitt stórt pláss í hjartanum á teimum báðum eldru.
At tey eisini hava eitt stórt hjarta fyri gestum, vísti blíðskapurin og móttøkan, sum umboðini fyri Sosialin fingu týsdagin í hesi vikuni. Men tað var kortini ein annar stemningur í heiminum tveir ávísar dagar í summarhálvuni fyri fjúrtan árum síðani.
Orðatakið sigur, at har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi. Sannleikan í hesum orðum fingu tey bæði, Elinborg og Sólvit og børn teirra av álvara at sanna, tá tey mistu ikki bara ein, men tveir abbasynir innanfyri fýra mánaðir í 1996.
Í mai mánaði doyði 13 ára gamli Ólavur í ferðsluvanlukku í Klaksvík, og fýra mánaðir seinni, í september mánaði doyði 2 ára gamli Kristian, tá hann datt niður í ein brunn á Sandi.
- Nú, tú spyrt um tað, so havi eg ongatíð stúrt fyri deyðanum. Men eg vil kortini ikki gera meg so góðan uppá nakran sum helst máta, tí sjálvandi krimpar ein seg fyri deyðanum. Tað gjørdi jú Jesus sjálvur.
- Eg havi tó altíð vitað, at um okkara børn og abbabørn gjørdust sjúk, so vistu vit at tey blivu frísk aftur. Men tá ein so missir tvey av sínum kæru soleiðis púra óskiljandi, ja, hvat skal man so siga?! Tá er gott at hava onkran at finna sær troyst hjá, sigur 76 ára gamli Sólvit Simonsen av Sandi.
Tað er tí ikki uttan orsøk, at eitt tað fyrsta ein sær, tá ein kemur innar í durin, er eitt skelti við orðunum úr Bíbliuni: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum”.
- Brúka vit vit og skil, so vita vit, hvussu gott hesin lítli eingilin hevur tað í sínum rætta heimi, skrivar abbin í minningarorðum um Kristian.
Øll hugdu niður í gólvið
Í Føroyum er vanligt at hava konfirmasjónirnar um várið á páskum. Men í Danmark verða tey ungu fermd í mai mánaði. Tá ein abbadóttir skuldi konfirmerast niðri, avgjørdu Sólvit og konan at fara til teirra henda hátíðardagin hjá elstu dóttur teirra, Unn.
Tey bíløgdu sær ferðaseðilin til Danmarkar og fyrireikaðu seg til ferðina. Nógv komu at siga farvæl, og kvøldið fyri kom hesin góði Ólavur eisini á gátt, tí hann ætlaði at sova hjá ommuni og abbanum, áðrenn tey fóru avstað. Hann var komin úr Dali, tí eitt serligt dansitiltak fyri børn skuldi vera í ungmannafelagshúsinum á Sandi hetta kvøldið.
Ólavur fór so avstað í dansin, men var skjótur aftur. Hann vildi heldur fara við abbanum oman á sandin eftir sandi, ið hann skuldi brúka til eplini. Tað var nógv stuttligari enn hitt, helt hann. Tá teir eru á veg út aftur hendir nakað, sum kom óvart á teir báðar.
- Tá vit koyra framvið einum húsum, rópar Ólavur, at ein kona liggur í túninum. Eg bakkaði bilin aftur, og jú, vælsignaður. Tá sá eg hesa konuna liggja har, mestsum sundurbrotnað.
- Eg bað Ólavur fara eftir onkrum fólki at hjálpa at lyfta hesa konuna. Hann so gjørdi, og tað var ikki frítt at sonurin hjá hesi konuni hevði á orði, hvussu fittur og skilagóður ið hann var, greiðir Sólvit frá.
Dagin fyri konfirmasjónina - leygardagin 18. mai - komu Sólvit og Elinborg uppá pláss hjá dóttrini í Danmark. Tey brúktu ein part av hesum degnum fyri at hyggja seg um, og fóru ein biltúr í økinum, har tey m.a. vitjaðu ein gamlan sanding. Jú, tey hugnaðu sær óført undir biltúrinum, men tá tey komu til húsa aftur varð allur hugni vendur til sorg í einum sekundi.
Sólvit greiðir frá, at hetta var sum at fáa ein grúiligan frammaná: Tey komu aftur til hús væl hýrd, men sóu tá, at øll sótu bara og hugdu niður í gólvið. Tá vísti tað seg, at boð vóru komin úr Føroyum um, at Ólavur, sum spældi fótbólt við B71, var yvirkoyrdur og deyður í eini ferðsluvanlukku í Klaksvík!
- Eg ansaði beinanvegin, tá eg kom innar, at her var okkurt galið. So reisti Unn seg og segði hvat var hent. Eg hevði forferdiliga ilt við at trúgva, at nakað slíkt kundi henda. Eg meini, hann var bara 13 ára gamal. Elinborg bleiv forferdiliga ring, men eg havi altíð verið meiri sáttligur.
Stríggin heimferð
Tann stóri spurningurin var nú, um tey skuldu fara heim beinanvegin, ella bíða til abbadótturin var konfirmerað. Tey valdu tað seinna, tí at hetta jú var orsøkin til at tey vóru farin til Danmarkar, og tí tey ikki vildu skuffa gentuna. Dagurin gekk sum hann gekk, og mánadagin sluppu tey heimaftur við flogfari.
Sonur Sólvit, Evald var tíbetur heima í Føroyum, og var systrini Sigrid til hjálp og troyst.
- Eg haldi, at tað var sera gott hjá henni. Men tú, so segði Evald ein setning, sum eg ongantíð havi gloymt. Hann segði: “Eg hopi aldrin, at eg komi at vera úti fyri eini mammu, sum kemur soleiðis fyri!”. Lítið vistu hann og vit tá, hvat síðani skuldi henda, greiðir Sólvit harmur frá.
Tað sjáldsama við hesum var, at pápi Ólavur, Emil var staddur í Grønlandi og at hann eisini slapp heim við sama flogfari.
- Hetta var ein stríggin heimferð, minnist Sólvit aftur á.
Tey fóru beina leið av flogvøllinum norður til Leirvíkar, har tey møttu líkbilinum og øllum teimum kæru hjá Ólavi, vinmonnum, lærarum, leiðarum og øðrum. Øll fylgdust tey heimaftur á Sand.
- Uha, hetta var ein grúiliga tungur túrur, skal eg siga tær, sigur hann og steðgar á eina løtu.
Tómt pláss
Komin suður á Sandoynni koyrdi fylgið gjøgnum Sands bygd, har øll fløgg vóru í hálvari stong.
Fylgið steðgaði í túninum hjá Sólviti, her tey sungu eitt ørindi úr sanginum “Nú dagurin at enda er”, áðrenn leiðin varð løgd til Dals. Jarðarferðin varð hildin í allarbesta veðri. So nógv fólk vóru og fylgdu, at løgreglan mátti halda skil á ferðsluni í Dali.
- Hvar ein finnur troyst í slíkum føri?! Ja, læknin var til stóra hjálp, men bestu hjálpina haldi eg, at vit fingu frá presti - Jákupi Reinert Hansen. Hann var einastandandi, greiðir Sólvit frá.
Hvussu nógv ið hann elskaði abbason sín, fæst eitt gott innlit í í einum minningarorðum, sum eisini vóru ein partur av arbeiðinum við sorgini, og sum vit prenta brot úr aðrastaðni á síðuni.
Latum okkum her taka tað við, sum lærararnir á Sandoyar Megniskúla søgdu eftir deyða Ólavs, somuleiðis í minningarorðum: “Vit kenna saknin ómetaliga stóran. Í 6. flokki sum Ólavur gekk í, stendur í dag eitt ófatiligt stórt tómt pláss. Hann var ein framúr vinmaður, skila drongur, fittur, vinsælur, fyrikomandi, pliktuppfyllandi og glaður drongur. Ongantíð hoyrdu vit hann tala øvugt orð. Hann tagdi heldur, táið kanska flestu onnur høvdu glett á tonn”.
Hetta var, sum vera man, eitt øgiligt bakkast fyri familjuna, men lívið mátti livast víðari, bæði við sorgini og sakninum. Tey royndu at finna gerandisdagin aftur: Sólvit fór umborð aftur á strandfaraskipið “Sildberan”, konan í krambúðina, og nakað seinni fór pápin aftur umborð á sín bát.
Lítið grunaðu tey tá, at minni enn fýra mánaðir seinni skuldu tey aftur standa í somu støðu!
Við høvdinum í ein brunn
Summarið gekk og nú var komið út í september mánað, og enn eitt heyst stóð fyri durum. Álmannakkin vísir 22. september og tað er sunnumorgun. Sólvit, ið er ein av trimum deknum við Sands kirkju hevði gingið sær ein túr, áðrenn hann fór í kirkju.
Tá hendi tað, at kirkjuhurðin gongur og kona Jákup Birgir Mohr, fulltrúa á sýslumansskrivstovuni kemur til Sólvit og spyr, hvar maðurin situr í kirkjuni. Hann visti ikki, hvat var áfatt, men vísti so henni á sess hansara.
- Løtu seinni gongur hurðin á øðrum sinni, og tá kemur ein annar maður - Hans Falkvard - innar, og gongur beint ímóti mær. Nú skilti eg, at okkurt var galið, og spurdi eg hann, hvat var áfatt?
Versonurin, Emil hevði verið á vitjan um morgunin, og Sólvit hugsaði beinanvegin at okkurt var hent honum á leiðini heimaftur til Dals. Hann spurdi tí beinanvegin, um tað var Emil. Nei, tað var Kristian sum var dottin eftir høvdinum niður í ein brunn. Beint nú stríddust tey við at fáa lív í hann aftur, samstundis sum boð vórðu send eftir tyrlu fyri at flyta hann á Landssjúkrahúsið.
- Eg minnist væl, hvat eg segði. Eg segði: “Ja, men so má eg við til Havnar!”.
Teir báðir vóru skjótir til heimið, har øll bóru sorg í sinni, meðan onnur íðin arbeiddu við at fáa lív aftur í Kristian, sum fáar dagar seinni skuldi halda trý ára føðingardag sín.
Men har var tíverri einki at gera. Og løtu seinni kom sýslumaðurin við boygdum høvdi, sum týðiliga segði frá tí, ið hann hevði uppá hjarta: Teir fingu ikki lív aftur í Kristian. Og hann var altso deyður!
Hvussu var nú veðrið?
Eins og tað var, tá Ólavur andaðist fýra mánaðir frammanundan, var faðirin, í hesum føri Evald, heldur ikki heima henda sorgardagin. Hann førdi ein danskan bát í Amerika, og tí var neyðugt at fáa samband við hann umvegis telefonina.
- Eg dugdi so illa at ringja til reiðaríið. Eg fekk tí Hans at gera tað fyri meg. Hann so gjørdi, men tað tók langa tíð til vit frættu aftur - einir tveir tímar ella so. Vit ringdu so eina ferð aftrat, fyri at siga frá, at tað hastaði. Tá fingu vit beinanvegin fatt.
- Tað bleiv so mín uppgáva, at siga honum hvat skett var. Hann svaraði beinanvegin: “Her er einki sum eitur. Eg komi heim alt fyri eitt!”. Lukkutíð vóru teir staddir beint við eina oyggj, og her varð hann so settur í land og kundi koma heim, greiðir Sólvit frá.
Nú var júst tað sama hent, sum Evald hevði óttast fyri, - at hann sjálvur skuldi missa eitt av sínum børnum.
Nakrar dagar seinni varð Kristian jarðaður. Ikki óvæntað, vóru øgiliga nógv fólk og fylgdu, hóast veðurgudarnir ikki vístu seg frá síni bestu síðu.
- Tú, tað var so løgið, at eg sjálvur sansaði als ikki, hvussu veðrið var undir jarðarferðini. Tað var ikki fyrrenn eitt ár aftaná, at vit komu at tosa um jarðarferðina og veðrið. Nei, eg fekk tað ikki við, skal eg siga tær.
Sólvit fór tí oman í kirkjuna og hugdi í dagbókina fyri kirkjuligu handlingarnar, har ein eisini skrivar hvussu veðurlíkindini eru slíkar dag. Ikki fyrren tá fann hann útav, hvussu vánaligt veðrið í roynd og veru var henda dagin. Har stóð nevniliga undir jarðarferðini: “Stormur av landsynningi og regn!”.
Ikki inn at kúra
Eitt er at missa ein abbason eina ferð. Annað er at missa tveir abbasynir innanfyri fýra mánaðir.
Fyri Sólvit og familju hansara vóru hetta dagar í sorg og sakni, men gerandisdagurin kom so líðandi aftur.
- Eg veit ikki, - tað vísti seg sum um man var blivin eitt sindur bríndur. Man krevur at koma út millum fólk beinanvegin, og ikki seta seg inn at kúra.
Eins og frammanundan vóru nógv fólk, ið vístu samkenslu í stóru sorgini. Serliga minnist Sólvit ein teirra, sum ringdi til sín - Levi Joensen úr Klaksvík, og sum tá hevði sítt andaliga virksemi í Hirtshals. Teir vóru javngamlir, høvdu siglt saman sum skipari og stýrimaður, og vóru tí góðir vinir.
- Tá Kristian var deyður, ringdi hann til mín úr Danmark. Hann segði m.a. við meg, at hann visti so lítið at siga við meg í eini slíkari støðu. “Men eitt skal eg siga tær, Sólvit”, segði Levi, og siteraði so úr Bíbliuni, har Jesus sigur: “"Tað, sum Eg geri, skilir tú ikki nú; men tú fert at skilja tað seinni“ (Jóhs. evang. 13,7, blðm.).
- Hóast eingin okkara skilti, hví hetta skuldi henda okkum, so gjørdu hesi orðini mær gott, staðfestir Sólvit.
Ein sunnudag eftir jarðarferðina var Sólvit í kirkju, og tá var prestur og prædikaði. Hann veit ikki, um hetta var prædikuteksturin til henda sunnudagin ella um prestur sjálvur hevði valt tekstin. Prestur segði í øllum førum í prædikuni eini onnur orð, sum Sólvit enn minnist, nevniliga, at tá aksini eru búgvin, tá verða tey skorin, annaðhvørt tey eru ung ella eldri.
- Eg skilti tá henda tekstin betri. Tað ljóðaði sum um prestur hevði valt hesi orðini júst til mín!
Eins og fyrru ferðina visti Sólvit, hvat best var at gera eftir slíkan miss. Hann vildi koma víðari, hóast óvanligu og ógvusligu hendingarnar sum honum høvdu verið fyri. Hann fór tí rættiliga skjótt á staðið, har hann so mangan hevði verið áður - úti í Støð á Sandi.
- Har koma nógvir av mínum javnlíkum, og vit hava altíð tosað saman um alt. Her tosa vit ikki bert um sorg og sakn, men um tað sum vit eru vanir við. Eg haldi, at hetta var tað besta hjá mær, fyri at vinna meg aftur, slær Sólvit fast.
Sólvit í minningarorðum um Ólavur:
- Ólavur var ein spaklyntur, lítillátin og eygagóður drongur. Tað var so stuttligt, tá hann var á vitjan, og hann var so sera góður við systkini, sum øll trý vóru yngri enn hann. Altíð var hann klárur við eini hjálpandi hond til mammuna og pápan, t.d. at vera inni fyri tey og líknandi.
- Tað var tungt hjá tykkum, ítróttarfelagar, skúlafelagar og aðrir vinir, at Ólavur so knappliga bleiv tikin burtur. Hjálpi tykkum Gud at føra bæði gaman og álvara víðari. Og tú, stakkals ungdómur sum kom fyri ta tungu lagnu at koyra á Ólav. Tú fært somu heilsan sum hini.
Sólvit í minningarorðum um Kristian
- Kristian var blíður við øll, og við tað at eingi børn vóru í grannalagnum, so áttu øll hann, og hann kallaði øll fyri ommur og abbar. Hann hevði fast pláss niðan fyri húsini hjá Borghild ommuni, har tað var ógvuliga áhugavert at síggja, hvussu væl hann fylgdi við øllum. Hann kendi teir flestu bilarnar, og tað var ikki tað menniskja ið kom forbí hann, ið ikki steðgaði at tosa við henda fitta og skilagóða drongin.
- Hann var ramligur, ansaði væl eftir hvat ið bleiv sagt og royndi at taka uppaftur, t.d. ein dagin eg kom norður eftir vegnum, omman, mamman og lítli Kristian stákaðust í garðinum hjá teimum. Tá ið hann sá meg, lenaði hann seg niður á garðin og helt fyri: “Ja, so tavagud er hettar abbin!”.
- Kristian dámdi væl at geva ommuni og mammuni blomstur, og allur vøkstur var vakur í hansara eygum: sýrulokkar vóru vakrir, og eplastelkarnir í garðinum skuldu ikki blakast burtur, tí tað vóru vøkur blomstur.
- Men brúka vit vit og skil, so vita vit, hvussu gott hesin lítli eingilin hevur tað í sínum rætta heimi.