Landsstýrið meirilutan ímóti sær


 

Samgonga og val

Jan Müller




-Eg haldi vit skulu ganga inn fyri fólkarættinum, og tað snýr seg væl um, at tað er Føroya fólk, sum skal bestemma. Tað er eingin annar enn tann føroyski veljarin, sum skal avgera, hvat skal henda í viðurskiftunum við Danmark. Tað haldi eg eisini skal takast bókstaviligt. Tað eru føroyingar, sum skulu ráða, og tað merkir væl, at ein stórur partur av føroysku flokkunum mugu til at stýra landinum, tað verið seg Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin. Eg veit ikki, um Tjóðveldisflokkurin hevur nakað at gera har longur. Tað modellið, sum koyrt verður eftir í løtuni, har landsstýrið heldur seg hava meiriluta aftanfyri seg, heldur ikki.


Hetta sigur Birgir Danielsen, fyrrverandi løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin og ein av okkara mest framstandandi vinnulívsmonnum.


Birgir Danielsen heldur, at tað er ein stór helvt løgtinginum, sum ikki er samd við linjuni hjá leiðsluni í landsstýrinum. -Og um hon nú ætlar sær at trumfa okkurt ígjøgnum, so kunnu vit bert ímynda okkum, hvat hendir eftir eitt komandi val. Hvat nú um Javnaðarmenn og Sambandsmenn vinna valið spyr hann og yppir øksl.


Við sínum stóra áhuga fyri politikki og samfelagsviðurskiftum stendur hesin fyrrv. fólkaflokspolitikarin heilt spyrjandi yvirfyri leiklutinum hjá sínum egna løgmanni og floksformanni í øllum fullveldismálinum. -Eg havi eisini ein varhuga av, at løgmaður veit ikki, hvat vit skulu atkvøða um til eina fólkaatkvøðu, og sjálvur ivist eg stórliga í, um hann hevur nakran møguleika at fáa ta breiðu undirtøkuna, sum hann hevur tosað so nógv um, fær hann ikki stóru andstøðuflokk ella -flokkar við. Skal hann gera sær vónir um eina breiða undirtøku, so má hann fáa ein ella fleiri av hinum stóru flokkunum við eisini.


Mugu hava stóran meiriluta

-Men fólkið hevur jú valt løgtingið, og samgongan hevur parlamentariskan meiriluta aftanfyri seg!


-Eg loyvi mær at ivast í, um samgongan í roynd og veru hevur meiriluta aftan fyri seg. Vit vita, at helvtin av Fólkaflokkinum tekur ikki undir við linjuni hjá landsstýrinum. Skulu vit í Føroyum fremja nakrar broytingar í viðurskiftunum við Danmark og sum ein stórur meiriluti skal taka undir við, og har hugsi eg eini 70-80%, so má tað gerast við í hvussu er einum stórum flokki aftrat. Hetta kann ikki endurtakast ov oftani.


Birgir Danielsen, sum eitt skifti sjálvur sat á løgtingi, og sum framvegis metir seg virkan lim í Fólkaflokkinum, er komin til ta sannføring, eftir at henda samgongan hevur sitið í skjótt trý ár, at tað dugir ikki at fremja broytingarnar í ríkisrættarligu viðurskiftunum saman við Tjóðveldisflokkinum. -Skal nakað henda á hesum øki síggi eg bert ein útveg, og tað er at broyta samgonguna.


Hann vísir á, at Fólkaflokkurin klárar seg sera illa í veljarakanningunum, meðan Anfinn Kallsberg klárar seg væl. -Eg skilji ikki, hví Fólkaflokkurin ikki útnyttar hesa støðuna og gevur Tjóðveldisflokkinum durafjórðingin og síðani skipar eina nýggja samgongu saman við Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum.


Sambandið broytt til tað betra

Nú tað neyvan er hugsandi, at allur Fólkaflokkurin so fegin fer í samgongu saman við Sambandsflokkinum, so heldur Birgir Danielsen tað kortini vera rættiliga áhugavert at eygleiða, hvussu Sambandsflokkurin er broyttur.


-Væl kann tað vera, at Sambandsflokkurin hevur ein leiðslutrupulleika í dag, men flokkurin hevur kortini gjøgnum tíðina verið tann flokkur, sum hevur broytt seg mest. Eingin flokkur hevur broytt seg so nógv til tað betra sum Sambandsflokkurin, hóast alt. Teir flagga við føroyskum flaggi, teir tosa føroyskt mál og vildu ongantíð droymt um at tosa nakað annað. Og lesur man, hvat teir hava sagt um alt hetta fyri 100 árum síðani, so er nógv broytt. Eg vildi tí verið minst bangin fyri at fara í holt við Sambandsflokkin, tá hugsað verður um at skipa nýtt landsstýri.


-Men hvat hevur Tjóðveldisflokkurin broytt seg tey 50 ár hann hevur verið til spyr Birgir Danielsen og svarar avgjørdur: -Ómetaliga lítið ella einki.


Polarisering

Birgir Danielsen ber ótta fyri, at vit fáa eina polarisering í føroyskum politikki, um ikki Fólkaflokkurin tekur bæði Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin til sín. -Og er tað nakað, sum vit ikki hava brúk fyri í føroyskum politikki í løtuni, so er tað eini øktari polarisering. Hvat skulu vit brúka hana til? Hon fer bara at gera tað politiska arbeiðið enn torførari leggur hann aftrat.


Vit spurdu Birgir Danielsen, hvat hansara boð er uppá sjálvstýristilgongdina, nú fleiri meta, at modellið hjá Anfinn og Høgna hevur spælt fallit?


-Mítt boð og helt boðið hjá mongum øðrum við upp á tað er at seta ein menningarprosess í gongd, hvar vit yvirtaka ávís politisk øki, sum vit eisini gjalda fyri. So mugu vit síggja, hvat vit kunnu gera uppá 15 ár og um vit til ta tíð eru før fyri at taka tað stig, sum leiðslan í Tinganesi vil taka í dag. Hetta er torført at siga, tí tað er tengt at, hvussu vit fara at klára okkum.


Birgir Danielsen er annars av teirri sannføring, at vit skulu ikki samráðast við danir um loysing ella fólkaræði. Tað er nakað, sum vit taka og avgera sjálvi, tá tíðin er búgvin til tess. -Hetta er ikki nakað, sum vit skulu spyrja danir um, men kunnu vit samráða okkum fram til nakað skilagott, har vit hjálpa hvørjum øðrum, so er tað í lagi. Sjálvur ivast hann eisini stórliga í, um vit eru før fyri at skipa eina loysing innan fyri 4 ár, sum er tað danska stjórnin vil bjóða.


-Men hví er tú so sintur inn á Tjóðveldisflokkin?


-Tað er tí, at hann hevur ongantíð rikið realistiskan politikk. Eg haldi ikki, at hann hevur fingið nógv av skafti síðani stovnanina í 1946. Flokkurin hevur í alt ov stórum mun verið ein sokallaður proklamatiónsflokkur, sum hevur mótmælt Nato ol.


Birgir Danielsen heldur annars, at støðan í løtuni er so ørkymlandi. Vit vita als ikki, hvat vit vilja. Eina fólkaatkvøðu um hvat? Hann heldur annars ikki, at Nyrup hevur megnað uppgávu sína væl. Hann hevur verið alt ov klossuttur. -Annars ivist eg ikki í, um danir vilja ikki hava at Føroyar loysa. Tað vil Nyrup neyvan heldur. Og tað er skeivt at halda, at Nyrup fer at bjarga okkum nakra loysing ella sjálvstýri. Tað verður ein alt ov pínlig støða hjá Nyrup. Hvat við Grønlandi, um føroyingar sleppa at taka loysing spyr Birgir Danielsen.