Tað er gravgangur eftir at fáa bátspláss í Havnini.
Tað er ein ørgrynna av smábátum í havnini og bátahavnirnar eru eisini nakrar. Men í løtuni hevur kommunan kortini 300 umsóknir frá fólki, sum vilja hava pláss til bátin.
Jákup Símun Simonsen er formaður í Havnarnevndini hjá Tórshavnar býráð, men hann vildi onki siga.
Men Vagnur Johannesen, nevndarlimur í havnarnevndini sigur, at tað er ein spurningur, hvussu nógvar av hesum umsóknunum eru meintar í álvara.
- Tað kann hugsast, at summi søkja bara fyri at hava eina umsókn liggjandi upp á beráð og tí er tórført at meta um veruliga tørvin.
Hann staðfestir eisini, at hóast ynskiligt hevði verið at gjørt fleiri bátahavnir, eru ongar ítøkiligar ætlanir at seta í verk í næstum.
Men nakrir møguleikar hava verið nevndir. Ein møguleiki, ið hevur verið nevndur leingi, er at gera bátahavn í Álakeri og ein annar møguleiki, sum er nevndur, er at gera bátahavn inni á Sundi.
Har eru at kalla óavmarkaðir møguleikar at gera bátahavn.
Men enn er tað ikki komið longur enn á tekniborðið, so har er langt eftir á mál, staðfestir Vagnur Johannesen.
Men vit hava eisini fingið at vita, at ætlanin í Álakeri er steðga eitt sindur, tí ein árinskanning skal gerast fyri at vita, hvussu tað fer at ávirka viðurskiftini í havnarlagnum annars at gera ein mola í Álakeri og møguliga eisini leingja molan
á Argjum.
Ætlanin á Sundi er heldur ikki komin longur enn á tekniborðið.










