Bíliga arbeiðsmegin kring landið?

Eg kann slett ikki góðtaka at vit hava bíliga arbeiðsmegi, óhefta av fakfeløgum ið leggja fót fyri arbeiðsleysu/tøku undir ALS og Almannastovuskipanum kring landið.

Eg havi ómetaliga nógv ímóti bíligari arbeiðsmegi, tá ið hesi sleppa sínum foreldrum undan forsyrgjaraskyldum, til tey eru 18 ára gomul, úti í privatu familjufyritøkum.
Eg komi framhaldandi at geva øllum fakfeløgum grovfíluna, taka hesi ikki annað skinn um bak, so vit koma tí bíligu arbeiðsmegini til lívs kring landið, ongantíð ov skjótt. Eg haldi tað vera nógv fyri, at hesi skulu taka livibreyði frá teimum arbeiðsleysu/tøku undir nevndu skipanum, ið kundi arbeitt ístaðin fyri hesa bíligu arbeiðsmegi ídag.
Eg vil finnast harðliga at øllum fólka- og miðnámsskúlanæmingum og lesandi føroyingum og lærlingum, ið arbeiða við síðuna av skúlum og lærustovnum og plássum.
Tað er eingin av hesum ið røkir samfelagsskyldu, ið eru ørindasveinar, arbeiðsgevarum og skitna arbeiðsamboði, mótvegis fakfeløgum at undirgrava lønarlagið.
Tað er ikki minst galdandi tá ið hesi taka upp verkfalsrakt arbeiði, tá fakfeløgini hava sáttmálasamráðingar við arbeiðsgevarafelagið og við fíggjarmálaráðið.
Eg vil koma at finnast harðliga at arbeiðsgevarar ikki eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafelagi, og tá ið teir fáa arbeiðsmegi, uttan um áðurnevndu skipanir.
Tað skulu allir arbeiðandi føroyingar vera limir, í einum av fakfeløgum, hvørs fakliga arbeiði/ starv/fellur inn undir, tá ein vil koma fakfelagsólevnaði til lívs.
Tað skula tit gera tykkum greitt á fakfelags skrivstovum og úti í skúlunum og lærustovnum og plássum og úti í privatu familjufyritøkum kring landið í dag.
Tað er ikki minst galdandi útisetarar uttanlands, ið komin eru heim at arbeiða í summarfrítíð kring landið.