hugsandi, at tað verður stúgvandi fult kring Djúpumýru, tá KÍ tekur móti EB/Stryemi, og at talan samstundis er um festival-dyst, man ikki gera lagið verri. Hjá heimaliðnum verður eisini sagt, at allir mans [...] greiður. Dysturin skal vinnast, um KÍ skal gera sær vónir um at vinna heilt upp á toppin, har EB/Streymur í løtuni er fimm stig framman fyri KÍ, samstundis sum felagsliðið hevur spælt ein dyst færri. Truckur [...] Anghel dragast við skaðar, og tí er ivasamt, hvørt teir eru til reiðar at spæla 90 minuttir við fullari ferð. So tað er ikki óhugsandi, at annar teirra og kanska báðir teljast millum áskoðararnar, verður sagt
dýrastu neyð, teir mugu gevast at fiska og hava ikki møguleika at koma í bólk A, tá ein ikki kann forvinna meir enn kr. 50.000 uttan fyri útróður. Hetta er eisini galdandi fyri teir útróðrarmenn, sum eru 67 [...] sambandi heita vit á landsstýrismannin í Fiskivinnumálum um at lækka gáttina fyri forvunna upphædd úr kr. 50.000 til kr. 120.000-150.000, so at hesir umrøddu menn, kunnu koma upp í bólk 5A. Har teir sjálvir [...] frá, sum hava tað sum livibreyð og hinir, ið ikki hava tað fyri neyðini. Vit skulu øll verða varug við, at heimaútróður er ein doyggjandi vinna, bert heilt fáir ungdómar hava hetta sum livibreyð, og tí
gjárkvøldið. Tað var bara ta fyrstu løtuna, at tunesararnir megnaðu at fylgja við, og sum frá leið var tað bara ein spurningur, hvussu nógv danir fóru at vinna. Úrslitið gjørdist 30-23. Í hesum dystinum [...] Wilbek gjørdi av at senda boð eftir gomlu verjukempuni Kasper Nielsen. Tað var eitt gott val, tí Kasper vístu longu frá byrjanini, at hann er ein styrki fyri verjuna, sama hvønn hann kemur fyri. Tí var tað [...] til at geva fransmonnum sigurin við úrslitinum 30-28. Íslendski venjarin, Aron Kristjánsson, segði aftan á dystin, at hann hevði givið sínum monnum boð um at leggja bæði lív og sál í dystin, og at tað
annað sigast, enn at tað eydnaðist heilt væl. 1.750 áskoðarar vóru og hugdu at. Í HB høvdu tey vónað, at áskoðaratalið fór at røkka teimum fimtan hundrað, og tí eru tey sjálvsagt fegin um, at talið var uppaftur [...] er væl nøgdur við, at tað í hesum fyrsta tiltakinum, sum felagið hjá honum skipaði fyri á Tórsvølli, gekk væl at fáa HB stuðlar at taka sær av nógvu ódnunum í vaktarskipanini og at hjálpa til á annan hátt [...] málið fyri HB). Føroyski fótbóltsáskoðarin er vorðin meiri kritiskur, bæði tí tað kennist meiri gerandis, at útlendsk fótbóltsfeløg og landslið spæla í Føroyum, og tí at nógv meiri fótbóltur er at síggja
danmarksmeistari. Tað eru seks umfør eftir at spæla í superliguni, og tað kann væl vera, at Todi Jónsson og FCK fara at vinna meistaraskapin. Eftir 26. umfarið vóru Silkeborg og FCM á odda. Brøndby var á triðja [...] mikukvøldið. At AB tapti stórt hevur við sær, at vánirnar hjá Herfølge í hvussu so er ikki versnaðu. Um teir vinna ímóti Lyngby, so verður munurin millum liðini bara eitt stig. Tað eigur at styrkja um [...] Brøndby komst av, at tað er annað lív enn fótbóltur í Parkini í hesum døgum. Teir hava lagt tak á Parkina, og fyrsta stóra tiltakið í størsta innilokaða hølinum í Norðurlondum er um at fara at bakkastokki.
nar. Annað var, at vit kendu okkum rudduliga burturdømdar í sambandi við brotsspørk. Eg vænti ein tættan dyst ímóti KÍ, og vit fara at arbeiða hart fyri í hvussu so er at vinna fjórða plássið, sigur Sámal [...] tí Lundberg spældi fyri einum árið síðani við KÍ. - Christian Lundberg er fínur. Hann veit, hvussu hann skal bera seg at í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, og hann dugir eisini at vísa okkara spælarum [...] hvussu teir eiga at arbeiða og bera seg at sum rættir álopsspælarar. Hetta sigur GÍ liðformaðurin Sámal Joensen. Í Runavík noyddist hann av vøllinum longu í 1. hálvleiki. Sámal vónar tó, at hann verður førur
harmiligan hátt. - Ofta er frammi í politiskum høpi og í miðlunum, at Føroyar eiga at gerast gott íløguland, at vit skulu fáa serkøn fólk higar fyri at byggja landið væl á eina framtíð. - Vit hava sæð atsóknirnar [...] - Politisku flokkarnir í Føroyum eru alt ov bangnir fyri, at tey, sum gera íløgur í Føroyum vinna ov nógvan pening. Tað heldur Jógvan við Keldu, fyrrverandi landsstýrismaður, løgtingsmaður og borgarstjóri [...] og á landi, givið hópin av fólki arbeiði, hava selt sínar fyritøkur, kanska fyri at gera øðrvísi íløgur og fingið peningin fyri sínar íløgur, hvussu miskunnarleyst hevur verið farið eftir teimum bæði frá
Johansen sigur, at familjan heldur hann er ein "sportsidiot", og Karl dylur ikki, at hann er sera spentur at fylgja við øllum ítrótti. Nú gleðir seg sum borgarstjóri at vera vertur fyri steypahálvfinalunum [...] unum í flogbólti, og hann er vónríkur um, at bæði liðini hjá Mjølni vinna seg í steypafinalurnar. Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Karl Johansen í Klaksvík [...] dag. Øll kunnu hoyra FM1 HER HER ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Mjølnir-formannin, Jóhann Lützen í Klaksvík ígjár. HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi
rinda óhugnaliga nógvan pening til olju. Hetta fer slett ikki at bera til. Tað fer heldur ikki at bera til, at línumenn skulu rinda gjald fyri reiðskap. Menn rýma í heilum av føroyskum skipum og fáa sær [...] Hann stúrir fyri, at Føroyar við verandi gongd fara at standa eftir við ongum fiskimonnum til eitt nú línuskip, partrolarar og lemmatrolarar. Tað var ikki nøkur løtt avgerð hjá Grími at taka, tá hann [...] áheitanir um at stilla upp móti sitandi felagsformanni, Jan Højgaard. Grímur Hammer arbeiðir nevniliga á skrivstovuni hjá Fiskimannafelagnum. - Tá tað var greitt, at eg fór at stilla upp, fekk eg at vita frá
um teir vinna á GÍ, er tað langt frá víst, at teir røkka so langt. Men ein sigur á GÍ er altíð eitt fet á rætta vegnum. At KÍ og GÍ hittast í triðji síðsta umfari er ivaleyst ein ábending um, at teir, sum [...] Leirvíksfjørð í morgin, og hóast tað ikki er FM heitið, sum stendur uppá spæl, so fara bæði liðini at stríðast fyri at enda so ovarlaga sum møguligt. Málið hjá GÍ er fyrst og fremst triðja plássið og bronsukrónurnar [...] Fuglafirði. Hesa ferð eru allir KÍ spælararnir tøkir, og so fæst at síggja, hvussu tað fer at roynast hjá Heðini á Lakjuni, tá hann fer at hava betri verjuspælarar ímóti sær, enn hann hevði í Fuglafirði