Um tað verður mett um tiltakið á Tórsvølli mikukvøldið út frá áhuganum, sum áskoðararnir sýndu dystinum, so kann ikki annað sigast, enn at tað eydnaðist heilt væl. 1.750 áskoðarar vóru og hugdu at. Í HB høvdu tey vónað, at áskoðaratalið fór at røkka teimum fimtan hundrað, og tí eru tey sjálvsagt fegin um, at talið var uppaftur størri enn so, men so skal eisini leggjast afturat, at teir fingu ikki atgongugjald frá øllum áskoðarunum:
? Eg veit ikki tað heilt neyva talið, men tað er ikki langt við síðuna av, tá eg sigi, at talið á teimum, sum ikki rindaðu atgongugjald var onkra staðni millum fýra og fimm hundrað. Grunnurin Tórsvøllur eigur sambært avtaluna millum felagið og grunnin tvey hundrað atgongumerkir, og so lótu vit eisini atgongumerkir til tey feløgini, sum eru stuðlar hjá okkum, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB, ið er væl nøgdur við, at tað í hesum fyrsta tiltakinum, sum felagið hjá honum skipaði fyri á Tórsvølli, gekk væl at fáa HB stuðlar at taka sær av nógvu ódnunum í vaktarskipanini og at hjálpa til á annan hátt eisini.
Mótstøðuliðini telja nógv
HB hevur luttikið í europeiskum kappingum á hvørjum ári síðani 1993. Áskoðarametið í Europa Cup á Svangaskarði eigur GÍ. Metið varð sett, tá Galsgow Rangers var á Svangaskarði mikudagin 23. juli í 1997. Ta ferðina møttu 2.500 áskoðarar upp, og tað var tvífalt metinum frammanundan, ið varð sett, tá KÍ sum tað fyrsta føroyska felagið nakrantíð í august 1992 spældi í Europa Cup á heimavølli.
KÍ luttók í undanumfarinum til meistarakappingina, og umleið 1.200 áskoðarar sóu Toda Jónsson úr stórari fjarstøðu senda í samankomingina, Olgar Danielsen skora og Skonto Riga vinna 3-1.
Størsta áskoðaratalið hjá HB undan mikukvøldinum var 23. august 1994, tá 550 áskoðarar sóu Motherwell vinna 4-1 á Svangaskarði (Andreas F. Hansen skoraði ta ferðina fyrsta europeiska málið fyri HB).
Føroyski fótbóltsáskoðarin er vorðin meiri kritiskur, bæði tí tað kennist meiri gerandis, at útlendsk fótbóltsfeløg og landslið spæla í Føroyum, og tí at nógv meiri fótbóltur er at síggja í sjónvarpinum nú, enn tað hevur verið tað áður.
Tá Glasgow Rangers vitjaði, var tað serliga tann so nógv umrøddi Brian Laudrup, ið dró nógv fólk á Svangaskarð, tá GÍ hevði heimavøll í fyrra dystinum móti Glasgow.
Møta seint
Veðurlíkindini hava nógv at siga, tá tey, ið ikki er púra bitin av fótbóltinum skulu taka støðu til, um tey skulu seta seg niður og vera sitandi í føroyska summarkvøldinum í knappar tveir tímar, og sjálvandi hevur tað nakað at siga fyri áhugan millum áskoðararnar, um føroyska liðið hevur nakran møguleika, og tað vil oftast siga, at áhugin er størri, um fyrri dysturin verður spældur í Føroyum. Men at áhugin millum havnarfólk at síggja Europa Cup verður størri, nú tað ber til at spæla í Gundadali, er eingin ivi um.
Harafturímóti er tað at undrast á, at áskoðararnir vóru so seinir í Gundadali. Tá klokkan var tíggju minuttir í sjey vóru neyvan fleiri enn fýra hundrað fólk á Tórsvølli, og streymurin linkaði ikki fyrrenn eitt lítið korter var farið av dystinum. Tað var týðuligt, at hetta var dómaranum til stóran ampa. UEFA umboðsmaðurin hevði givið loyvi til, at dysturin kundi spælast, sjálvt um eingin girðing er um vøllin, og tá áskoðararnir ? sjálvt um vaktarmenninir gjørdu sítt ítarsta ? næstan gingu inni á vøllinum, var tað týðuligt, at talan var um eina støðu, sum pólverski dómarin ikki tóktist heilt álvuligur við.









