Danskt krút skal standa sína roynd

Bæði í GÍ og KÍ verður ásannað, at tað er neyðugt at fáa størri úrtøku, enn tað higartil hevur eydnast at fingið

Bæði GÍ og KÍ hava í summarsteðginum verið í Danmark og leitað eftir nýggjum álopsspælarum. Í Gøtu er Christian Lundberg komin afturat. Hann kenna klaksvíkingar væl, tí Lundberg spældi fyri einum árið síðani við KÍ.

- Christian Lundberg er fínur. Hann veit, hvussu hann skal bera seg at í brotsteiginum hjá mótstøðuliðnum, og hann dugir eisini at vísa okkara spælarum, hvussu teir eiga at arbeiða og bera seg at sum rættir álopsspælarar.

Hetta sigur GÍ liðformaðurin Sámal Joensen. Í Runavík noyddist hann av vøllinum longu í 1. hálvleiki. Sámal vónar tó, at hann verður førur fyri at spæla móti KÍ sunnudagin. Gøtumenn vóru annars illa nøgdir við gongdina í Runavík síðsta sunnudag.

- Vit høvdu ikki marginalirnar við okkum. Eitt var, at vit ikki skoraðu upp á møguleikarnar. Annað var, at vit kendu okkum rudduliga burturdømdar í sambandi við brotsspørk. Eg vænti ein tættan dyst ímóti KÍ, og vit fara at arbeiða hart fyri í hvussu so er at vinna fjórða plássið, sigur Sámal Joensen.

Í Klaksvík eru teir væl nøgdir við Denni Conteh, sum er skilagóður. Framvegis restar tó at skjóta fyrsta málið í landskappingini. Hjá KÍ er hinvegin ivamál, um toppskjúttin Paul Clapson verður við. Hann koykti fótin undir venjing hóskvøldið.

- Trupulleikin hjá okkum hevur verið, at vit hava fingið ov lítið burturúr málmøguleikunum. Tíbetur hevur tað ikki kostað stig, at vit hava søplað har frammi, tí verjan hevur verið púra tøtt. Men tað er spell, um einstakt verjumistak skal kosta stig, tí vit ikki sjálvir skjóta mál, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein.