##med2##
Í sínari varð hann kendur sum hondbóltsspælari hjá Stjørnuni, og familjan er ein hondbóltsfamilja, men Karl Johansen borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu gleðir seg stórliga til steypahálvfinalurnar sum vera spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag.
Karl Johansen sigur, at familjan heldur hann er ein "sportsidiot", og Karl dylur ikki, at hann er sera spentur at fylgja við øllum ítrótti.
Nú gleðir seg sum borgarstjóri at vera vertur fyri steypahálvfinalunum í flogbólti, og hann er vónríkur um, at bæði liðini hjá Mjølni vinna seg í steypafinalurnar.
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Karl Johansen í Klaksvík ígjár.
Kl. 13.00: SÍ – Mjølnir, Meistaradeild kvinnur
Kl. 15.00: ÍF - SÍ, Meistaradeild menn
Kl. 17.00: Dráttur – Fleyr, Meistaradeild kvinnur
Kl. 19.00: Mjølnir – Fleyr, Meistaradeild menn
Frásøgumaðurin hjá FM1, Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá øllum steypahálvfinalunum í flogbólti, ið vera spældar í Badmintonhøllini í Klaksvík í dag.
Øll kunnu hoyra FM1 HER
HER ber til at hoyra upptaktssamrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Mjølnir-formannin, Jóhann Lützen í Klaksvík ígjár.
HER ber til at hoyra samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við formannin í flogbóltssambandinum, Magnus Tausen í Klaksvík ígjár.