Danmark beina kós í HM

Tað gongur sum eftir ánni hjá dønum í HM-kappingini í manshondbólti. Seks sigrar í seks dystum er úrtøkan higartil. Ísland fall, men við æru

Hóast teir royndu øll síni kynstur - bæði lóglig og ólóglig - høvdu tunesar ongan møguleika í áttandapartsfinaluni ímóti dønum í gjárkvøldið. Tað var bara ta fyrstu løtuna, at tunesararnir megnaðu at fylgja við, og sum frá leið var tað bara ein spurningur, hvussu nógv danir fóru at vinna. Úrslitið gjørdist 30-23.
Í hesum dystinum hevði danska verjan fingið styrk. Jesper Nøddesbo fekk skaða ímóti makedonum, og Ulrik Wilbek gjørdi av at senda boð eftir gomlu verjukempuni Kasper Nielsen. Tað var eitt gott val, tí Kasper vístu longu frá byrjanini, at hann er ein styrki fyri verjuna, sama hvønn hann kemur fyri. Tí var tað ikki so løgið, at teir donsku viðmerkjararnar vóru á einum máli um, at tann danska verjan spældi sín besta dyst i gjárkvøldið.
Í kvøld fáa danir at vita, hvørjum teir skulu spæla ímóti í fjórðingsfinaluni. Tað verður vinnarin av dystinum millum Ungarn og Pólland.

Ísland fall við æru

Úrslitini í bólkunum lagaðu tað so, at íslendingar sluppu at spæla ímóti teimum fronsku heimsmeistarunum í fjórðingsfinaluni. Men lat tað verða sagt beinanvegin, at hóast íslendingar ikki hava allar sínar bestu menn við í Spania, megnaði liðið at geva fransmonnum ein skarpan gang í gjárkvøldið.
Í hálvleikinum vóru fransmenn á odda 15-14, og íslendingar hildu væl tørn aftan á steðgin. Men ímóti endanum gjørdu teir nøkur mistøk, og tað var nóg mikið til at geva fransmonnum sigurin við úrslitinum 30-28.
Íslendski venjarin, Aron Kristjánsson, segði aftan á dystin, at hann hevði givið sínum monnum boð um at leggja bæði lív og sál í dystin, og at tað høvdu teir gjørt. Kortini var hann vónsvikin av, at nøkur fá mistøk skuldu avgera dystin. Eftir stendur spurningurin, hvussu langt Ísland hevði komið, um liðið møtti við sterkastu manning.
Fransmenn fáa í kvøld at vita, um teirra fjórðingsfinala verður ímóti Kroatia ella Hvítarusslandi.

Týskur outsidari

Tað kom púra óvart á tey flestu hondbóltshugaðu fríggjakvøldið, tá Týskland megnaði at vinna tann seinasta dystin í bólki A ímóti teimum fronsku heimsmeistarunum. Undan kappingini í Spania vístu viðmerkjarar á, at tað týska liðið møtti ikki við sínari sterkastu manning, tí onkrir stuðulsleikarar eru skaddir, og at liðið tí ikki kundi metast millum teirra, sum fóru at koma langt í kappingini.
Men í gjár vístu týskararnir aftur, at teir eru ikki at spæla við. Í áttandapartsfinaluni smurdu teir Madedonia av við 28 málum ímóti 23, og Týskland bleiv sostatt tað fyrsta landið, sum spældi seg í fjórðingsfinalurnar.
So er spurningurin, hvussu langt tað røkkur hjá týskarunum. Í fjórðingsfinaluni skulu teir møta vinnaranum av áttandapartafinaluni millum Spania og Serbia, sum verður í kvøld.

Tepurt hjá russum

Ikki óvæntað bleiv Russland annað liðið at tryggja sær pláss í fjórðingsfinalunum. Russar møttu í áttandapartsfinluni seinnapartin í gjár Brasil, men hetta gjørdist ein nógv størri uppgáva fyri russar, enn tey flestu høvdu væntað. Tá tíðin fór, høvdu russar vunnið sera tepurt 27-26.
Úrslitið kom óvart á tey flestu, tí júst tað russiska liðið hevur verið mett sum eitt spennandi lið, ið spælir eitt annað slag av hondbólti, enn Russland hevur gjørt tey seinastu mongu árini.
Russland skal møta annaðhvørt Slovenia ella Egyptalandi í fjórðingsfinaluni. Tey bæði liðini spæla í kvøld.
______________________________________________
Fjórðingsfinalurnar mikudagin
?1. fjórðingsfinala: Danmark - Ungarn ella Pólland
2. fjórðingsfinala: Frakland - Kroatia ella Hvítarussland
3. fjórðingsfinala: Serbia ella Spania - Týskland
4. fjórðingsfinala: Slovenia ella Egyptaland - Russland