Superliga
Útlitini fyri at tað aftur í ár verður ein føroyingur ímillum donsku fótbóltsmeistararnar eru størri eftir vikuskiftið, enn tey vóru undan 27. umfarinum.
Í fjør var Jákup Mikkelsen danmarksmeistari. Tað eru seks umfør eftir at spæla í superliguni, og tað kann væl vera, at Todi Jónsson og FCK fara at vinna meistaraskapin.
Eftir 26. umfarið vóru Silkeborg og FCM á odda. Brøndby var á triðja plássinum, og FCK var nummar fýra. Sunnudagin tapti Silkeborg 1?0 í Odense. FCM spældi ikki fyrrenn í gjárkvøldið ímóti AGF. Dysturin varð spældur eftir at blaðið var farið til prentingar. Um FCM vann, so løgdu teir seg aftur á odda. Í morgin venda vit aftur til, hvussu tað gekk við tí.
Brøndby vann heili 4?0 í Haderslev ímóti niðurflutta HFK Sønderjylland, og harvið vann Brøndby ? fyribils í hvussu so er oddasessin. FCK vann 1?0 á heimavølli ímóti Viborg. Tað hevði við sær, at FCK bara er eitt stig aftanfyri Brøndby, og tað er ikki nógv, tí tað eru seks umfør eftir at spæla.
Nógv lív í Parkini
Í miðal hava tað verið umleið fjúrtan túsund áskoðarar til heimadystirnir hjá FCK í ár. Hesa ferð vóru teir í góðum líkindum í gásareygum ikki fleiri enn 7.302. Orsøkin mundi vera tann, at FCK hesa ferð spældi heimadystin í Brøndby. Tað vóru ikki allir áskoðararnir so fegnir um, tí teir síggja Brøndby sum argasta mótstøðuæliðið hjá FCK.
At FCK hesa ferð spældi í Brøndby komst av, at tað er annað lív enn fótbóltur í Parkini í hesum døgum. Teir hava lagt tak á Parkina, og fyrsta stóra tiltakið í størsta innilokaða hølinum í Norðurlondum er um at fara at bakkastokki. Talan er sjálvandi um europeiska grand prixi, sum verður í Keypmannahavn komandi leygarkvøld.
Heine í miðdeplinum
Undan 27. umfarinum av superliguni varð nógv tosað um, at nú fór Hene Fernandez í FCK at dystast við gomlu liðfelagarnar hjá sær í Viborg.
Jydarnir høvdu undan dystinum góðan møguleika at vera við í kappingini um DM. Teir hava framvegis møguleikan, men hann minkaði, tí Viborg tapti 1?0.
Heine Fernandez skoraði málið upp á brotsspark. Av tí dóminum stóðst nógv tos og eitt sindur av øsing. Dómarin metti, at ein av verjuspælarunum hevði felt Heine Fernandez. Tvætl søgdu spælararnir og venjarin hjá Viborg, sum hildu, at talan var um filming.
Álopsspælarin hevur ikki roynst nakað serligt í FCK. Í fyrsta dystinum eftir vetrarsteðgin skoraði hann upp á brottspark. Síðani hevur hann einki mál fingið, men at hann er tryggur úr ellivu metrum, vísti hann aftur sunnudagin.
Roy Hodgson, venjarin hjá FCK, ásannaði eftir dystin, at talan var um ein tunnan brotssparksdóm. Men hann helt, at í síðsta enda verða dómaramistøk býtt ikki so misjavnt. Í hesum førinum sipaði hann til, at FCK seinastu tíðina hevur mist trý mál, tí dómararar og hjálpardómarar hava mistikið seg.
Todi Jónsson var sum vanligt ímillum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Dysturin sum heild v ar linur. Liðini tóktist hava stóra virðing hvørt fyri øðrum, og uppløgdu málmøguleikarnir vóru fáir. Todi, sum stutt undan leikloki varð útskiftur, hevði ein friðarligan dag.
Herfølge hongur uppií
AB, sum stríðist fyri at haldaum plássið í deildini, kom út í orduligt ódnarveður í Aalborg, har heimaliðið vann 4?1.
Herfølge spældi ikki. Teirra dystur ímóti Lyngby verður mikukvøldið. At AB tapti stórt hevur við sær, at vánirnar hjá Herfølge í hvussu so er ikki versnaðu. Um teir vinna ímóti Lyngby, so verður munurin millum liðini bara eitt stig. Tað eigur at styrkja um stríðshugin hjá Jákupi Mikkelsen og teimum.