umframt bønargentur, sum teir hava havt líka síðan teirra fyrstu konsert í 2007. Teir vóru satt at siga hugnaligir. Hóast alt ikki hekk líka væl saman, so var bólkurin í hvussu so er undirhaldandi og í summum [...] við friðarligum tónum at enda fríggjakvøldið á Fjarðafestivalinum, og eyðmýktin liggur ikki eftir Størsta yvirraskilsi á Fjarðafestivalinum higartil í ár eru Humble Cry, sum sluppu at enda kvøldið. Ungu menninir [...] menninir, sum fyri tað mesta syngja lovsangir sýntust veruliga at trívast í leiklutinum sum góða nátt bólkur, tí teir halda framvegis fast við konseptið hava ein stóran hvítan kross á pallinum, umframt
Smádrongurin fekk so álvarsamar løstir, at hann doyði av hesum kundu tey staðfesta á Klaksvíkar sjúkrahúsi eftir vanlukkuna. Maðurin, sum var fimmtiárunum, sat fastkloymdur í bilinum og fekk álvarsaman [...] steðgar 50 metrar longur frammi. Tað upplýsir løgreglan í Klaksvík. Har visti tey tó á middegi ikki at siga hví óhappið hendi, ella hvussu nógva ferð bilurin hevði tá. Men løgreglan hevur gjørt kanningar, [...] og varð tískil fluttur á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt. Ógreitt hví óhappið hendi Tað var kl. 17.24 at løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna, sum hendi fáar minuttir frammanundan inni í Kunoyartunlinum
so ikki at rógva 180 fjórðingar aftur fyri at klára 18, slær hann fast, men leggur tó afturat, at hann vónaði innast inni, at teir fóru at klára tað, tí sonurin helt tað vera so spennandi, at pápin fór [...] um, at vit ætlaðu at gevast. Bara nevnt, at tað var nakað sjaskut í sjónum, greiðir Fróði brosandi frá. Svarið teir fingu var, at tey vildu bjóða teimum eitt sleip. Tyrlumanningin fráráddi teimum at rógva [...] løtu hevði hug at halda fram. - Tú gevst ikki, tá tú sært land, tí tú ikki tímir, sigur hann avgjørdur á málinum. John Erik sigur, at hann hugsaði nógv um, hvat fólk mundu fara at siga, at teir góvust so
nógv ár á skrivstovuni og fekst mest við at avrokna manningarnar á skipunum. Samanumtikið kann sigast, at tey hava havt eitt gott og spennandi lív saman, tó at onkuntíð hevur leikað á tá úrtøkan úr virkseminum [...] tikin í Keypmannahavn í juni 1953. Hjørdis og Oddfríður, sum tá búðu saman, avgjørdu at koma heim til Føroyar í 1954 at seta búgv. Tey búðu í Fuglafirði til 1964, tá flutt var í nýbygd hús í Syðrugøtu. Tey [...] staðið opið fyri familju og vinum. Hvør minnist ikki 2. jólakvøld tey síðstu mongu árini, har øll familjan í báðar ættir møtist til hugna og góðan mat. Vónandi orka tey at halda fram í nógv ár afturat við hesum
aftursvar var at hóma. Støðið varð so at siga lagt hesa fyrstu løtuna, og restina av hálvleikinum royndu neistamenninir at fáa fatur á strandingunum, uttan at hetta nakrantíð sá út til at skula eydnast [...] sunnudagin, men so at siga ongantíð varð hann spældur upp til skot, men skapti sær í staðin sjálvur tað pláss, sum hann fekk at skjóta á. Hinvegin má sigast, at hjá strandingunm er støðan so at siga hin øvugta [...] við tað at teir so at siga ongan strikuspælara hava. Teir hava roynt seg við ymsum leikarum á strikuni, men eingin teirra er nakar »føddur« strikuspælari. Móti endanum av dystinum varð talan satt at siga
“undermod” øll tey fyrstu árini við at pakka okkum niður í verjuni, til at tora at spæla fótbólt, eru vit eftir míni bestu sannføring farin at spæla upp á “overmod”. (les tápuligt) Og er tað nøkrum vit ikki [...] gevur gøtumanninum karantenu móti Ukreina. Ein so ómotiverað gerð, at tankan um, at hetta kanska var hetta við vilja, fyri at sleppa undan at noyðast longu leiðina til Ukreina, ikki var serliga fjarur. Og [...] og leikt bóltin væl ímillum sín. Hálvan minutt seinni var 0-2, og ein sat nærmast og iðraði seg yvir at hava goldið 300 krónur fyri at vera vitni til slíkar ússaligheitir á vøllinum. Í seinna hálvleiki mistu
skilti væl, at verðin varð broytt, og at okkara møguleiki at gera nakað øðrvísi var avmarkaður. At vit bara ruku við streyminum, sum taratonglar í brimi. Tað eru nógv fólk í Føroyum sum fara at minnast ommu [...] øll, at tað fekk ikki annað enn sligið fast, nú deyðsboðini komu, hóast hon var blivin so gomul. Hon gleddi seg sjálv til at blíva 100 ár, frísk og ferug sum hon var. Skemtaði um løgmann sum kom at vitja [...] systkinum, men gjørdist vaksin tíðliga, ber helst til at siga, tí hon misti mammuna bert fýra ára gomul. Seinni í lívinum fekk hon aftur fleiri ferðir djúpa sorg at kenna. Fyrstu ferð tá hon misti fyrsta barnið
sum hava havt serlig evni. Staðið í fremstu røð, tá umræður at siga frá ítróttakappingum á livandi hátt – viðhvørt so livandi, at tú kendi, at tú sjálvur var til staðar. Og so var tað bara »collateral damage« [...] standardin, og tað skuldi vísa seg, tá hann so smátt byrjaði at leggja frá sær, at maður so sanniliga kemur í mans stað. Arge is it! Tá Niels Juul byrjaði at trappa niður, var tað næstan sum í »Alment starv« – [...] Tað er væl kent, at enskir útvarparar eru teir nógv bestu í heiminum, og at lurta eftir einum spennandi dysti í bestu ensku 1. deild – áðrenn sjónvarpið avdúkaði alt – fekk ofta hárini at reisast og tú fekst
prosent, at Bush heldur seg til sannleikan, tá hann tosar, og so gott umdømi hava undanfarnir forsetar ikki fingið, tá tað snýr seg um at siga satt. Kortini halda 41 prosent av veljarunum, at forsetin [...] kongressnevnd hava avdúkað, at ein saudiarabiskur agentur eftir øllum at døma var uppi í yvirgangsatsóknini at New York og Washington tann 11. september í 2001. Nevndin fer at leggja sína frágreiðing fram [...] amerikanska fólkið við at gera Irak til eina nógv størri hóttan, enn landið í veruleikanum var. 61 prosent halda tó, at tað var rætt at koyra Saddam Hussein frá. Kanningin vísir eisini, at nógvir amerikanarar
men rópti kortini, at hann var barnalokkari og hevði ikki uppiborið at liva. Ein annar maður, sum var í húsinum, varð eisini boðsendur at vitna og hann segði, at hann varð biðin um at hjálpa, tí ein maður [...] skuldsettur fyri at ætla at drepa og tí vildi hann ikki fortelja, hvat hann búði. Eitt annað vitni hevði sagt, at hann bremsaðu ákærda og einum øðrum at fara heim til mannin, tí tað helt hann vera at fara út um [...] segði, at ákærdi var av fittastu monnum og at hetta líktust honum ikki. Eitt annað vitni legði krotini afturat, at í fyllskapi kundi mangt og hvat henda. Eitt annað vitni segði, at ákærdi ætlaði at gera