Neistin StÍF 25-32 (9-14)
Eftir at hava sæð dystin í Høllini á Hálsi fyrradagin, er ilt at ímynda sær, hvussu Neistin skal halda lív í vónunum um eina endastøðu millum bestu liðini í føroyskum manshondbólti.
StÍF gav rætt og slætt eina uppvísing í, hvussu hondbóltur eigur at verða spældur. Veikleikarnir hjá blákløddu neistamonnunum vórðu gjørdir sjónligir
Bert ein vegur
StÍF byrjaði dystin við fullari ferð, og eftir at Neistamenninir fyrst høvdu brent eitt brotskast, varð bólturin settur í málið hjá heimaliðnum 6 ferðir, áðrenn nakað aftursvar var at hóma.
Støðið varð so at siga lagt hesa fyrstu løtuna, og restina av hálvleikinum royndu neistamenninir at fáa fatur á strandingunum, uttan at hetta nakrantíð sá út til at skula eydnast. Strandingar sýndu nakað av tí skjóta álopsspælinum, sum seinasta ár var grundarlagið undir FM-heitinum, og ferð eftir ferð kom tað fyri, at neistaverjan varð spæld tunn, soleiðis at StÍF leikarar komu í nærum fría skotstøðu.
Heimaliðið megnaði als ikki at sýna sama kvika álopsspæl, og lætti hetta eisini munandi um verjuparitn hjá strandingunum. Tá teir so endiliga komu til skotstøður, varð hetta aloftast úrslit av einmansavrikum, heldur enn góðum álopssæli. Harumframt hevur Neistin ein stóran trupulleika, við tað at teir so at siga ongan strikuspælara hava. Teir hava roynt seg við ymsum leikarum á strikuni, men eingin teirra er nakar »føddur« strikuspælari.
Móti endanum av dystinum varð talan satt at siga um uppvísing frá strandingunum. Eitt skifti vóru teir á odda 30-20, men tá teir so tóku sær av løttum seinastu løtuna, fekk neistin høvi til at pynta um endaliga úrslitið, uttan at sigurin nakran tíð kom í vanda. Leikandi venjarin hjá StÍF, Jónleif Sólsker, kundi at enda seta eitt hóskandi punktum fyri dystin, tá hann við dagsins detalju gjørdi seinasta málið í dystinum.
Hóast talan var um eitt satt liðavrik hjá sigursharrunum, so slepst ikki undan at nevna John Petersen, sum spældi ein framúr góðan dyst. 14 mál móti einum liði, sum verður mett at teljast millum FM-kandidatarnar sigur ikki so lítið, men tað var ikki bara við málskjótingini, at John gjørdi vart við seg. Eisini í verjupartinum var hann sera stinnur, og tað mundi vera meira enn tí einu ferðina, at armar hansara vardu fyri, tá skotið varð á mál.
Enn væntar nógv
Neistaliðið má fyri fyrst ásanna, at enn eru teir ikki nóg væl samanspældir, til veruliga at kunna hótta tey bæði fremstu liðini. Heldur ikki letur til, at stríðsandin er nóg góður, og kemur hetta eisini til sjóndar, tá tað ikki gongst so væl í hond. Í dystinum móti grannunum úr Kyndli, megnaðu teir tó at reisa seg aftur, og skulu teir gera vón um at blanda seg upp í toppin, skal stríðsandin frá tí dystinum finnast fram aftur. Heldur ikki ber til, at liðið í so stóran mun noyðist at dúva upp á einmansavrikini hjá Áka. Gamaní, so skeyt hann 8 mál sunnudagin, men so at siga ongantíð varð hann spældur upp til skot, men skapti sær í staðin sjálvur tað pláss, sum hann fekk at skjóta á.
Hinvegin má sigast, at hjá strandingunm er støðan so at siga hin øvugta. Allir leikarar bakka hvønn annan upp, og hetta bæði sæst og hoyrist á vøllinum. Størsti veikleikin kann tykjast at vera, at breiddin í hópinum er ov lítil, men sunnudagin kundu teir í øllum førum loyva sær, at hava Alexandur heilt uttan fyri hópin, uttan at hetta sá út til at nerva spæl teirra.
Komandi vikuna skal StÍF leika móti ávíkavist Kyndli og VÍF, og kunnu hesir dystir geva eina góða ábending um, hvussu kappingarárið fer at ganga. Megna teir at fáa fulla úrtøku móti Kyndli mikudagin, er í hvussu so er lagt upp til ein rættuligan toppdyst sunnudagin. Neistin skal komandi sunnudag til Runavíkar, og eru tvey stig neyðug hjá teimum, um teir skulu gera sær vón um at hava nakað samband við oddaliðini.
Neistin: Áki Olsen 8 (2), Kári Mortensen 8, Finnur Hansson 4, Heini Joensen 3 (3), Regin Didriksen 1, Finn Mørk 1
StÍF: John Petersen 14 (3), Artur Johansen 7 (1), Jónleif Sólsker 4, Marius Joensen 4, Kristian Petersen 2, Sveinbjørn Poulsen 1
Brotskøst: Neistin 7, StÍF 5
Útvísingar: Neistin 2, StÍF 2
Dómarar: Geir Wardum og Karsten Andersen