Smádrongur doyði í ferðsluvanlukku

Ein fimmára gamal drongur lat lív í eini ferðsluvanlukku í Kunoyartunlinum mikukvøldið

Í bilinum var umframt fimmára gamla drongin, bert førarin. Sjúkrabilar, sløkkilið og løgregla kom á staðið, og bæði drongurin og maðurin vórðu fluttir á sjúkrahús. Smádrongurin fekk so álvarsamar løstir, at hann doyði av hesum kundu tey staðfesta á Klaksvíkar sjúkrahúsi eftir vanlukkuna.

Maðurin, sum var fimmtiárunum, sat fastkloymdur í bilinum og fekk álvarsaman skaða, og varð tískil fluttur á Landssjúkrahúsið alt fyri eitt.


Ógreitt hví óhappið hendi

Tað var kl. 17.24 at løgreglan fekk fráboðan um vanlukkuna, sum hendi fáar minuttir frammanundan inni í Kunoyartunlinum. Talan var um ein vanligan persónbil, sum kom úr Kunoy. Umleið 1500 metrar inni í tunlinum frá tunnilsmunnanum móti Klaksvík brestur bilurin inn í veggin høgrumegin, og sleingist hann nakrar ferðir frá einum veggi í hin, áðrenn hann steðgar 50 metrar longur frammi. Tað upplýsir løgreglan í Klaksvík.

Har visti tey tó á middegi ikki at siga hví óhappið hendi, ella hvussu nógva ferð bilurin hevði tá. Men løgreglan hevur gjørt kanningar, sum millum annað skulu staðfesta nøkur av hesum tingum. Fyri evstamark okkara var støðan hjá manninum framvegis ógreið, og tískil hevði heldur ikki borið til hjá løgregluni at avhoyra hann.