Humble Cry eru eyðmjúkastir

Ungu menninir úr Humble Cry sluppu við friðarligum tónum at enda fríggjakvøldið á Fjarðafestivalinum, og eyðmýktin liggur ikki eftir

Størsta yvirraskilsi á Fjarðafestivalinum higartil í ár eru Humble Cry, sum sluppu at enda kvøldið. Ungu menninir, sum fyri tað mesta syngja lovsangir sýntust veruliga at trívast í leiklutinum sum góða nátt bólkur, tí teir halda framvegis fast við konseptið hava ein stóran hvítan kross á pallinum, umframt bønargentur, sum teir hava havt líka síðan teirra fyrstu konsert í 2007.

Teir vóru satt at siga hugnaligir. Hóast alt ikki hekk líka væl saman, so var bólkurin í hvussu so er undirhaldandi og í summum løgum sýntust teir vita, júst hvat teir ætlaðu. Og áhoyrarnir, sum nú vóru meiri í myrku krókunum í mun til fyrr á kvøldinum, vórðu trygd førdir ígjøgnum konsertina.

Fyrri dagurin av Fjarðafestivalinum er nú av. Bønirnar frá áhoyrarunum hanga pent uppi á hvíta krossinum mitt á pallinum, og ungu menninir fara uttan iva væl nøgdir í song.