Hann ætlaði at seta eld á meg

Maðurin, sum var fyri álopin eina náttina síðsta summar, ivast ikki í, at hann skuldi fyribeinast

- Hann segði, at ætlaði at drepa meg og at hann skuldi seta eld á meg.

Maðurin, sum var staddur í einum húsum eina náttina síðsta summar, ivast ikki í, at hann skuldi fyribeinast.

Sum vit skrivaðu í Sosialinum í gjár og sum vit eisini skriva aðrastaðni í blaðnum í dag, er ein maður ákærdur fyri drápsroynd, tá ið hann breyt inn í eini hús eina náttina síðsta summar.

Maðurin, sum skuldi drepast, sambært fútanum, varð førdur fram sum vitni í rættinum í gjár og hann ivaðist ikki í, at ætlanin var ikki, at skuldi koma frá hesum við lívinum.

Hann visti hvør tann ákærdi var, men annars høvdu teir onki samband við hvønn annan.

Hann hevði ligið á sofuni og hugt eftir filmi, tá ið hann hoyrdi okkurt uttanfyri.

Vindeygað stóð upp á glopp, men tað varð skrætt upp og tá stóð ákærdi uttanfyri.

- Hann segði, at hann skuldi drepa meg, segði vitni og legði afturat, at ákærdi tók eina øks úr beltinum og lyfti hana hóttandi upp.

Vitni fór eftir einum øðrum manni, sum var í húsinum, eftir hjálp og tá ið teir komu innaftur, stóð ákærdi inni á gólvinum við einum dunki í hondini.

Hann segði, at hann skuldi seta eld á meg, greiddi vitnið frá.

Teir fingu dunkin av honum og trýstu hann niður í eina sofu, har teir hildu honum. Samstundis ringdu teir eftir løgregluni.

Tá ið løgreglan kom, varð maðurin púra róligur, men rópti kortini, at hann var barnalokkari og hevði ikki uppiborið at liva.

Ein annar maður, sum var í húsinum, varð eisini boðsendur at vitna og hann segði, at hann varð biðin um at hjálpa, tí ein maður hevði brotið inn.

Tá í teir fóru eftir ákærda, tveitti hann øksina og skrúvaði lokið av bensindunkinum so at ein ramur roykur av bensini breiddi seg í rúminum.

Hann mintist onki til, at nakað varð nevnt um dráp ella eldáseting.

Tá ið løgreglan var farin við manninum, tørnaði hann innaftur.

Ein triði maður, sum var í húsinum, varð eisini vaktur og hann fekk at vita, at talan var um innbrot.

Tá ið hann kom á staðið, var løgreglan longu komin. Tann ákærdi sat friðarligur í einum stóli, men segði, at hann skuldi drepa hin seinni.

Eisini hann føldi lukt av bensini í rúminum.

Verjin helt ikki, at teir kundu havt følt so stóran vanda, tí ongin teimum trimum monnum, høvdu leitað sær hjálp hjá lækna ella hjá sálarfrøðingi.

Hann helt heldur ikki, at maðurin, sum ákærin sigur, skuldi drepast, ljóðaði serliga bangin, tá ið hann ringdi á alarmsentralin, tí aðru ferð hann ringdi at vit, hvat varð av løgregluni, spurdi hann, um løgreglan kom ella um teir bara skuldi drepa hann


Skuldi bukast

Trý onnur vitni, sum høvdu ballast saman við ákærda um kvøldið, vórðu eisini førd fram sum vitni.

Tey greiddu øll frá, at nógv varð drukkið og at tey høvdu tosað um mannin, sum ætlanin var at drepa sambært ákæruritinum.

Men tað hevði ongantíð verið talan um dráp ella eldáseting.

Tað, einasta, tey tosaðu um, varð, at møttu tey manninum at gøtuni, skuldi hann bukast av.

Í eini politifrágreiðing frammanundan, hevði eitt vitni sagt, at hann var bangin fyri, at ákærdi ætlaði sær heim til mannin, hann er skuldsettur fyri at ætla at drepa og tí vildi hann ikki fortelja, hvat hann búði. Eitt annað vitni hevði sagt, at hann bremsaðu ákærda og einum øðrum at fara heim til mannin, tí tað helt hann vera at fara út um mark.

Eitt vitni segði, at ákærdi var av fittastu monnum og at hetta líktust honum ikki. Eitt annað vitni legði krotini afturat, at í fyllskapi kundi mangt og hvat henda.

Eitt annað vitni segði, at ákærdi ætlaði at gera okkurt við mannin, men minnist onki um dráp ella eldáseting. Í eini politifrágreiðing áður, hevur sama vitnið sagt, at ætlanin var at brenna húsini niður, men tey orðini vildi vitnið ikki reiðiliga kennast við longur.