ungfiskur var orsøkin til, at tveir partrolarar nú hava mist fiskiloyvið í 10 dagar. Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at í morgun klokkan 06 fór manningin á Brimli undir at kanna tveir partrolarar, sum [...] landaðu í Suðuroy. - Kanningin vísti, at onkran dag vóru yvir 50% av veiðini upsi undir 55 cm., men hægst loyvda markið er 30% í tali. Fiskiveiðieftirlitið upplýsir, at skipini høvdu verið úti í sjey dagar
myndugleikarnir, at teir saknaðu 17 fólk, 11 ferðafólk og seks av manningini. Men ovastin fyri sjóverjuni, Marco Brusco, sigur við italska sjónvarpið, at hann hevur fingið at vita, at 29 fólk eru ikki [...] Kavarar eru umborð á skipinum og leita eftir fólki, men teir siga, at arbeiðið er sera torført og tekur harafturat langa tíð, tí at skipið er so stórt.
ótta fyri, at skipsvanlukkan við ferðamannaskipinum Costa Concordia kann enda sum ein umhvørvisvanlukka. Sagt verður, at væta rennur úr skipinum, men tað er ikki greitt, um tað er olja. Fyri at forða møguligari [...] rnir lagt oljugirðingar rundan um skipið, og myndugleikarnir ætla at lýsa oynna Giglio í undantaksstøðu til at fáa meiri pengar til at forða einari dálkingarvanlukku við. Sambært reiðarínum eru 2.300 tons
varð undir at skráseta arbeiðsloysið hjá teimum ymsu aldursbólkunum. David Cameron, forsætisráðharri, ásannaði í Parlamentinum í gjár, at tey nýggju arbeiðsloysistølini vórðu keðilig tíðindi at frætta, men [...] hevur tað ikki verið síðani í januar í 1996. Knappliga 2,7 milliónir bretar hava einki at gera, og hagtølini vísa, at har eins og í fleiri øðrum londum eru tað serliga tey ungu, sum ganga arbeiðsleys. Nú [...] men hann legði afturat, at tey endurspegla búskaparstøðuna í landinum.
ætlanin at tetta tað stóra holið, sum er har afturi í bakborð, og síðani skal skipið fáast á rættkjøl við stórum luftbjølgum. Hildið verður, at tað fer at kosta umleið eina milliard krónur at fáa skipið [...] Mett verður, at vanlukkan við ferðamannaskipinum Costa Concordia er tann dýrasta skipsvanlukkan í søguni. Arbeitt verður longu við ymsum uppskotum um, hvussu skipið skal takast uppaftur. Fyribils er ætlanin [...] olju eru í skipinum, og serfrøðingar hjá einum niðurlendskum bjargingarfelagi fyrireika seg nú til at pumpa oljuna úr teimum 17 tangunum.
vitjanina. Hon vísir á, at Kina fær støðugt størri leiklut í heimsmenningini, og at vitjanin hjá kinesiska forsetanum skal menna samarbeiðið millum londini og kann vera við til at skapa arbeiðspláss og vøkstur [...] vøkstur í Danmark. Forsætisráðharrin heldur, at Danmark kann fáa góðar møguleikar til at hjálpa Kina við grønum íløgum. Kinesisku forsetahjúnini fara avstaðaftur tann 16. juni. [...] kemur ein kinesiskur ríkisleiðari til Danmarkar á almenna vitjan. Kongshúsið boðaði fyrrapartin frá, at kinesiski forsetin, Hu Jintao, og konan Liu Yongqing koma til Danmarkar tann 14. juni sum gestir hjá
sjórænarum at ræna eitt grikst tangaskip úti fyri strondini í Oman. Skipið eitur Smyrni, og eigararnir siga, at teir hava ikki havt samband við tað síðani í gjár. Tíðindastovurnar siga seg hava fingið at vita [...] vita, at sjórænararnir hava noytt skipið at seta kós ímóti somalisku strondini. Sambært reiðarínum er skipið fermt við 135.000 tonsum av olju. Teir somalisku sjórænararnir hava annars ikki havt eydnuna við [...] við sær í seinastuni, og tað kemst serliga av, at herskip eru á varðhaldi úti fyri Somalia. Harafturat hava nógv handilsskip vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla á hesum leiðunum.
sigur Landsverk. Eftirlitið vísti, at neyðugt er at gera ávísar ábøtur á hesar brúgvar og nú er Landsverk farin undir at bøta um brúnna í Suðuroy. Arbeiðið verður mett at kosta 300.000 krónur. Myndirnar hevur [...] fer Landsverk undir arbeiðið at styrkja brúnna um Kjógvavatn í Nesi í Hvalba. Í 2007 gjørdi Landsverk høvuðseftirlit av øllum brúm, stovnurin umsat og tá varð staðfest, at ávísar ábøtur skuldu gerast við
Tað eydnaðist ikki teimum griksku politikarunum at semjast um at skipa stjórn, og tí er nú greitt, at grikkar skulu aftur á val í næsta mánað. Tað sigur talsmaðurin hjá Karolos Papoulias, forseta. Á valinum [...] valinum fyri níggju døgum síðani fekk eingin flokkur nóg stóra undirtøku til at skipa stjórn, og fleiri royndir at fáa eina samgongu eru miseydnaðar. Enn er valdagurin ikki ásettur, men sambært griksku [...] griksku vallógini verður tað miðskeiðis í næsta mánað, og fleiri fjølmiðlar gita, at tað verður tann 17. juni. Hetta til valið skal ein fyribilsstjórn stýra, og hon verður ætlandi mannað í morgin.
fáa nóg mikið. Eftir at hvalirnir vóru merktir, komu tey eftir, at ein hálvur hvalur var horvin. Av tí at ein havnarmaður hevði spurt okkurt um henda hvalin, fingu tey illgruna um, at hann var farin avstað [...] Finnbogi Midjord, sýslumaður fekk uppspurt, at maðurin var farin yvir um fjørðin við grindini. Farið var so til mannin eftir hálva hvalinum. - Maðurin fekk boð um ikki at vísa seg aftur í grind í Sandoynni. Meira