Í Danmark stúra bæði myndugleikar og umhvørvisfelagsskapir fyri veksandi dálkingarvandanum, nú russar um 14 dagar fara at økja oljuflutningin ígjøgnum Eystrasalt heili 40 prosent, so hann verður 42 milliónir tons um árið.
Danmark og onnur lond hava leingi roynt at finna eitt felags stev fyri at fyribyrgja dálking frá tí veksandi oljuflutninginum, men tað hevur verið striltið at koma á mál, tí russar hava lagt forðingar í vegin.
Russar hava í seinastuni arbeitt við at leggja eina nýggja rørleiðing til havnarbýin Primorsk, og teir ætla, at tann fyrsta oljan skal renna ígjøgnum leiðingina um 14 dagar. Sum er kunnu russar avskipa 30 milliónir tons av olju um árið við Eystrasalt, men tá tann nýggja leiðingin er liðug, verður orkan 42 milliónir tons um árið, skrivar Jyllandsposturin.
Men russar ætla ikki at gevast so, tí sambært stjóranum í felagnum Transneft er málið at kunna avskipa 62 milliónir tons av olju um árið við Eystrasalt. Tað fer at bera í sær, at 170.000 tons av russiskari olju skulu flytast við skipum ígjøgnum tey donsku sundini um dagin. Umhvørvisfelagsskapir stúra fyri, at ein stórur partur av oljuni verður fluttur við skipum, sum hava einkultan skrokk, og teir vilja tí vera við, at vandin fyri dálking er stórur.










