29 ikki komin afturíaftur

Í Italia leita sjóverjan og kavarar eftir 29 fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur síðani vanlukkuna við ferðamannaskipinum Costa Concordia fríggjakvøldið. Talan er um 25 ferðafólk og fýra av manningini.

So seint sum í gjár søgdu myndugleikarnir, at teir saknaðu 17 fólk, 11 ferðafólk og seks av manningini. Men ovastin fyri sjóverjuni, Marco Brusco, sigur við italska sjónvarpið, at hann hevur fingið at vita, at 29 fólk eru ikki komin afturíaftur.

Kavarar eru umborð á skipinum og leita eftir fólki, men teir siga, at arbeiðið er sera torført og tekur harafturat langa tíð, tí at skipið er so stórt.