Tann dýrasta skipsvanlukkan

Mett verður, at vanlukkan við ferðamannaskipinum Costa Concordia er tann dýrasta skipsvanlukkan í søguni.

Arbeitt verður longu við ymsum uppskotum um, hvussu skipið skal takast uppaftur. Fyribils er ætlanin at tetta tað stóra holið, sum er har afturi í bakborð, og síðani skal skipið fáast á rættkjøl við stórum luftbjølgum. Hildið verður, at tað fer at kosta umleið eina milliard krónur at fáa skipið av vanlukkustaðnum. Sum skilst er Costa Concordia tryggjað fyri góðar tríggjar milliardir krónur.

Umleið 2.300 tons av olju eru í skipinum, og serfrøðingar hjá einum niðurlendskum bjargingarfelagi fyrireika seg nú til at pumpa oljuna úr teimum 17 tangunum.