Landsverk styrkir brúnna

Nú fer Landsverk undir arbeiðið at styrkja brúnna um Kjógvavatn í Nesi í Hvalba.

Í 2007 gjørdi Landsverk høvuðseftirlit av øllum brúm, stovnurin umsat og tá varð staðfest, at ávísar ábøtur skuldu gerast við nakrar av brúnum. Síðani varð aftur sereftirlit gjørt av brúnni um Stórá ímillum Hvalvík og Streymnes og av brúnni úr Kjógvavatninum ímillum Hvalba og Nes, sigur Landsverk.

Eftirlitið vísti, at neyðugt er at gera ávísar ábøtur á hesar brúgvar og nú er Landsverk farin undir at bøta um brúnna í Suðuroy.

Arbeiðið verður mett at kosta 300.000 krónur.

Myndirnar hevur Poul Laust Christiansen tikið.