Mistu fiskiloyvi í 10 dagar

Tveir partrolarar hava mist fiskiloyvi í 10 dagar, eftir at Fiskiveiðieftirlitið hevur staðfest, at skipini høvdu ov nógvan smáupsa, tá skipini landaðu í Suðuroy í endanum av seinastu viku

Alt ov nógvur ungfiskur var orsøkin til, at tveir partrolarar nú hava mist fiskiloyvið í 10 dagar.
Fiskiveiðieftirlitið veit at siga, at seinasta fríggjamorgun klokkan 06 fór manningin á Brimli undir at kanna tveir partrolarar, sum landaðu í Suðuroy.
- Kanningin vísti, at onkran dag vóru yvir 50% av veiðini upsi undir 55 cm., men hægst loyvda markið er 30% í tali.
Fiskiveiðieftirlitið upplýsir, at skipini høvdu verið úti í sjey dagar.
- Skipini høvdu ávíkavist tveir og tríggjar dagar veiði við yvir 30% av ungfiski, sigur eftirlitið, sum nú hevur stongt eina leið í eystara kanti av Sandoyarbankanum til verju fyri ungfisk.