Tað eydnaðist í gjár somaliskum sjórænarum at ræna eitt grikst tangaskip úti fyri strondini í Oman. Skipið eitur Smyrni, og eigararnir siga, at teir hava ikki havt samband við tað síðani í gjár.
Tíðindastovurnar siga seg hava fingið at vita, at sjórænararnir hava noytt skipið at seta kós ímóti somalisku strondini. Sambært reiðarínum er skipið fermt við 135.000 tonsum av olju.
Teir somalisku sjórænararnir hava annars ikki havt eydnuna við sær í seinastuni, og tað kemst serliga av, at herskip eru á varðhaldi úti fyri Somalia. Harafturat hava nógv handilsskip vápnaðar vaktarmenn umborð, tá tey sigla á hesum leiðunum.