teir als einki um at spæliloyvið ikki var í lagi. - Vit vistu, at leikarin var har, men vit vistu ikki, at loyvið ikki var flutt. Vit høvdu sæð hann spælt og vistu navnið, men vit vistu ikki, at hann hevði [...] so hvørt sum umsitingin styrknar við løntum fólki, tykist hon at taka sær meira vald, enn reglugerðirnar loyva, men tað gongur ikki. Hon kann ikki arbeiða eftir egnum høvdi, sigur Uni Arge. [...] leikti ólógliga. Revsingin var, at Kyndil varð dømt at tapa dystin 0-0 og harvið fekk frátikið tey bæði stigini. Dysturin varð leiktur sunnudagin 28. septembur, og tað var ikki fyrr enn fríggjadagin 3. novembur
eisini útav, um hann er spennandi ella ikki. Eg havi eisini verið úti fyri, at hann var rýmdur, tá eg vaknaði. Tá føldi eg meg virkuliga útnyttaða og kedda. Eg ansi altíð eftir, at eg ikki drekki ov nógv [...] song saman. Sagt um one nigth stands Eg havi trý parametur, sum eg brúki fyri at meta um fongin aftaná: • Var tað gott, vakna vit saman í songini morgunin eftir, eta morgunmat og práta. • Var tað miðalgott [...] sjeikurin pressaði meg viðhvørt til ting, sum eg ikki vildi. Tað sleppur ongin í dag. Eg fyrireiki meg ikki sum so. Taki til dømis ikki hítir við í býin, men syrgi sjálvandi fyri at vera lekkur. Eg geri onki
Kenda kultbókin um moldvørpuna, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær, er nú komin á føroyskum Søgan er um moldvørpina, sum ein dagin vaknar og hevur ein kukk á høvdinum. Hon vil sjálvandi vita [...] hana út. Hon fekk misjavna móttøku; forløg vístu hana frá sær, tí tey vóru samd um, at slíka bók fór ongin bókhandil at selja. Kanska onkur úr 68´ara ættarliðinum fór at keypa hana, men tað var eisini alt [...] alt. Als ikki nøkur barnabók, vildu summi vera við. Tá ið rithøvundurin hevði roynt í tvey ár at fáa bókina út, var tað endiliga eitt forlag, sum hevði dirvi at geva hana út. Restin er ein sólskinsøga:
vónunum um FM-heitið, var kravið undan vikuskiftinum sera einfalt. Ein sigur á VB var einasta úrslitið, sum tær kundu nýta til nakað sum helst í hesum sambandi, og tað var eisini hetta, sum var aðalmálið [...] endaspælinum er farið aftur um bak. Jórun Ludvig, liðskipari hjá Kyndli, sigur við Sosialin, at enn hava tær ikki mist allar vónir um gullið, hóast tað kanska kann gerast heldur enn ikki torført. -Vit vera noyddar [...] løtuna fingu havnargenturnar trý mál á rað, og so var leiðslan vunnin aftur. Skrædnaði í seinna Seinna hálva tíman var gongdin so at siga hin sama, men um miðjan hálvleikin, fingu tær á útliðinum brádliga
at tað var ikki uppá verjuspælið VÍF vann á H71 í kvøld, men hon greiðir frá, at tær vildu eisini royna ymiskt og lata onkrar av teimum yngru fáa møguleikan í kvøld. Karin Højsted fegnast um, at H71 var [...] var so væl við í dystinum í kvøld, og hon heldur, at unga H71-liðið mennist bæði likamliga og sálarliga av avbjóðingum tær hava fyrsta kappingarárið í bestu hondbóltsdeildini. TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI
rættarlækni hevur staðfest, at bresturin var orsøkin til, at maðurin doyði. Tann 24 ára gamli William Brown úr Forth Worth í Texas roykti e-cigarettina, tá hon brádliga brast. Hann fekk skaða í vinstru [...] Sambært Washington Post sat hann einsamallur í einum parkeraðum bili við e-cigarettini, tá hon brast. Ólukkan er als ikki tann fyrsta í sambandi við nýtslu av e-cigarettum. Ein maður úr Florida doyði í mai. [...] inn í skallan á manninum. Harafturat brendist hann um 80 prosent av kroppinum. Sambært Tobacco Control, sum millum annað kannar avleiðingar av royking, var tað yvir 2000 eksplosjónir og brandskaðar í sambandi
fíggjarnevndini. Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini hevur verið, men var hon sum vera man merkt av, at ongin vildi kennast við uppskotið, tí tað var áðrenn nýggja landsstýrið gjørdi sínar broytingar. Sostatt liggur [...] eitt álit til 2. viðgerð í løgtinginum. Nær hon verður er enn óvist, men væntandi verður fíggjarlógin ikki endaliga viðtikin fyrr enn vit nærkast jólum. Talan er um fyrstu fíggjarlógarviðgerðina við nýggju
ein teirra. Tær fortaldu eisini Mary, krúnprinsessu, at mál teirra var at renna skjótari enn hon, men tað eydnaðist tíverri ikki. - Hon rann teinin eini 10 sekund skjótari enn tann skjótasta av okkum, tíverri [...] allar ílatnar bláar rennitroyggjur og við heiðursmerki um hálsin. Tær 10 høvdu tað til felags, at tær í ár hava tikið lut í Royal Run 18. Royal Run var eitt rennitiltak, sum Fríðrikur, krúnprinsur, skipaði
Tóra Martinsdóttir vann í dag kappingina, Føroya sterkasta kvinna, sum var til “Burn Showdown” tiltakið í høllini á Hálsi í dag. Hon vann í harðari kapping við Armgarð á Regni, meðan Jóna Nicolajsen endaði [...] “deadlift”. Armgarð á Regni kláraði akkurát ikki 170 kilo, meðan Tóra Martinsdóttir lyfti 172,5 kilo. Her setti Jóna Nicolajsen nýtt persónligt met, tá hon lyfti 120 kilo. Frammanundan gekk javnt á. í [...] har 45 kilo skuldu lyftast upp um høvd so oftani sum gjørligt upp á 90 sekund, kláraði Armgarð á Regni 12 ferðir, meðan Tóra Martinsdóttir kláraði 11. ferðir. Síðani var Tóra Martinsdóttir skjótast at
Bornholm so fødd eitt vælskapt dreingjabarn. Tað var stórur dramatikkur, tá 23 ára gamla Gitte Hansen frá lítlu bygdini Tejn á Bronholm fekk verkir. Ikki var framkomandi fyri kava, og eitt hernaðarakfar rendi [...] rendi seg fast í kavanum við einari jarðamóður umborð. Tá ein onnur jarðamóður fræti tað, tók hon skíðir á føturnar og skíðaði teir sjey kilometrarnar til Tejn. Tað eydnaðist kortini at fáa akfar ígjøgnum [...] Hansen og p-apin blivu koyrd á sjúkrahúsið í Rønne, har mamman átti stutt fyri klokkan 16 í dag. Søgan um føðingina á Bornholm hevur vakt ans uttan fyri landamark, tí eisini norski stórmiðilin, VG hevur sagt