Fyrst mátti eitt hernaðarakfar geva skarvin yvir, so kom ein jarðarmóður til á skíðum, men nú hevur unga mamman á Bornholm so fødd eitt vælskapt dreingjabarn. Tað var stórur dramatikkur, tá 23 ára gamla Gitte Hansen frá lítlu bygdini Tejn á Bronholm fekk verkir.
Ikki var framkomandi fyri kava, og eitt hernaðarakfar rendi seg fast í kavanum við einari jarðamóður umborð. Tá ein onnur jarðamóður fræti tað, tók hon skíðir á føturnar og skíðaði teir sjey kilometrarnar til Tejn.
Tað eydnaðist kortini at fáa akfar ígjøgnum, so Gitte Hansen og p-apin blivu koyrd á sjúkrahúsið í Rønne, har mamman átti stutt fyri klokkan 16 í dag.
Søgan um føðingina á Bornholm hevur vakt ans uttan fyri landamark, tí eisini norski stórmiðilin, VG hevur sagt søguna á heimasíðu síni og í blaðnum.
- Hetta hevur verið eini spennandi og annaðleiðis jól. Vit hava fyri tað mesta hugt í sjónvarp, og vit hava sjálvandi verið spent upp á, hvussu tað fór at ganga. Vit hava skemtað við, at vit fóru at kava inni, tá hon skuldi føða, men kortini kom tað óvart á, tá tað hendi, sigur pápin, Frederik Koefoed.
Bæði drongur og mamma hava tað gott, skrivar Berlinske Tidende.