Kyndil jagstrar stjørnurnar

Kyndil helt lív í FM vónunum, tá tær sunnudagin endurtóku steypasigurin á VB, men hóast sigurin í tølum kann tykjast nóg so tryggur, so leikaði leingi javnt á, áðrenn havnargenturnar avgjørdu alt innan 10 minuttir

VB-Kyndil 21-26 (13-15)


Skuldi Kyndil framhaldandi halda lív í vónunum um FM-heitið, var kravið undan vikuskiftinum sera einfalt. Ein sigur á VB var einasta úrslitið, sum tær kundu nýta til nakað sum helst í hesum sambandi, og tað var eisini hetta, sum var aðalmálið, tá tær fóru á vøllin sunnudagin.

Í landskappingini hevur ikki hilnast nakað serligt hjá VB liðnum, men hinvegin høvdu tær ósigurin í steypafinaluni at hevna, so kyndilsliðið hevði eina alt annað enn lætta uppgávu, tá farið varð á vøllin.


Javnt í fyrra

At byrja við var heldur ikki nakað sum týddi á, at kyndilsleikararnir bara skuldu fara avstað við stigunum uttan víðari.

Tær á heimaliðnum gjørdu sítt til, at munurin millum liðini bæði ongantíð gjørdist nakað serliga stórur, og serliga vóru tað kviku mótálopini sum gjørdu sítt til, at VB alla tíðina var við í dystinum.

Eftir at Kyndil hevði havt eina lítla leiðslu meginpartin av fyrra hálvleiki, eydnaðist tað eisini heimaliðnum at vinna seg fram um móti endanum av fyrra hálva tímanum, men seinastu løtuna fingu havnargenturnar trý mál á rað, og so var leiðslan vunnin aftur.


Skrædnaði í seinna

Seinna hálva tíman var gongdin so at siga hin sama, men um miðjan hálvleikin, fingu tær á útliðinum brádliga glið á. Seks mál á rað gjørdu sítt, og hóast VB móti endanum aftur fekk nøkur mál, so var dysturin í roynd og veru avgjørdur hesa løtuna.

Hetta er ikki nakað ókent fyribrigdi hjá VB, tí í fleiri dystum hetta árið, hava tær spælt sera væl í løtum, fyri síðani at missa takið fullkomuliga í einar tíggju minuttir.

Onkur vildi kanska sagt, at hetta er tekin um eina ov vánaliga venjingarstøðu, men heldur er hetta orsakað av, at breiddin í hópinum ikki er so øgiliga stór.

Ljós er tó fyri framman, tí fleiri ungar og evnaríkar gentur eru á veg móti besta liðið felagsins, og onkur av hesum ungu leikarum hevur longu bitið seg rættuliga fastan á liðið.


Royna framvegis

Hevur VB liðið einki at spæla fyri restina av kappingarárinum, so er øðrvísi statt á kyndilsliðnum, nú helmingurin av endaspælinum er farið aftur um bak.

Jórun Ludvig, liðskipari hjá Kyndli, sigur við Sosialin, at enn hava tær ikki mist allar vónir um gullið, hóast tað kanska kann gerast heldur enn ikki torført.

-Vit vera noyddar at vinna tað, sum eftir er av dystum, greiðir hon frá, tá vit spyrja hana um, hvussu vónirnar eru til týsdagin, tá verandi føroyameistararnir skulu til Klaksvíkar at vitja liðið, sum í løtuni sær út til at gerast komandi føroyameistarin.

Í løtuni mugu tær tó royna at taka ein dyst í senn, og útlitini fyri einum sigri í Klaksvíkini gjørdust í hvussu so er ikki verri av teirri sannroynd, at verjuparturin í løtum riggaði sera væl har suðuri, umframt at Anya Midjord tykist at vera komin rættuliga fyri seg aftur, ti sum skilst, leikti hon ein sera góðan dyst á strikuni.

Hvussu langt hetta fer at røkka týsdagin vita vit av góðum orsøkum ikki enn, men so leingi vónin livir, eru allir møguleikar so framvegis opnir.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

VB: Gurið Mortensen 6 (2), Regina Rádó 5, Sólrun Krosslá 4 (1), Rannvá Augustinussen 2, Arnleyð Krosslá 2, Christina Holm 2

Kyndil: Lotte Sørensen 11 (6), Ann Hansen 4, Palma Petersen 3, Jórun Ludvig 2, Frida Johannesen 2, Rakul Joensen 2, Anya Midjord 1, Jensia Petersen 1

Brotskøst:

VB 4, Kyndil 7

Útvísingar:

VB 1, Kyndil 3

Dómar úr Tjaldur:

Dánjal Hansen og Kári Hansen