Søgan er um moldvørpina, sum ein dagin vaknar og hevur ein kukk á høvdinum. Hon vil sjálvandi vita, hvør hevur gjørt hesa dáragerð, og fer at spyrja seg fyri hjá ymsum djórum. Lesarin fylgir við í próvførsluni, sleppur at síggja munin á lortum og endiliga at finna syndaran.
Bókin kom fyrstu ferð út í Týsklandi í 1989, eftir at rithøvundurin leingi hevði roynt at fingið eitt forlag at geva hana út. Hon fekk misjavna móttøku; forløg vístu hana frá sær, tí tey vóru samd um, at slíka bók fór ongin bókhandil at selja. Kanska onkur úr 68´ara ættarliðinum fór at keypa hana, men tað var eisini alt! Als ikki nøkur barnabók, vildu summi vera við.
Tá ið rithøvundurin hevði roynt í tvey ár at fáa bókina út, var tað endiliga eitt forlag, sum hevði dirvi at geva hana út. Restin er ein sólskinsøga: Bókin er seld í meira enn trimum milliónum eintøkum á nú 28 ymsum málum.
Umframt at vera ein myndabók fyri børn er bókin eisini vorðin ein sokallað kultbók, sum bæði ung og vaksin hava fragd av.
Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út myndabókina "Um lítlu moldvørpina, sum vildi vita, hvør hevði kukkað í høvdið á sær"
Tað er Werner Holzwarth sum hevur skriva skemtiligu bókina og Wolf Erlbruch myndprýtt. Niels Jákup Thomsen týddi úr týskum. Bókin er 22 blaðsíður og innbundin.