Tóra er Føroya sterkasta kvinna

Tóra Martinsdóttir hevur í dag skrivað søgu, tá hon bleiv fyrsti vinnari av FSK 17

Tóra Martinsdóttir vann í dag kappingina, Føroya sterkasta kvinna, sum var til “Burn Showdown” tiltakið í høllini á Hálsi í dag. Hon vann í harðari kapping við Armgarð á Regni, meðan Jóna Nicolajsen endaði á triðja plássi.

 

Tóra Martinsdóttir og Armgarð á Regni fylgdust allan vegin, men avgerandi munurin kom í greinini “deadlift”. Armgarð á Regni kláraði akkurát ikki 170 kilo, meðan Tóra Martinsdóttir lyfti 172,5 kilo. Her setti Jóna Nicolajsen nýtt persónligt met, tá hon lyfti 120 kilo.

 

Frammanundan gekk javnt á. í greinini “logpress”, har 45 kilo skuldu lyftast upp um høvd so oftani sum gjørligt upp á 90 sekund, kláraði Armgarð á Regni 12 ferðir, meðan Tóra Martinsdóttir kláraði 11. ferðir. Síðani var Tóra Martinsdóttir skjótast at koppa stóra dekkinum átta ferðir, og vann eftirfylgjandi greinina, sum verður rópt “truck pull”. Tað er at hála ein bil 15 metrar.

 

Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at kappingin Føroya sterkasta kvinna hevur verið. Tí er tað søguligt, tá Tóra Martinsdóttir í leygarkvøldið fær handað steypið til sjálva steypahandanina.

 

FSK 2017 stigatalvan:

1. Tóra Martinsdóttir 14 stig

2. Armgarð á Regni 11 stig

3. Jóna Nicolajsen 4