Fíggjarlógin skal standa sína roynd

Fíggjarnevndin byrjaði í morgun viðgerðina av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2016.

Í morgun byrjaði fíggjarnevndin loksins viðgerðina av uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2016. Hóast tað eru fleiri vikur síðani, at uppskotið varð lagt fram, so hevur nevndin bíðað eftir broytingaruppskotinum frá landsstýrinum.


Tær broytingarnar eru nú latnar løgtinginum, og nú byrjar so politiska telvingin av álvara, har áhugabólkar, politikarar, fyritøkur, einstaklingar og onnur, royna at ogna sær ein so stóran part av køkuni sum gjørligt, við at ávirka limirnar í fíggjarnevndini.


Fyrsta viðgerð av fíggjarlógini hevur verið, men var hon sum vera man merkt av, at ongin vildi kennast við uppskotið, tí tað var áðrenn nýggja landsstýrið gjørdi sínar broytingar. Sostatt liggur málið í løtuni hjá fíggjarnevndini, ið nú skal viðgerða uppskotið og skriva eitt álit til 2. viðgerð í løgtinginum. Nær hon verður er enn óvist, men væntandi verður fíggjarlógin ikki endaliga viðtikin fyrr enn vit nærkast jólum.


Talan er um fyrstu fíggjarlógarviðgerðina við nýggju forkvinnuna í fíggjarnevndini, Ruth Vang, á odda. Umframt forkvinnuna, ið umboðar Framsókn, so er nevndin mannað av Helenu Dam á Neystabø, Javnaðarflokkurin, Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, Pauli Trond Petersen, Tjóðveldi, Jacob Vestergaard, Fólkaflokkurin, Bill Justinussen, Miðflokkurin, og næstformanninum Bárður á Steig Nielsen, Sambandsflokkurin.