Leiti í veruleikanum eftir prinsinum
Sanna er 25 ár. Hon hevði einaferð ein sjeik í nøkur ár og hevur gingið saman við øðrum í nakrar mánaðir. Er í løtuni single. Hon sigur:
Eg havi verið saman við eini 10-12 ymiskum monnum seinastu fýra árini. Onkrum av teimum havi eg verið saman við fleiri ferðir.
Eg fari ikki í býin fyri at skora, men fyri at hava tað stuttligt. Um eg endi í songini saman við einum, er tað bara eitt eyka bonus.
Endamálið er at fáa sex, tryggleika og spenning. Men innast inni havi eg altíð vónina um, at tað kanska kann útvikla seg til nakað meira.
Sexuelt hevur tað ment meg nógv, tí eg kenni míni mørk, og geri onki, sum eg ikki havi hug til. Fyrrverandi sjeikurin pressaði meg viðhvørt til ting, sum eg ikki vildi. Tað sleppur ongin í dag.
Eg fyrireiki meg ikki sum so. Taki til dømis ikki hítir við í býin, men syrgi sjálvandi fyri at vera lekkur.
Eg geri onki fyri at skora. Tað ger maðurin. So dansa vit, fáa ein drink í barrini og práta. Danir eru meira framligir og spyrja bart út, um man er til nakað. Tað tendrar meg av, tí eg kenni meg skitna.
Aftan á føli eg meg ofta tóma innaní. Kanska tí eg onkrastaðni leiti eftir einum maka. So var tað líkasum ikki akkurát hann.
Men eftirhondini dugi eg betri at takkla ta kensluna, tí eg kenni vandan.
Tey, sum siga, at tey slett onga vón hava um at finna tann rætta, lúgva. Tey royna at billa sær sjálvum og øðrum inn, at tað bara er fyri at fáa sex. Øll vilja gjarna finna lívsins kærleika.
Man kann væl ganga saman við einum, sum man var í song við fyrsta kvøldið. Eg havi fleiri vinkonur, sum hava funnið mannin soleiðis.
Eg havi upplivað, at kemiin hevur verið so góð, at vit hava gingið saman í eina tíð aftaná. Men tá havi eg sjálv gjørt tað liðugt við teir.
Mær dámar best, at vit fara heim til mín. Her eri eg tryggari. Morgunin eftir eta vit morgunmat saman og práta til langt út á dagin. Tá finnur man eisini útav, um hann er spennandi ella ikki. Eg havi eisini verið úti fyri, at hann var rýmdur, tá eg vaknaði. Tá føldi eg meg virkuliga útnyttaða og kedda.
Eg ansi altíð eftir, at eg ikki drekki ov nógv. Eg vil hava tamarhald á støðuni og ikki enda okkurt fremmant stað saman við onkrum keðiligum persónum. Og man fær heldur onki burtur úr tí sexuella, tá man er fullur.
Eg gangi høgt uppí ikki at fara saman við monnum, sum hava damu, tí eg vil ikki oyðileggja nakað.
Eg havi verið saman við einum fleiri ferðir. Vit eru bara saman fyri at fáa sex, og verða ongantíð par. Tað er deiliga befríandi, at vit bæði eru samd um tað. Men nú hevur hann funnið sær eina fitta damu, og tað er fínar greiðir við mær.
Óforpliktandi sex
Maria 27 ár, single, hevur einaferð gingið saman við einum sjeiki í nakrar mánaðir. Hon sigur:
Eg brúki one night stands til at fáa sextørvin nøktaðan, og eg fari í býin fyri at skora. Eg fyrireiki meg longu áðrenn, við til dømis við at hava hítir, vátserviettar og reinar trussir við.
Eg forvænti mær hvørki kærleika ella nærleika, og eri sum so ikki úti eftir einum føstum sjeiki.
Vit eru fleiri vinfólk, sum eru partur av einum umhvørvi, har one nigth stands eru púra vanlig.
Viðhvørt blívi eg kedd aftaná, tí eg eri framvegis einsamøll dagin eftir, og tað kann kennast nokkso einsligt. Men tað er prísurin.
Hinvegin eru one night stands púra óforpliktandi, rátt sex, har endamálið er at koma. Tí eri eg fullkomiliga opin og veit akkurát, hvat eg vil hava. Og eg tori at siga tað við hin óansæð um tað er ein kvinna ella ein maður.
Eg rokni ikki við, at man finnur rætta makan við at fara í song saman fyrsta kvøldið. Tað virkar for desperat.
Tann rætta makan vil eg fyrst læra at kenna væl. Síðan kunnu vit fara í song saman.
Sagt um one nigth stands
Eg havi trý parametur, sum eg brúki fyri at meta um fongin aftaná:
• Var tað gott, vakna vit saman í songini morgunin eftir, eta morgunmat og práta.
• Var tað miðalgott, fara vit hvør til sítt, tá vit hava fingið okkara.
• Var tað ordiliga vánaligt, koma vit ongantíð til sakina, men fara hvør til sítt áðrenn!