Kyndil og HSF í tvídrátti

Tað hevur tvídráttur tikið seg upp ímillum Kyndil og HSF eftir at Kyndil er dømt at tapa dystin ímóti Team Klaksvík.

Menninir hjá Kyndli høvdu ongar trupulleikar við at vinna á Team Klaksvík í fyrsta dystinum í Atlantic Airways-deildini hetta kappingarárið. 32-18 vann Kyndil. Men tey tvey stigini, sum Kyndil vann sær í hesum dystinum, eru nú tikin frá teimum aftur. Orsøkin er tann, at Team Klaksvík kærdi ein av leikarunum hjá Kyndli, Rune Olsen, tí teir ikki mettu hann hava flutt leikaraloyvið til Kyndil.

Og rætt var. Aganevndin hjá Hondbóltssambandi Føroya kom fyrradagin við einum úrskurði, har tað varð staðfest, at Rune Olsen leikti ólógliga. Revsingin var, at Kyndil varð dømt at tapa dystin 0-0 og harvið fekk frátikið tey bæði stigini.

Dysturin varð leiktur sunnudagin 28. septembur, og tað var ikki fyrr enn fríggjadagin 3. novembur, at Kyndil vendi sær til HSF fyri at fáa spæliloyvið hjá umrødda leikarunum flutt úr Viborg HK til Kyndil.

Tvídrátturin
Eftir at Kyndil hevði vent sær til HSF, gjørdi HSF felagið vart við, at leikarin hevði leikt undanfarnað vikuskifti, hareftir Team Klaksvík mótmælti óregluseminum. Tað, at HSF sjálvt boðaði Team Klaksvík frá óregluseminum, hóvar Kyndli illa. Uni Arge, formaður í Kyndli, sigur við Sosialin í dag, at hann metir, at HSF-umsitingin sjálv hevur kært Kyndil og at tað er brot á reglugerðina.

- Hetta málið halda vit vera álvarsligt fyri HSF-umsitingina, tí vit halda ikki, at umsitingin sambært kappingarreglunum hevur heimild til at kæra nakran. Í grein 5.18 í kappingarreglunum stendur, at hendir tað eftir ein dyst, at leiðslan í einum felag kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga, kann felagið mótmæla, tað vil siga feløgini skulu av sínum eintingum kæra. Í hesum málinum kærdi HSF-umsitingin sjálv Kyndil, og tað halda vit vera brot á reglugerðina, sigur hann.

Ári Rouch, sum starvast í umsitingini hjá HSF og eisini er skrivari í kappingar- og aganevnd HSFs, vísir staðiliga aftur, at HSF hevur brotið reglugerðina. Hann heldur tað hinvegin vera ein skylda hjá hondbóltssambandinum at boða frá ólógligum leikarum.

- Ja, tað haldi eg so avgjørt. Annars høvdu vit ikki gjørt tað. Vit meta ikki, at slíkt skal fara framvið borðinum. Slíkt gera tey eisini í Danmark, um umsitingin kemur fram á slíkt, sigur Ári Rouch við in.fo í dag.

Ólíkarættur
Uni Arge vísir á, at umsitingin hjá HSF væl visti um nevnda kyndilsspælaran longu áðrenn kappingarárið fór av bakkastokki, men at teir í Kyndli onga áminning fingu. Eftir teirra tykki eru teir tískil fyri ólíkarætti.

- Í avgerðini hjá Aganevndini stendur, at umsitingin væl visti um nevnda kyndilsspælara longu áðrenn kappingina. Okkara venjarar vóru eisini fleiri ferðir í sambandi við umsitingina um spæliloyvir, eisini hjá hesum spælaranum. Kyndil fekk tó onga áminning frá umsitingini um spælaran áðrenn 1. leikumfar, men tá dystur hevði verið, fekk Team Klaksvík fráboðan um spælaran. M.a. hetta prógvar eftir okkara tykki ólíkarættin, sigur hann.

Eisini hesum vísir Ári Rouch aftur. Sambært honum, so vistu teir als einki um at spæliloyvið ikki var í lagi.

- Vit vistu, at leikarin var har, men vit vistu ikki, at loyvið ikki var flutt. Vit høvdu sæð hann spælt og vistu navnið, men vit vistu ikki, at hann hevði verið uttanlanda. Tað er ikki okkara uppgáva at kanna leikararnar frammanundan. Tað eru somikið nógvir, at tað hava vit als ikki møguleika fyri, sigur hann og vísir til grein 3.5 í kappingarreglunum, har tað stendur, at:

- Feløg hava skyldu til, eftir umbøn frá øðrum felag við tilknýti til HSF, ella frá HSF sjálvum, at skriva spæliloyvi við fríandi virknaði til tann av nevndu pørtum, sum biður um tað. (...) Leikari má aldri nýtast, fyrr enn móttøkufelagið hevur leikarans spæliloyvi og hevur móttøkufelagið sjálvt treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at leikarin hevur leikrættindi fyri felagið.

Mannagongdin í sambandi við flyting av spæliloyvum ímillum lond er tann, at felagið, ið biður um spæliloyvið, vendir sær til avvarðandi hondbóltssamband – í hesum føri Hondbóltssamband Føroya. Hondbóltssamband Føroya vendir sær síðani til avvarðandi hondbóltssamband hjá tí felagnum, ið hevur spæliloyvið hjá leikaranum – í hesum føri danska hondbóltssambandið og Viborg HK.

Kæra víðari
Kyndil hevur 12 dagar eftir at kæra úrskurðin hjá aganevndini til dómsnevndina. Og tað ætlar felagið sær.

- Vit ætla okkum allan vegin við málinum, so álitið á HSF-umsitingina kann endurreisast, tí hon hevur skyldu til at viðgera feløg eins. Vit vænta, at málið endar við, at virksemið hjá HSF-umsitingin verður gjølla eftirhugt og regulerað, tí so hvørt sum umsitingin styrknar við løntum fólki, tykist hon at taka sær meira vald, enn reglugerðirnar loyva, men tað gongur ikki. Hon kann ikki arbeiða eftir egnum høvdi, sigur Uni Arge.