Sea Shepherd Global hava gjørt. Filmurin fylgir tveimum ungum týskarum, Nils og Nico, sum vóru í Føroyum í fjør summar sum partur av herferðini Sleppið Grindini hjá Sea Shepherd. - Teir báðir veiða gri [...] grindaveiðumenn og ynskja samstundis at bjarga stóru djórunum frá blóðiga sláturinum, skrivar ARD í lýsingini av sendingini. Sendingin, sum væl saktans er á týskum, sæst her.
upp móti Sea Shepherd í Føroyum. Meðan summi av teimum sjálvbodnu eru »totalt hjernadeyð« heldur stríðsmaðurin sjálvur, at tað ber til at røkka fleiri teirra við sakligum argumentum Í Vikuskiftis Sosialinum [...] Vikuskiftið fer aftur um seinastu mánaðirnar. Vikuskiftis Sosialurin fæst til keyps í Havn í kvøld og kring landið í morgin.
til góðar og vilja tryggja, at hetta ikki henir í 2017. Men í 2016 hækkar blokkurin altso - hóast ætlanin var at hann skuldi frystast og verða tað sama sum í 2015. [...] 600.000 krónur. So nógv hækkar blokkurin, sum Danmark veitir Føroyum. Ætlanin var annars, at blokkurin ikki skuldi hækka, eftir at nýggja samgongan tók viðå, men so er ikki. Av tekniskum orsøkum boða danir
teimum 140 úr Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum. Kappingin í Hillerød hevur verið millum tær størstu ungdómskappingarnar í Danmark, men luttakaratalið í ár var nakað lægri enn vanligt. Tað gekk tó
Sandoynni er Lonin, har sandingar síga. Hetta er hægsta sig í Føroyum, 300 metrar. Og bjargamenn halda, at hetta kanska skal roknast sum hægsta sig í verðini. Nú skipar Lonafelagið fyri áhugaverdum tiltaki [...] heimildarfólk tosa um gamla og nýggja bjargamentan, og myndir verða at síggja av síging og ræning í Lonini. Eisini verða línur og útgerð sýndar fram. Jens Kjeld-Jensen og Bergur Olsen halda fyrilestrar
áheitan um hjálp frá einum fronskum hernaðarskipið. Frigattin Primauguet var stødd nakað í ein landnyrðing úr Føroyum, tá ein av hermonnunum legðist sjúkur við innaru bløðingum. Orsaka av nógvum mjørka, var [...] skjóttgangandi báti hjá franska herinum manninum inn á Landssjúkrahúsið. Í morgun kom so franska hernaðarflogfarið á myndini í Vágarnar eftir manninum.
- Bert tvey línuskip eru til fiskiskap í løtuni. Bæði skipini fiska í Eysturgrønlandi og landa í Íslandi. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at øll hini línuskipini liggja [...] til fiskiskap aftur undir Føroyum, men nøkur línuskip aftrat fara til Eysturgrønlands at fiska. Streymurin verður rættiliga harður fyrst í vikuni, men verður brúkiligur síðst í vikuni. - Vit vænta tí ikki [...] ikki nógvan útróðrarfisk í næst viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.
Tiltakið, sum varð fyriskipað í Saksun sunnudagin, har hornorkestur og symfoniorkestur úr øllum Føroyum høvdu konsert, eydnaðist stak væl. - Umleið 400 fólk vóru í Saksun henda dagin. Veðrið varð av tí [...] tí besta, og konsertin var sera væl eydnað, vita tey í Sunda kommunu at siga. Dávur Juul Magnussen, fyriskipari, sigur við heimasíðuna hjá Sunda kommunu, at um undirtøka verður fyri tí, verður aftur skipað [...] næsta ár. Á heimasíðuni - www.sunda.fo - síggjast myndir frá forvitnisliga og væleydnaða tiltakinum í Saksun sunnudagin.
Eivør var í Føroyum farna vikuskiftið í sambandi við útgávuna av barnabókini Skrímslið Lítla Systir Mín, var hon júst komin aftur av einari stórari konsertferð í Týsklandi. Konsertferðin var í sambandi [...] Room á týska marknaðinum, og Eivør framførdi í Cologne, Hamburg, Frankfurt am Main, Berlin, Halle og Flensburg, áðrenn konsertferðin endaði í Eysturríki í Wien. Í sínum tíðindabrævi sigur Eivør, at hon gleðir [...] gleðir seg til eina uppaftur størri konsertferð í Týsklandi komandi ár, og kallar hon hetta byrjanina til okkurt sera undurfult.
Í kvøld framførir eitt tað besta skandinaviska Elvis kopi-orkestri, Elvis On My Mind, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Bólkurin, sum eisini vitjaði í Føroyum fyrr í ár í sambandi við Varmakeldu, telur fimm [...] fimm mans. Forsangarin í orkestrinum, Brian Trøjborg, dugir rættiliga væl at syngja og dansa sum Elvis, og fyri fáum vikum síðani vann hann kappingina um at gerast tann besti Elvis í Skandinavia. Talan var [...] um eina stóra kapping, sum kallast Elvis meistaraheitið. Elvis orkestrið fer á pallin í Mentanarhúsinum á midnátt í kvøld.