Blokkurin hækkar 600.000 krónur í ár

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur fingið at vita, at blokkurin úr Danmark hækkar við prístalinum í 2016

600.000 krónur.

So nógv hækkar blokkurin, sum Danmark veitir Føroyum.

Ætlanin var annars, at blokkurin ikki skuldi hækka, eftir at nýggja samgongan tók viðå, men so er ikki.

Av tekniskum orsøkum boða danir nú frá, at blokkurin kortini hækkar, hóast avtala er gjørd um, at hetta ikki skuldi verða so.

Danir biðja halda sær til góðar og vilja tryggja, at hetta ikki henir í 2017.

Men í 2016 hækkar blokkurin altso - hóast ætlanin var at hann skuldi frystast og verða tað sama sum í 2015.