Vestan fyri á Sandoynni er Lonin, har sandingar síga. Hetta er hægsta sig í Føroyum, 300 metrar. Og bjargamenn halda, at hetta kanska skal roknast sum hægsta sig í verðini.
Nú skipar Lonafelagið fyri áhugaverdum tiltaki, har fyrilestrar um fugl og ræning verða at hoyra, heimildarfólk tosa um gamla og nýggja bjargamentan, og myndir verða at síggja av síging og ræning í Lonini. Eisini verða línur og útgerð sýndar fram.
Jens Kjeld-Jensen og Bergur Olsen halda fyrilestrar.
Tiltakið verður á Bókasavninum á Sandi nú leygardagin.









