Í kvøld framførir eitt tað besta skandinaviska Elvis kopi-orkestri, Elvis On My Mind, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Bólkurin, sum eisini vitjaði í Føroyum fyrr í ár í sambandi við Varmakeldu, telur fimm mans.
Forsangarin í orkestrinum, Brian Trøjborg, dugir rættiliga væl at syngja og dansa sum Elvis, og fyri fáum vikum síðani vann hann kappingina um at gerast tann besti Elvis í Skandinavia. Talan var um eina stóra kapping, sum kallast Elvis meistaraheitið.
Elvis orkestrið fer á pallin í Mentanarhúsinum á midnátt í kvøld.