Tá Eivør var í Føroyum farna vikuskiftið í sambandi við útgávuna av barnabókini Skrímslið Lítla Systir Mín, var hon júst komin aftur av einari stórari konsertferð í Týsklandi.
Konsertferðin var í sambandi við útgávuna av Room á týska marknaðinum, og Eivør framførdi í Cologne, Hamburg, Frankfurt am Main, Berlin, Halle og Flensburg, áðrenn konsertferðin endaði í Eysturríki í Wien.
Í sínum tíðindabrævi sigur Eivør, at hon gleðir seg til eina uppaftur størri konsertferð í Týsklandi komandi ár, og kallar hon hetta byrjanina til okkurt sera undurfult.