400 fólk í Saksun

- Um undirtøka verður fyri tí, verður aftur skipað fyri einum slíkum tiltaki næsta ár, sigur fyriskiparin, Dávur Juul Magnussen.

Tiltakið, sum varð fyriskipað í Saksun sunnudagin, har hornorkestur og symfoniorkestur úr øllum Føroyum høvdu konsert, eydnaðist stak væl.

 

- Umleið 400 fólk vóru í Saksun henda dagin. Veðrið varð av tí besta, og konsertin var sera væl eydnað, vita tey í Sunda kommunu at siga.

 

Dávur Juul Magnussen, fyriskipari, sigur við heimasíðuna hjá Sunda kommunu, at um undirtøka verður fyri tí, verður aftur skipað fyri útikonsert næsta ár. 

 

Á heimasíðuni - www.sunda.fo - síggjast myndir frá forvitnisliga og væleydnaða tiltakinum í Saksun sunnudagin.