- Bert tvey línuskip eru til fiskiskap í løtuni. Bæði skipini fiska í Eysturgrønlandi og landa í Íslandi.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Lagt verður aftrat, at øll hini línuskipini liggja við bryggju.
- Enn er óvist, nær tey fyrstu skipini fara til fiskiskap aftur undir Føroyum, men nøkur línuskip aftrat fara til Eysturgrønlands at fiska.
Streymurin verður rættiliga harður fyrst í vikuni, men verður brúkiligur síðst í vikuni.
- Vit vænta tí ikki nógvan útróðrarfisk í næst viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.