Seinnapartin sunnudagin fekk MRCC Tórshavn eina áheitan um hjálp frá einum fronskum hernaðarskipið.
Frigattin Primauguet var stødd nakað í ein landnyrðing úr Føroyum, tá ein av hermonnunum legðist sjúkur við innaru bløðingum.
Orsaka av nógvum mjørka, var ikki ráðiligt at senda tyrluna eftir manninum, og tí var Primauguet biðin um at sigla inn á Nólsoyarfjørð við manninum.
Har møtti bjargingarbáturin LÍV skipinum, og fylgdi síðani einum skjóttgangandi báti hjá franska herinum manninum inn á Landssjúkrahúsið.
Í morgun kom so franska hernaðarflogfarið á myndini í Vágarnar eftir manninum.