TAÐ mundi verða móttikið av flestu síggjarunum herfyri sum ársins skemtisøga, tá Føroya løgmaður, bar í bøtuflaka fyri niðurgerandi skrivingini hjá partamanninum Óla Breckmann í Dagblaðnum mánamorgunin [...] - og í hesum førum komandi samstarvsmonnum - er ikki eindømi. Hon er afturvendandi. Men gott tað sama - at ÓB fór so langt hesaferð, tí hetta hevur fingið ilt í hansara egnu. At løgmaður so eisini fer [...] tordi at tala sosialistunum í tjóðveldisflokkinum ímóti. Stemmið tí uppá meg. LOYALUR sigur Anfinnur um ÓB. Ja tað verður stuttligt at vita, hvussu loyalur hann fer at vera, tá sosialistisku loysingarmenninir
Her hugsa vit um samráðingarnar við danir um bankaendurgjald, afturrindan av skuld, broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum oma. Vit hugsa um eina loysn á marknatrætuni við bretar, um skilagóða menning [...] menning av eini oljuvinnu, um endurnýggjan av fiskiflotanum og annars um nýhugsan á teimum vinnuligu økjunum. MEN vit hugsa eisini um at tryggja vælferðarsamfelagið, so tey gomlu og sjúku og annars øll , [...] verða slept upp á fjall men fáa liviligar umstøður. Hetta økið má ikki niðurprioriterast, tó at vit um sama mundið skulu til at taka størri ábyrgd av egnum samfelag. Sjálvstýrismenningin má tí verða tætt tengd
prostituera seg nógv, skal hann nú fara í eina samgongu saman við sambandinum. Sama kann sigast um fólkaflokkin. Men her veldst alt um, hvussu persónarnir fara at klára seg til valið. Kemur Edmund styrktur burtur [...] hvørjum eygum tú sær. Føroyar eiga at fáa eitt nýtt stýri, sum gongur tvørtur um miðjuna og til vinstru. Tað er tí eisini at fegnast um, at veljarakanning ikki gevur teimum borgarligu flokkunum meiriluta, síggja [...] A og D at góðtaka samarbeiði. Men tað veldst eisini um persónarnar í D. Helena er enn formaður, men SPÍG kann yvirhála hana. Spurningurin tá er, um tað verður borgarliga linjan hjá SPÍG, sum fer at avgera
Avtalu um skuldina og 3. Avtalu við bretar um markið. Men ístaðin fyri at hugsa um Føroyar og fyri tað eisini sambandsflokkin setti løgmaður sín egna persón í fokus. Tað var nú ikki ein spurningur um at brúka [...] innbjóðing at vitja Bretland. Hann undrast á, at løgmaður tekur stig til at fáa fund við Blair, júst um sama mundið sum hesin hevur tikið við formansskapinum í ES. Í DIMMALÆTTING í gjár nemur Jákup Joensen [...] krav sítt fram um eitt mark, sum gekk heilt inn móti klettinum, hevur Sosialurin talað søk Føroya og funnist harðliga at bretum. Hesa dokumentantiónina kann sambandstingmaðurin fáa, um hann ognar sær
SJÁLVANDI skulu danskir politikarar hava loyvi at siga sína hugsan um føroyingar og Føroyar. Bæði uppá gott og ilt. Vit liva í einum frælsum og demokratiskum samfelag, og partur av tí almenna orðaskiftinum [...] merki í, at formaðurin í CD-flokkinum í Danmark, Mimi Jacobsen hevur havt sera niðurstandi úttalilsi um føroyingar og Føroyar. Sjálvandi skal hon hava loyvi til at finnast at viðurskiftum her, men tað tú [...] óhugaligt í tí atburði, sum Mimi Jacobsen vísir føroyingum sum heild. Leggið til merkis, at hon tosar ikki um ella við føroyskar politikarar. Adressa hennara er Føroya fólk ......de færinger.... OG tá tú so veit
livandi tjans at klára seg. Hetta eru mál og trupulleikar, sum eingin tekur upp á tunguna. Tað sama kann sigast um tann yvirordnaða búskaparpolitikkin. FYRSTA fjórðingin av hesi øldini setti toganin millum [...] 8-10 prosent av fólkinum einki arbeiði, og at ungdómsarbeiðsloysið er stórt. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er tvingandi neyðugt við einum virknum og skilagóðum vinnupolitikki. Ikki bara í fiskiídnaðinum
greið ávaring um, hvat okkum stendur í væntu, um vit bara lata standa til. TAÐ ringasta, sum kann henda í føroyskum politikki - sum kann henda føroyska samfelagnum og føroyska borgaranum - er, um fólkaflokkurin [...] ein altíð at vera varin og ikki taka eina veljarakanning fyri nakað fult og heilt. Talan er oftani um eina kanning, sum bert byggir á lutfalsliga lítið tal av veljarunum. Tá vit hava donsku veljarakanningarnar [...] óhugnaligum ultrahøgravendum ráki niður á danating at umboða Føroyar. Men harfrá og so til at lata sama mann sleppa at standa á odda í skipan av einum komandi landsstýri er nakað, sum restin av fólkinum
trupulleika á fólkatingi, má sigast, at trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin so mikið størri. Talan er um ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði, ger hann ikki av at [...] hannsjálvur hevur brúkt nógva orku at rósa sær av og gera til sína. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so góðum hýri fer hann ikki at fella eina [...] í Danmark, bráddliga fingið eitt heilt nýtt ljóð. Nú vendir flokkurin hjá Óla Breckmann sær ímóti sama. Hetta er trupulleikin, sum ikki bara ÓB hevur fingið, hetta er trupulleikin, sum fólkaflokkurin við
orðaskifti um ikki bert spurningin, hvar ein framtíðar útgerðarhavn skal liggja, men um okkara framtíðar vinnupolitikk. Eftir okkara tykki er tað líka so týðandi at fáa hetta uppá pláss sum at tosa um at fáa [...] klandrið - ella hvat tú vil kalla tað - um framtíðar oljuútgerðarhavnina/havnirnar í Føroyum. Ikki meira enn vóru dyrnar latnar aftur til tíðindafundin á Hafnia um Drelnes sum oljuútgerðarhavn, so vórðu [...] dyrnar til býráðssalin í Havn latnar upp - til tíðindafundin um Sund sum útgerðarhavn. Og tað ljóðar, at uppaftur aðrir fundir verða í næstum um enn fleiri útgerðarhavnir kring landið. SUM so er einki óvanligt
frøast um, at samfelagið hjá okkum kann bjóða ungdóminum hesar møguleikar. Men tað er ikki nóg mikið við tíð. Vit eiga at spyrja okkum sjálv, um lestrarmøguleikarnir eru nóg góðir her á landi, og um vit eiga [...] Nú fingu øll somu upphædd. Einasti munur var, um tú búði heima hjá foreldrum ella fyri teg sjálvan, ella um tú vart undir ella yvir átjan ár. Semja var um, at hetta var ein góð stuðulsskipan, sum samstundis [...] meira var tosað um loysing og sjálvræði. Okkara tilmæli til Signar á Brúnni, landsstýrismann í undirvísingarmálum og á politikarar annars er, at stuðulin í minsta lagi eigur at fáast upp á sama støði, sum hann