parturin av teimum væl kendu málningunum hjá Livari Nysted hava verðið málaðir á traditionella háttin við pensli á hvítt lørift. Men á Norðoyastevnuframsýningini í ár mundi onkur ivaleyst varnast, at Livar var [...] pensil hevði hann strokið málingina á løriftið við einum lítlum spartlijarni. Og júst hesin teknikkurin setur sín heilt serliga dám á framsýningina, sum er at síggja á Norðoya Kunningarstovu í løtuni. Dýpd [...] sum at okkurt nýtt er at hóma hvørja ferð, tú hyggur, og longur tú hyggur inn í myndina. Soleiðis fáa væl kend myndevni eitt heilt annað útrykk. Á myndini Bátur sæst til dømis ein forvitnisligt spæl millum
slagi, og hevur haraftrat kunnað prógvað at hon veruliga ber úrslit við sær á eitt størri og breiðari tal av sálarligum sjúkum, m.a. á ótta og tunglyndi. Hyggur ein eftir ótta sum sálarligt hugtak, so eru fleiri [...] 200.000 fólkini hava havt ymiskar møguleikar fyri viðgerð, m.a. ta dynamisku sum byggir á hugsanirnar hjá Freud og á ta kognitivu. Hagtølini vísa, at ein sjúklingur við slíkum ótta kann ganga til samtalu [...] samtalu er óttin longu vorðin minni. Á fyrsta sinni kann sjúklingurin merkja eina vón og eina meining við lívinum. Tey merkja snøgt sagt, at tey ikki eru so bangin longur. - Vit eru sjálvandi ikki undurmakarir
Finnbogi var virkin maður á føroyska mentanarpallinum, og dugdi sum fáur at seta orð á gerandisdagin bæði burturi og heima. Tað er ikki hvør sum helst, ið stendur undir børu, tá Merkið fer á hálva stong bæði í [...] hevði hann umsett úr: "Hini tigandi kollveltingini" eftir Noreene Hertz. Aftan á virkna lív sítt á tingi, gav Finnbogi okkum á henda hátt framvegis meira innlit í alheimsgerðina enn mangur aktivur politikkari [...] viðmerkingar komu framvegis úr hansara penni, og á tingi merktist skilliga, at hann framvegis var har okkara millum, hóast hann ikki var partur av manningini longur. Maðurin, sum sjálvboðin tók landsstýrissessin
óttanum fyri einseminum og marrudreymunum burtur, men á onkran hátt hjálpti tað seta orð á kenslurnar. Eitt tað síðsta, hann skrivaði í bókina, ljóðaði á leið soleiðis: Uttan mun til, hvussu nógv eg royni [...] Mitt í øllum sorgarleikinum helt livið rundan um Tummas fram á sín mest ítøkiliga hátt. Dáman hjá honum var uppá vegin, og seks mánaðir eftir, at hann hevði sagt soninum farvæl á sjúkrahúsinum, stóð Tummas [...] tey hava altíð tosað um hann í tann mun, onkur hevði tørv á tí og annars, tá tað kennist nátúrligt. Tað kann verða so mangt, sum bendir tosið inn á Kristian. Tað kann til dømis vera okkurt, sum minnir um
reseptionistinum bøkurnar í varðveistlu, og heitti á hann um at flýggja harra Ísakson tær, táið hann kom heimaftur á gistingarhúsið. Bara góð tvey ár eru hespað upp á tíðarsnælduna síðani. Ikki sørt at eg hevði [...] Hansen. Flogvitið og elefantiska minnið fornoktaðu seg heldur ikki ta ferðina. Á veg til Føroyar støkk eg inn á gólvið á Christiansborg hendan leygarmorgunin. Ein partur av viðførinum stóð har. Ruddaði [...] segði hann okkum á einum fundi norðuri á Eiði, at rættiliga politiska kveikingin kom, táið hann hevði átikið sær at selja 14. September í leysasølu, ímeðan Klaksvíkstríðið gekk upp á tað harðasta. Eitt
taldir, tað er bert Hann ið øllum valdar, ið veit tað. Tað var á Norðoyastevnu í 1961 at vit báðir hittust fyrstu ferð inni hjá Nielsi á Biskupstøð og her knýttu eitt vinarband fyri lívið, eitt vinarband [...] Tað var stutt eftir ólavsøku, at hann og Ása komu inn á gólvið hjá okkum, og fortaldi okkum, at hann hevði fingið eina ólekiliga sjúku, so vit vistu, at hann livdi illa, men at lívsskeið hansara longu [...] sum styrknaðï, tá ið vit bæði Kristiana byrjaðu at ganga saman og seinni giftust. Finnbogi gekk tá á studentaskúlanum, og tá ið hann gekk í 3.g. byrjaði hann at atbeiða í útvarpinum. Eitt arbeiði, sum
lýddi á onkran. So varin og tó respekterað. Á skúlabeinki var hon millum tey stinnastu. Hon var sera nom og hevði so lætt við lestur og skúla. Tann stutta teinin á Áargarði frá Beitisvegi og út á Egg standa [...] um borð á Súluni. Bróðirin Poli hjá Guttormi, Martin hjá Fríðrikki og Meinhard úti á Bø vóru eisini við. Teir sita í lugarinum og práta um bygdarmenn, og prátið fellur á ein mann. Men tá helt Óli fyri: [...] saman á ymsan hátt, meðan tær taldu uppeftir, tá bar sjáldan til hjá drongjunum at fylgja við. Hann kom kanska upp til tey fimtan - tjúgu, men hon og vinkonurnar fóru upp á tað dupulta og longur. Eisini
hvat vit hava hug til og hug á. Og so verða summi mestsum bara undirdýkt í gávum. Líggjas í Bø, størsta nýbrotið í føroyskum skaldskapi í seinnu helvt av síðstu øld (tað helt Chr. Matras eisini), eigur í [...] karakter (Søren Kierkegaard), og støðugt at vera á leið móti tí ósigiliga - hvar ella hvat hetta so enn er. Janus Janus hevur altíð verið ein feril av eini standmynd á ferð, tryggur, smílandi, vinarligur, tó so [...] materiellan skaða. Og tá fekk »tann grái eminensurin« tann heiður, á høgum og búnum aldri, at verða handtikin av løgregluni - glettandi á tonn, sjálvandi. Stikk denn. At vera ein sjálvur Janus hevði fýra
við ávísari fráflyting orsakað av minkandi búskaparvøkstri, tískil liggur hæddarpunktið á fólkatalinum á uml. 50.000 á myndini. Hóast talan er um null-vøkstur í fólkatalinum merkir hetta ikki at allir al [...] avbjóðingar samfe-lagið stendur framman fyri, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á búskaparvøkstur-in. 1. Globaliseringin Vanliga ávirkanin á samfeløgini av øktu globaliseringini er, at "gamlar" vinnur flyta burtur [...] Dømi úr Írlandi er væl kent, og er við í frágreiðingini, so her verður í staðin komið eitt sindur longur inn á Oulu-dømið. Oulu liggur norðaliga í Finlandi og er ein býur/ región við uml. 200.000 íbúgvum,
rættindi? Eg segði at byrja við, at eg helt ikki homoseksualitet í sær sjálvum vera so serstakt, og ein kann spyrja hví so gera tað so serstakt við at røða á Vaglinum og á annan hátt. Ein kann spyrja, hví ikki [...] upp á sama máta, sum onnur. Her verður ikki hugsað um, hvar ein verður giftur men um, hvat tað merkir løgfrøðisliga at tveir samkyntir persónar verða giftir. Nú kunnu samkynt als ikki giftast her á landi [...] hjá sær. Einlig kunnu ættleiða, og eru tað fleiri, sum bíða við at giftast, til aftan á at ættleiðingin er komin upp á pláss. Tað ber til at lata kvinnum sáð o.s.fr. So um vit vilja tað ella ikki, so eru