Vinarbond, ið hildu fram til dagin, deyðin gjørdi skilnað okkara millum.
Hetta var tann 23. januar 1979, tá Finnbogi lat skrivstovu sína frá sær úti í Tinganesi og valdi at gerast vanligur tingmaður aftur.
Finnbogi hevði tá sitið í fýra ár sum landsstýrismaður, og hugur hansara leitaði nú aðrar vegir. Tægan, hann setti frá sær, var ikki tóm, hann hevði avrikað nógv hetta stutta skeiðið, og væl var, at hann ikki slepti endanum heilt, men helt fram sum tingmaður.
Finnbogi hevði hetta vinnandi lyndi, og tú visti altíð, hvar tú hevði hann. Tað lá ikki til hansara, at hvør tosaði øðrum eftir munninum, og verri enn so drógu vit altíð eina línu.
Teir stóru spurningarnir drógu tó altíð samanaftur og sigast kann, at Finnbogi var eins sannførdur tjóðskaparmaður, nú hann legið árarnar inn eftir eitt drúgvt og fjølbroytt lív í politikki, sum hann var, tá hann 23 ára gamal kom inn á ting.
Finnbogi var besti politiski lærumeistarin, nakar kundi hugsað sær, og tað var ein sannur fongur at sita undir hansara orðum og fylgja fundvísa vísdómi hansara.
Ongantíð soleiðis, at hann álegði nøkrum sínar hugsanir, men altíð soleiðis, at leitað varð eftir rætta grundarlagnum, áðrenn støða varð tikin.
Hann, ið ikki hevði ráð til at hava Finnboga sum vin, var ein fátækur maður.
Mangan var tað hann, ið greiddi tær fløktastu línurnar, setti orð á trupulleikarnar og fann veg út úr myrkrinum. Ongantíð gjørdi hann nakað, hann ikki frágera væl greiddi orsakirnar til, og altíð kendi tú teg betri, eftir at torgreidd mál vóru vend saman við honum.
"Lít ongantíð á ein, sum hevur snýtt teg eina ferð," var ein boðskapurin eg minnist serliga væl.
Finnbogi var álitismaður burturav, og hann fór úr politikki í góðum árum. Hann segði so mangan, at samfelagsmál høvdu hansara stóra áhuga, og hann slepti teimum so heldur ikki.
Gløggastu viðmerkingar komu framvegis úr hansara penni, og á tingi merktist skilliga, at hann framvegis var har okkara millum, hóast hann ikki var partur av manningini longur.
Maðurin, sum sjálvboðin tók landsstýrissessin í fíggjarmálum, tá ringast stóð til, fann eisini veg burtur úr oyðini. Sjálvandi lá tað honum fremst á hjarta, at tað eisini framyvir varð húsast væl í landsins búskapi, og tað gjørdi Finnbogi støðugt vart við í skrivt og talu.
Eingin fer órevsaður gjøgnum politiska meldurin, og sárini eru mangan ring at sleikja. Verstu svøllirnir sita ofta í rygginum, og tað er so ein treytin, ið hvør okkara skal kenna, áðrenn hann ella hon fer í takføri við hendan meldurin, ið so nógv tráða eftir.
Tað var stórfingið at gerast vinmaður Finnboga. Líka so gleðilig, gevandi og berandi tann kenslan var, líka so syrgiligt, køvandi og oyðandi var tað at missa hann burtur í góðum árum.
Finnbogi var kendur fyri sítt framúr góða politiska tev.
Hann var ein høvuðsmaðurin aftanfyri søguligu samanrenningina millum tjóðveldisflokkin, fólkaflokkin og javnaðarflokkin í 1975.
Henda samgongan laðaði stórar varðar eftir seg, har nevnast kunnu yvirtøkan av postverkinum, umsitingin av skúlaverkinum, fólkaskúlalógin og keypi av Smyrli, ið øll vóru stórmál, sum Finnbogi umsat og loysti úr lagdi.
Hóast hann tók seg av politiska pallinum fyri nøkrum fáum árum síðan, hevur sakligi og skilagóði pennur hansara ríkað politiska orðaskiftið fram til dagin í dag.
Finnbogi var virkin maður á føroyska mentanarpallinum, og dugdi sum fáur at seta orð á gerandisdagin bæði burturi og heima.
Tað er ikki hvør sum helst, ið stendur undir børu, tá Merkið fer á hálva stong bæði í Tinganesi og á Tinghúsvøllinum.
Finnbogi var heldur ikki hvør sum helst.
Finnbogi náddi at virka bæði sum løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgtingsformaður, har hann sum landsins hægsti parlamentarikari legði stóran dent á at bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá løgtingsmonnum.
Hann var formaður í ritstjórnini, sum gav út søgu løgtingsins. Eitt bókaverk í trimum bindum, sum alstórur fongur er í.
Hann var ein av høvuðskreftunum aftanfyri føroysku tíðindasendingina, Dag og viku, og bar kannuna av fleiri øðrum serføroyskum sendingum.
Harumframt umsetti hann fleiri skaldsøgur og nógvar stuttsøgur.
Finnbogi var tikin úr leikum sum málsnillingur, og hann hevur ríkað føroyska málið og politiska jørðildi við nógvum tilfari, sum hann hevur lisið í útvarpinum.
Eingin ivi um, at hann lá inni við nógvum afturat, sum vit høvdu glett okkum til at lesa og hoyra, men soleiðis skuldi ikki verða.
Skaldsøgan um Sverra kong, sum hann umsetti og las í útvarpinum var stak áhugaverd, og har lá nakað eftir.
Alheimsgerðin og boðskapurin um, at politiska skipanin er í ferð við at missa tamarhaldið á maktini í verðini til tær heimsumfevnandi fyritøkurnar, til fjølmiðlarnar og áhugabólkarnar, var eitt hitt seinasta íkastið úr Finnbogasa hondum.
Hesa søguna hevði hann umsett úr: "Hini tigandi kollveltingini" eftir Noreene Hertz.
Aftan á virkna lív sítt á tingi, gav Finnbogi okkum á henda hátt framvegis meira innlit í alheimsgerðina enn mangur aktivur politikkari gjørdi.
Hann var góður við mál og mentan okkara, og hevði framúr gott máloyra og rødd, og sera varisliga handfór hann hesi virði.
Í yndisligu yrking síni: "Far lítli útum ein løtu og spæl!" dugdi hann sera hegnisliga at svara fleiri av teimum mongu gátuføru spurningunum í skaparaverkinum.
Hann lat óvitan seta teir einfaldu spurningarnar, og abban greiða lívsins óskiljandi loynidómar fyri unga alvanum, og síðani leggja teir í Harrans hond.
Henda yrking og lagið eftir Sámal Petersen er fólkaogn í dag.
Tað er ein royndur lutur, at alt og einki er okkum givið, og nú grøvin er kastað til, og Finnbogi er farin í Harrans hendur, standa vit enn eina ferð hjálparleys og leita eftir meiningini við lívinum.
Hann, ið hevur merkt deyðans kalda gjóstur anda seg í nakkan, gerst serliga glaður um lívið og sær tað mangan í øðrum ljósi.
Har vit eru, er deyðin ikki, og har deyðin er, eru vit ikki. So einfalt er tað, og so fløkt er tað. Soleiðis segði Epikur tað fyri meira enn tveytúsund árum síðan, og soleiðis ílatin slotar mannaættin framvegis eftir lívsins gátu.
Mín góði vinur Finnbogi er farin, og einki verður longur tað sama, sum tað var. Eg loyvi mær at enda at leita upp nøkur orð, ið hann setti saman um tann stóra miss, honum og Ásu var fyri, tá tey mistu lítlu dóttir teirra.
Einki longur er tað sama,
morgun kvøld er, dagur nátt.
Alt er broytt, nú lítil glæma
borin er um deyðans gátt.
Tí tað ljós í eystri rann,
morgunstund í vestri svann.
Eins og norðljós skært tað skygdi,
men tó vónarbrýr tað bygdi.
Friður verið um minni Finnboga, og stórstu samkenslu hava vit við Ásu, Jón, Høgna, næstrafóki, vinum og kenningum, sum við deyða hansara hava mist meira, enn vit eru ment at fata.
Hergeir