Elsubu á Áargarði til minnis.

Og om det liv, der som en drøm forsvandt

Sunnudagin 28. august varð Elsuba Jegind, fødd Høgnesen, jarðað í Leirvík. Hon andaðist í heimi sínum í Horsens týsdagin 23. august 58 ára gomul. Elsuba hevði búð og verið lærari í Horsens síðani 1973. Hon giftist við Keld Jegind í 1978 og eiga tey tvey vaksin børn, sum bæði lesa í Århus. Marie er 26 og Niels er 23 ár. Kortini vildi Elsuba, sum hevur verið sjúk í nøkur ár og stundum álvarsliga sjúk, at hon skuldi leggjast til hvíldar í heimbygdini Leirvík.

Elsuba var elsta dóttir Gunnu og John Høgnesen á Áargarði í Leirvík. Gunna giftist inn hjá pápa sínum Óla, sum var einkjumaður. Bróðir hennara Petur Emil búði eisini heima. Elsuba var stórasystir. Eftir hana komu Borghild, Óli og Høgni. Vit vóru grannar og javnaldrar. Bert tvær vikur vóru okkara millum.

Nú javnaldrin er farin, rennur mangt fram fyri ein úr einum heimi og eini lívskeiði, sum er horvið í meldrinum á tíðarinnar havi. Leiðir okkara skiltust, búðu í hvør sínum heraðshorni og livdu eins og flest onnur eitt langt lív uttan stórvegis samskifti. Tað var tí sonn frøi, tá ið hon saman við vinkonum í mars mánað støkk inn á gólvið í Keypmannahavn. Í hugans heimi gongur mangur, tú hitti á lívsleiðini, og Elsuba var ein øll barnaárini í Leirvíkstúni og í framhaldskúlanum í Fuglafirði fram til preliminerskúlaprógv í 1964.

Elsuba var stórasystir!. Hon ansaði eftir teimum yngru systskjunum. Hon var innhugsin, still, hallandi vanga, tá ið hon lýddi á onkran. So varin og tó respekterað. Á skúlabeinki var hon millum tey stinnastu. Hon var sera nom og hevði so lætt við lestur og skúla.

Tann stutta teinin á Áargarði frá Beitisvegi og út á Egg standa hús við hús og í mongum teirra vóru trý til átta børn ella meira í fimtiárunum. Javnaldrar, dreingir og gentur, vóru í mongum leikum saman og í øðrum hvør sær. Orð sum javnrætt kendu vit ikki, men vit kendu væl rættin hjá hvør øðrum, og leikirnir vóru hareftir. Dreingirnir kundu vera harðligari, gera verri fortreð, argað og órógvað fólk og kríatúr, "gera seg upp", berjast og kappast. Genturnar vóru mangan kringari við bóltum, glaskúlum, lakksteini og stokkum. Men so var stundum eingin munur. Øll spældu sama leikin og Elsuba var uppií, tá ið onkur fann uppá, at nú skula vit spæla: sláa bólt, krógva og blunda, bind og loys, "røvari og politi", "hen-i-over", rulla glaskúlur, lakka ella okkurt av sangspølunum sum Fare fare krigsmand, Tag din ring ... ella Nitrið hendur. Leikpallurin var mangan bert trappisteinurin hjá teimum ella Malenu ella uttan um ein hjall nærhendis. Tá ið tær stóðu og loftaðu upp móti einum húsaveggi og ringdu seg saman á ymsan hátt, meðan tær taldu uppeftir, tá bar sjáldan til hjá drongjunum at fylgja við. Hann kom kanska upp til tey fimtan - tjúgu, men hon og vinkonurnar fóru upp á tað dupulta og longur. Eisini við glaskúlum á tí slætta eyrtúninum undir húsinum hjá Hans Andreasi lá betur fyri hjá henni. Tey mildu summarkvøldini vóru børnini uttandura, og spæl avloysti spæl, til mammurnar kallaðu síni innar. Barnamøðin var mangan so nógv, at tað kom væl við at fáa boð um at koma til hús, tí nú var songartíð. Næsti morgun bíðaði. Vetrarkvøldini í góðum kavaveðri var Beitisvegur sjálvt olympia fyri okkum børn.

Komið út á hásummarið roðaði kvøldarsólin so fagurlitt norðuri í hav. Nestindar ljómaðu móti døkka kvøldhimmalinum. Aftur kom sólin undan Boðunum og fór eystur í Djúpini, meðan Tindurin og Ritafjall var eitt veldugt, reyðstoytt tjald oman fyri okkum. Børn og vaksin steðgaðu á og vóru kvirr. Litu norð í hav og bíðaðu, um sólin aftur í kvøld søkk gylt í kav, ella um tokubakkin í havsbrúnni kom fyri. Óiva mundi Elsuba onkuntíð tá og seinni heima á vitjan sita í stovu-glugganum og síggja somu sjón. Teirra útsýni var so avbera gott til hesa veldugu náttúrumynd, sum so fáum føroyskum bygdum er unt. Dimmið og kvirran eftir sólsetur bar dám av guddómligum veldi. Stokkuta stund eftir lýsti aftur og sama sólin roðaði Borðoyarfjøllini eystan Galvin

Eftir ólavsøkuna fóru tey í bøin. Teigarnir lógu mest sum lið um lið. Abbin Óli og Petur Emil við líggjanum. Mamman við døtrunum í hoyna, seinni dreingirnir eisini. Og onkur summør kom Leinamostir úr Vági við einkarsoni sínum Tummasi. Friðsælt hús við kúgv í kjallaranum. Møður skiftu orð saman, børn spældu í hoynum, hoyggjaðu og bóru inn. Okkurt góðveðurskvøld var kanska farið at spæla uttan um sátubørnini og hesjurnar, meðan august mánaður lækkaði og kvøldardimmið longdist.

Fá børn í heimbygdini fóru til Fuglafirðar í preliminerskúla um hetta mundið. Sunnukvøld fóru vit bæði og eini átta onnur í bygdini inn við Edmundi, sum heintaði okkum aftur leygardag seinnapartin. Vit búðu alla vikuna í Fuglafirði hjá familju ella kenningum. Enn var niðurlagið mangan í Leirvík, at ikki var neyðugt við skúlagongd eftir 4. flokk. Hevði tú fingið prestsins hond á høvdið, var tíð hjá dreingjum at fara til skips ella annað mansarbeiði og hjá gentunum at fara at tæna ella í fisk. Umskifti frá Leirvík til Fuglafjørð var ikki so stórt. Disiplinin var hørð og siðvenjan føst. Fríkorter eftir fríkorter stillaðu vit upp í garðinum og bíðaðu, til lærarin kom niður eftir okkum og fylgdi okkum til skúlastovuna. Kortini høvdu vit í Fuglafirði trý góð, trygg skúlaár og kundu velja at halda áfram við skúla ella fara í læru ella í vinnu. Tá var altíð okkurt at fara til hjá ungfólki.

Eitt skifti arbeiddi Elsuba á fiskirannsóknarstovuni úti í Tinganesi og eitt skifti í klædnabúð. Á heysti 1966 fór hon á læraraskúla í Haslev. Men knappliga er heimið fyri hørðum smeiti. Pápin doyði bráddliga uttan sjúkralegu í 1968. John var av Toftanesi, sonur Rasmus og Rasminu. Hann lærdi jarnsmíð í Klaksvík og var farin at byggja har, men var fyri vanlagnu at fáa tuberklar fyrst í fimtiárunum. Hetta neit fast. Tey fluttu til verfaðirin í Leirvík. John bygdi sær smiðju á Kulibakka. Men nú var tann sterki smiðurin farin frá amboltinum. Stígur kom í útbúgvingina hjá Elsubu av hesum stóra missið. Hon fekk tó læraraprógvið í 1971. Vert er at nevna, at abbin, gamli Óli, so leingi hann kundi, og mammubeiggin Petur Emil nú vóru í faðirs stað. Eingin ivaðist í, at Petur Emil var teimum faðirleysu børnunum góður mammubeiggi. Hann legði frá sær eftir í mei 2003.

Elsuba var lærari á Venjingarskúlanum 1971 - 73. Síðani leitaði hon sær niðuraftur og var lærari í Horsens, tá ið hon í 1977 hitti Keld, sum hon giftist við í 1978. Um hetta mundið blómar Elsuba og hevur nógv jørn í eldinum. Hon vildi út at síggja og uppliva. Hon var í Pólandi, og hon var á málskeiði í Edenburg. Í 1978 var hon í kibutz í ísrael.

Barnaárini í Leirvík vaks Elsuba upp inni hjá abbanum Óla. Hon var uppkallað eftir ommuni. Óli var stillur og siðiligur maður. Ein søgan um hann er ein dagin um borð á Súluni. Bróðirin Poli hjá Guttormi, Martin hjá Fríðrikki og Meinhard úti á Bø vóru eisini við. Teir sita í lugarinum og práta um bygdarmenn, og prátið fellur á ein mann. Men tá helt Óli fyri:
"Hann er eingin bygdarmaður!. Hann hevur sagt klaksvíkingum frá tí, sum ikki skuldi farið av bygdini, og teir hava fortalt honum slíkt, sum teir skuldu havt harinni." Við hesum vildi hann siga, at tú skalt ikki tala ilt um bygdarfólk títt.

Óla dámdi so væl sálmin í donsku sálmabókini nr. 650:
Tænk når en gang den tåge er forsvunden
Som her sig sænker over livet ned
Når dagen evig klar er hist oprunden
Og lys omstråler hvert af mine fjed".

Við jarðarferð hansara tók Hvass prestur afturíaftur hendan sálmin og helt áfram við 6. ørindi:
"Tænk når engang i himlens gylne sale,
jeg med den ven, jeg her på jorden fandt,
i lyset om et evigt liv skal tale,
og om det liv, der som en drøm forsvandt!"

Hesar smásøgur um abban renna mær nú aftur í huga. Elsuba brá ikki úr ætt. Milda lyndi hjá abbanum átti eisini hon. Tikið var til í Leirvík um tær tríggjar langabbasystrarnar hjá henni, sum vóru av Skála og búðsettust í Leirvík: "einglarnir av Skála".

Mong ár eru liðin. Langt lærarayrki er lagt afturum og nú lækkaði aftur ein augustmánaður. Grasið fellur fyri líggjanum, og hógvurin gulnar. Men hendan august mánað vitjaði líggjamaðurin eisini Elsubu. Tann vakra summarblóman var nú staðin og búgvin til skurð. Sólin er sett. Tó um stokkuta stund lýsir aftur.

"Lat tey meg leggja í gravarbú
Og flag yvir leiðið tekja
Við mær , hirði mín, fylgir tú
Aftur til lívs meg at vekja."

Tey bæði Elsuba og Keld høvdu so mangan vitjað heimbygdina saman við børnunum. Gingið aftur á gamlar gøtur og mint seg aftur á støð og hendingar á leiðini. Gøtan ein var tó eftir. Ùr barna-heiminum og Salinum inn í kirkjugarðin til tey kæru, sum undan vóru farin. Nú er gøtan gingin, og Elsuba hvílir hjá fedrum sínum. Friður veri við minni hennara.


Martin.