Tórbjørn Jacobsen
Tingmanningin heitti á meg um at finna Finnboga eina gáva, nú hann fór um sekstiára hvarvið. Reikaði kring danska høvuðsstaðin og fann umsíðir tað frægasta av politiskum litteraturi, sum tá var uppi í tíðini. Seinri, kvøldið var ligið nakað, legði eg leiðina frá Sláturhólmanum inn til DGI-býin, at handa hesum fræga manni gávuna frá flokkinum, sum hann hevði tænt so fyrimyndarliga mesta partin av lívinum. Fekk at vita, at Ása og hann vóru farin sær ein spákingartúr í ríkisins metropoli, lat tí reseptionistinum bøkurnar í varðveistlu, og heitti á hann um at flýggja harra Ísakson tær, táið hann kom heimaftur á gistingarhúsið. Bara góð tvey ár eru hespað upp á tíðarsnælduna síðani.
Ikki sørt at eg hevði eina ambivalenta støðu til tað, at tey bæði vóru stødd í Keypmannahavn hesar dagarnar. Ferðin var finaluvinningurin í eini spurnarkapping í sjónvarpinum, harið skrivstovustjórin í Løgtinginum og fyrrverandi løgtingsformaðurin bastu okkum báðum Jóannesi Hansen. Flogvitið og elefantiska minnið fornoktaðu seg heldur ikki ta ferðina. Á veg til Føroyar støkk eg inn á gólvið á Christiansborg hendan leygarmorgunin. Ein partur av viðførinum stóð har. Ruddaði upp eftir mær fyri vikuna og bráðliga ringir telefonin. Føðingardags-barnið er í hinum endanum. »Hevði ætlað, at vit báðir tóku eitt prát saman í dag«, ljóðaði úr hinum endanum. Tað lat eg mær ikki siga. Hittust inni á høvuðsjarnbreytini løtu seinri, og á eini matstovu tosaðu vit um leyst og um fast, somikið leingi, at flogfarið hjá Atlantsflog mundi vera komið til Hetlands, táið vit skilt-ust og tey bæði Ása spakuliga gingu seg inn í tað íðandi rákið, mannamúgvurnar, ið fylgja ymsu sjóvarføllunum í stórbýarlívinum. Aftur einaferð var eg sloppin at sita við Gamaliels føtur. At súpa í meg úr vitinum hjá hesum politiska stórmeistaranum úr Brekkuni í Klaksvík. At framtíðin í foldarlívinum ikki røkk longur enn fram til hendan mikumorgunin, táið Páll á Reynatúgvu ringdi, og bar mær feigdarboðini um deyða hansara, tað vardi meg ikki tá.
Finnbogi var ógvuliga bevístur um sín uppruna. Av serliga góðum grundum kom mamman at hava avgerandi týdning fyri hann, hin gitna Anna í Brekkuni, sum keypti stóra, lokala vinnumogulin, J. F. Kjølbro, út úr Atlantsfarinum táið Billu-Jógvan so brádliga legði árarnar inn í 1948. Harvið gjørdist hon ein av fáum kvinnum í Føroyum, sum átók sær at reiða skip út. Eitt konubrot. Tað mundi vera lítið meira enn, at hann mintist pápan, vit plagdu í spølni at tosa um tey árini táið abbi mín førdi Haffarið hjá Jóan Jakku av Viðareiði, og teir báðir Jógvan lógu í broddi fylkingar, í harðari kapping, um at vera besta skipið á vágni. Finnbogi var »sannførdur« um, at J. Símun Hansen hevði lagt túrarnar skeivt saman í »Havið og vit«, um so var, at Haffarið lá eina sponn frammfyri í 1919 og 1920. Tað kann nú vera líkamikið, hinvegin er ongin ivingur um, at Finnbogi var úr sera góðum bergi brotin. Hevði fingið ein førning, sum bara er heilt fáum menniskjum beskorið.
Vitið, áhugin, treisknið, snúgvnið, arbeiðssemið og lívsleiðin fatlast oftast saman. Harfyri mundu tað vera fá, ið grunaðu, at ein piltur í hesum vinnulívsins Mekka, har teir flestu søktu at egningarskúrunum og haðani á skipabunka, skuldi koma sær fram í lívinum á ein so øðrvísi hátt enn teir flestu. Í eftirrationaliseringini er tó lætt at síggja, at eitthvørt stórt var ávegis. Longu í skúlanum har norðuri sást, at maðurin ætlaði og vildi nakað. Og fyri fáum árum síðani segði hann okkum á einum fundi norðuri á Eiði, at rættiliga politiska kveikingin kom, táið hann hevði átikið sær at selja 14. September í leysasølu, ímeðan Klaksvíkstríðið gekk upp á tað harðasta. Eitt og hvørt herlið hevur tørv á propagandu, og her fann Finnbogi løðarsteinin, sum flutti hann fram í fremstu røð og gjørdi hann til eina ta fremstu personasjuna í føroyskum politikki í nýggjari tíð.
Umvegis Hoydalar. Umvegis Útvarpið. Havi oftani hugsað um, hvussu ófatiliga stóran andsmenningarligan týdning hesin stovnurin hevur havt fyri tjóðina. Og hvussu hepnir føroyingar vóru, táið tað eydnaðist at raka eitt somikið gott team saman, sum tað, ið mannaði hendan stovnin tey fyrstu árini. Axel, Niels Juel, Elias, Ívar, Finnboga, Árni, Jógvan, Sverri, Marius etc. Ikki bara í innihaldi og tí nationala útvarpspolitikkinum. Málsliga vóru hesir menninir úrmælingar, tiknir úr leikum, og tað er ikki víst, at vit vóru so frætt kálvføddir málsliga í dag, um hesir fýrarnir høvdu valt lagaligstu loysnina, at verið ein fylgissveinastøð hjá Kalundborg - við onkrum hissini føroyskum ísletti. Harrin havi lov fyri, at teir ongantíð boygnaðu. Sama tærið sást aftur, táið Finnbogi legði frá landi á øðrum sinni, skvisaði donsku sjónvarpstíðindini og setti eina føroyska sjónvarpsavís á skrá, Dag og Viku, har føroyskir journalistar fleiri kvøld um vikuna prógva, at alt ber til, um bara viljin er til tað. Ein av mongum varðum á lívsleið hansara.
Í Útvarpinum, á Tíðindablaðnum, í Sjónvarpinum og í 14. September, seinri eisini í Fregnum og í Sosialinum, prógvaði hann sín dugnaskap sum fjølmiðlamaður. Hetta var hansara professión, well denn, men flogið, fuglaperspektivið, vitborna greiningin og oftani skeiva smílið, sum tú mangan varnaðist ímillum reglurnar, var sjaldsamt fyribrigdið í føroyskum journalistikki. Nógv lisin veit eg, eisini av fólki við øðrum politiskum observansi enn hann sjálvur, og oftani vóru vinklarnir so øðrvísi, at tjak stóðst av skriving hansara. Positivt tjak.
Ivaleyst var tað gott fyri Føroyar, at hann ikki valdi at fara undir stakgreinalestur á donskum lærdum háskúla. Vandi kundi verið fyri, at hann tá bara menti ein strong í sínum óvanliga stóra talentmassa. Hann varð standandi miðskeiðis í føroyska fólkahavinum og brúkti gávurnar Guð hevði latið honum til fulnar. Á øllum økjum. Mentamaður við lít. Skrivaði, yrkti og týddi. Og málsligi førleikin var so eyð-sýndur. Málið so reint og so vakurt. So leikandi lætt. Í einum telduposti hann sendi mær fyri kortum, segði hann, at sum yngri, helt hann puritansku leiðina vera hina røttu, men hann varnaðist skjótt, at føroyskt kundi enda sum latín, um ikki málsligi musikkurin gjørdist ráðandi aftur. Kundi fara at hurra sum ein illa slitin blandimaskina, um góða talumálið ikki fekk hevd aftur. Hann hevði sitið væl undir hjá ættarliðnum undan honum og serliga helt hann seg hava fingið málsligu kálvføð-ingina sumrarnar, táið hann vitjaði skyldfólkið norðuri á Nesi. Hann nevndi eisini Niels Juel Arge og Sofus Joensen sum katalysatorar í so máta.
Vit, sum av familierum orsøkum komu at standa Útvarpinum nakað nær, komu sjálvandi at kenna hendan sjaldsama klaksvíkingin á ungum árum. Út-varpsmanningin virkaði tá sum ein lítil familja. So frætt av árum vóru kortini ímillum, at tað gjørdist kanska eitt sindur periferiskt í byrjanini. Men táið Ameriel Norðoy og aðrir frægir unglingar í Klaksvík hildu seg hava funnið kandidatin, og fingu hann valdan á valinum í 1966, hendi nakað heilt nýtt í føroyskum politikki. Ein lítið meira enn avnalvaður unglingi settist nú ímillum hesar garvaðu politikkarnar og hann lat sær ikki siga, breyt upp um armar, og lat ongan ivast í, at hansara mandat, sum tingmaður fyri Tjóðveldisflokkin í Norðoyggjum, hevði sama virðið, sum tað hjá teimum, ið høvdu slitið taburettirnar upp í ára tíggir.
Hann helt sjálvur, at hann var hin fyrsti føroyingurin, sum var valdur orsakað av síni kendu rødd frá útvarpslurtinum. Tað kann tað vera nakað um, og tað hendir hjá onkrum, bæði her heima og aðra staðir, men í hesum førinum bar formatið somikið langt ávegis, at hevði hann ætlað sær at verið politikkari, so bleiv hann tað, líkamikið um veljarin kendi røddina ella ikki.
Hann gjørdi vart við seg beinanvegin. Gjørdi ta skilagóðu fintuna, at kjálkja upp ímóti og velja sær ein gigant sum Øregaard til sparringspartnara í politiska dialoginum, og tað kundi ikki gerast annað enn áhugavert. Ikki so ólíkir heldur, skjótir í replikkini, speisamir og rættiliga málrættaðir um hvat teir vildu við sínum politiska lívi. Tjóðveldisflokkurin hevði fingið ein rættiligan fong við hesum unga manni. Spennið tambaðist. Stóru ideologarnir frá krígsárunum vóru farnir at eldast og hesin pragmatiski brekkumaðurin úr Norðoyggjum var í grundini fyrsta nýbrotið eftir fyrsta ættarliðið. Sjálvur spírin í næsta ættarliðnum, sum skuldi taka yvir táið teir sum stovnaðu flokkin fóru at leggja frá sær.
Erlendur var framvegis har. Politiska halgimennið, sum hevði sitið í spjellinum fyri sakina hjá føroyskum fiskimonnum. Hugsi tað var Jákup Frederik, sum segði, at hann var einasti politikkarin í Føroyum, sum ikki var til sølu. Tað hevði hann prógvað, táið hann sat handan rimarnar, í vikur, fyri sakina hjá øðrum, og verðarnir eittans vóru gamalt breyð og onkur vatnsopi. Hann var ideologurin og propagandisturin. Veik ikki frá málinum. Finnbogi var ein øðrvísi stødd. Haldi ikki at tað er ov nógv sagt, at hann hevði sítt egna felt í flokkinum, sín egna vong, og tað var nú ikki so løgið, táið hugsað verður um aldursmunin á honum og teimum, sum høvdu dugnað flokkinum og loysingarsakini, so væl, í so mong ár. Tí kom hann at spæla ein heilt øðrvísi leiklut í árunum sum komu. Saman við teimum, sum tóku yvir í øðrum flokkum, um hetta mundið.
Í einum landi, har so fá fólk búleikast, er tað sjaldsamt, at tveir so serliga gávaðir politiskir figurar, sum Finnbogi og Atli, stoyta saman, og eru aktivir um somu tíð. Tað var tað sum hendi, og nú eru teir báðir farnir. Teir skipaðu stórsta nýbrotið, táið teir skipaðu samgonguna frá 1974 og frameftir. Ongin ivingur um tað. Eitt sveinastykkið, sum ongin helt vera møguligt, eftir at tjóðskaparligur blokkpolitikkur hevði verið ráðandi alt frá stríðsárunum. Og síðani hevur Finnbogi havt ein fingur við í spælinum. Heilt fram til hann sjálvur valdi at gevast á valinum í 2002.
Vit, ið sum reinar novisur komu brestandi inn á politiska pallin í 1998 hava nógv at takka Finnboga fyri. Vit vóru ikki samdir um alt. Minni enn so. Men hann tók so sera væl ímóti okkum, og var ongantíð bangin fyri at geva burturav sínum politiska vísdómi. Vísti okkum á loynistýggjarnar, greinaði fyri okkum hvussu hinir flokkarnir vóru samanskrúvaðir, hvussu teir skuldu taklast í ávísum førum, og tað gretti ikki, at kom stígur í viðhvørt, í samgongustevinum, so skar hann støðuna sundur við einum retoriskum barberblaði, setti hana saman aftur, og endin bleiv at kalla hvørja ferð niðurstøðan, sum hesin royndi politikkarin var komin til á fundi í tingmanningini. Eitt samankók av royndum, talentið og tevi.
Tað finnast ikki so nógvir við hesum heilt serliga talentinum. Táið eg sat í Fólkatinginum, og sá Mogens Lykketoft, ein hin dugnaligasti politikkarin í Danmark í áratíggir, fara upp á røðarapallin, og greina eitt mál, karva tað sundur fyri síðani at seta tað saman aftur, eftir sínum høvdi, tá kom mær oftani Finnboga til hugs. Fasongurin, fasadan, attitydan, gongulagið og hendan ísakalda og djúphugsna analysan. Tá hoyrdist ikki eitt kis frá nøkrum í salinum. Allar antennurnar vóru uppi. Misti onkur eitt sigarettblað á gólvið, hevði allur salurin verið á gosi. Nú var tað formatið, sum røddi ex catedra. Soleiðis var tað eisini í Løgtinginum, táið Finnbogi hevði orðið. Guð náði hann ella hana, ið fór at skavast við eitthvørt hesa løtuna, tí nú var okkurt álvarsligt á skrá.
Men fari ikki skeiv av fasonginum. Hetta er hin professionelli politikkarin í fullum vigøri. Handan fasaduna finst eisini komplexiteturin, sum Guð hevur deseinað í sínum oftani sjaldsama bílætið. Lykketoft, sum oftani sær so tristur út, er stórskemtari til, og vit sum kendu Finnboga vita, at hann var ein sera skemtingarsamur maður og hartil kensluliga løddur. Hetta sást tíðum, táið onkur løta var, har vit tóku okkum meira av løttum. Minnist serliga væl eitt kvøldið fyri jól, tað eina árið, tingmanningin hevði sett sær sjálvari stevnu, til eitt hugnakvøld, og vágaði mær at syngja og spæla framúr vakra sangin hjá honum: Far lítli útum eina løtu og spæl. Tá vætti úr eygnakrók-unum, og hann græt um hendan sangin hjá sær, sum var hann eitt barn, ið var farin til gongu á fyrsta sinni. Handan maskuna bløða politikkarar kanska meira inneftir, enn fólk vanliga geva sær far um, fysiska slitasjan er eyðsýnd, í hvussu er meira sjónsk enn hjá fólkum flest. Kanska ganga sálin og kroppurin meira hond í hond, enn hildið verður.
Finnbogi gjørdist ongantíð landsfaðir. Tað legði hann ikki í at vera. Hann var ikki populistur. Ikki breyðpolitikkari. Rann ikki aftaná atkvøðum, vildu fólk ikki atkvøða fyri tí hann stóð fyri, so kundi tað vera líkamikið. Tað kom serliga til sjóndar, táið hann var landsstýrismaður í fíggjarmálum, í ringastu búskaparkreppu føroyingar hava upplivað. Hinvegin var hann rættiliga bevístur um maktsferuna í politiska lívinum. Vildi, sum sjálvsagt er, vera ein partur av elementinum, har avgerðirnar vórðu tiknar, soleiðis at hann kundi gera sína ávirkan galdandi optimalt. Hetta var viðvirkandi til, at hann oftani var í mótrákið. Heldur ikki tað gjørdi honum nakran mun. Var hann sannførdur um rættleikan í sínari støðu, so helmaði hann ikki í, fyrrenn hann hevði nátt sínum máli.
Sum hann einaferð segði: Hevur tú valt at gerast partur av heimsins skitnasta handverki, eigur tú ikki at vera ræddur fyri at dálka tær fingrarnar, annars átti tú heldur at havt kosið tær eitt annað djobb. Men hann varð, er og fer altíð at vera nógv virdur ímillum allar teir, úr øllum flokkum, sum starvaðu saman við honum. Hann helt allar avtalur. Minnist einaferð Høgni og eg koyrdu hann niðan eftir ein tingfund, hetta var í 98, og spurdu hann hvørji serlig ráð hann kundi geva okkum sum nýmælingar á politiska pallinum: Tað ræður um ongantíð at vera illoyalur, men harfyri kanst tú vera eitt lítið sindur snildur.
Møtti tær á veg oman ígjøgnum Amtmansbrekkuna Ólav-søkuaftan, táið Hanus á Kjalnesi skuldi seta tjóðarhátíðina. Visti at tú hevði havt onkran trega dastið av vetrinum og várinum, og tað sá onki serligt út. Ása tók myndir av tær og eina soninum. Sjálvur slapp eg uppá einu myndina. Sjónligt var, at mótbrekkan nú var so møtismikil, at hetta fór ikki at spæla væl av. Tú, sum hevði vart teg fyri øllum handa slagi av álopum uttan ífrá, kveistrað tey burtur við tínum úrvaldu gávum, vart nú álopin innan ífrá. Natúran gjørdi bart. Niðursmeltingin var byrjað. Og so komu boðini nakrar dagar seinri, krabbin, hesin myrkursins gongumaður, var farin sína sigursgongd. Sama dagin løgdu vit báðir Høgni leiðina framvið hjá tær og Ásu, ófatiliga birgur, eftir at hava fingið boðini um títt egna endløsnung. Avkláraður. Foldarlívið var at kalla yvirstaðið. Tú vart á veg inn í eitt annað ljós. Men sjálvt hesa løtuna, táið falløksin sveiggjaði yvir høvurið tínum, megnaði tú at tosa um dagsins politisku mál, og tað var ikki sørt, at hin gamli skemtarin trein fram á pallin aftur - eina løtu.
Tjóðveldisflokkurin hevur mist sín størsta profil og politikkara tey seinastu tríati-fýrati árini. Føroyingar hava mist mentamannin, skaldið, rithøvundin og politikkaran, sum altíð vardi áhugamálini hjá fólkinum. Takk fyri øll tey góðu ráðini. Takk fyri, at tað altíð bar til at ringja til tín, eisini táið politisku strongirnir vóru uppi, og fáa ráð og veðleiðing, sum munaðu, og uttan undantak, munaðu felags starvinum fram ímóti teimum frælsu Føroyum. Sigi sum Ívar segði um Niels Juel táið hann var farin: Góður vart tú at lena seg aftur á. Góður í ávikum skal verða sannað. Spell bara, at hann ið stjórnar bláloftinum ikki gav tær eitt tíðarmál afturat, soleiðis at tú kundi dugnað føroysku tjóðina tað meira. Soleiðis sum tú skitseraði tað fyri mær hendan morgunin inni á høvuðsjarnbreytini í Keypmannahavn, táið tú slepti sekstiára hvarvinum. Sum týðari, skribentur og kanska serliga sum politiskur viðmerkjari, har ongin kom tær upp á øklarnar. Ein rasa, sum tykist vera doyggjandi.
Hetta eru tungir dagar hjá tær Ása. Og hjá tykkum báðum Jón og Høgna. Fjølskylduni allari. Mátti Harrin lætt um sorg tykkara, nú politiski stórmeistarin Finnbogi Ísakson hevur flutt sín seinasta leik á foldum og er farin í eitt annað ljós at verða.
Hvíl í friði kæri frændi.