Finnur Helmsdal
Eg ætli mær ikki at sleingja um meg við skriftstøðum í røðu míni ídag, tí eg haldi tað ikki vera viðkomandi, og so kenni eg meg heldur ikki føran fyri tí.
Eg ætli mær heldur ikki at vassa út í djúpar grundgevingar fyri, at rættvísgera tað, at samkynd eiga at hava somu rættindi, sum aðrir føroyingar. Hetta tí, eg haldi ikki tað vera neyðugt at grundgeva fyri nøkrum, sum er so sjálvsagt.
Eg standi heldur ikki á hesum røðarapalli ídag, tí eg haldi samkyntleika ella homoseksualitet vera so øgiliga spennandi og serstakan. Eg haldi heldur ikki, at tey samkyntu eru serliga spennandi og serstøk. Tey munnu vera sum fólk flest. Við sínum styrkjum og veikleikum, við sínari sjarmu og lyndi annars. Tey eru fólk sum eta, arbeiða og sova. Tey hava hug at vera saman við øðrum, hava hava hug at fara í song við øðrum o.s.fr.
Orsøkin til, at eg allíka væl standi her og tosi í dag, er støðan hjá teimum samkyntu í Føroyum. Støðan, tey samkyntu eru í, er nevniliga sera áhugaverd og serstøk. Ja, kanska kunnu vit leggja afturat, at hon er ikki rættiliga sum hjá øðrum føroyingum. Um nakar hevur verið í iva, um hvør støðan er hjá samkyndum føroyingum, so hava hesi í ríkiligan mun fingið staðfest seinastu dagarnar, at tað finnast føroyingar, enn tá innan okkara politisku skipan, sum síggja samkynt sum rættsleysar annan- ella triðjarangsborgarar. Hesum fari eg staðiliga at taka fjarstøðu frá, og eg fari at loyva mær at átala teir politisku starvsfelagarnar, sum hava gjørt okkum øllum so dyggiliga til skammar seinastu dagarnar.
Tað, sum eg ætli at siga nakað um í dag er, hvussu eg sjálvur síggi tey samkyndu, og hvussu eg haldi støða teirra eigur at verða í samfelagi okkara. Í samband við, at flokkurin varð biðin um at flyta røðu á Vaglinum ídag, tosaði eg við umboð fyri Bogan, felagsskapur teirra samkyntu lesandi. Viðkomandi segði, at vit kundu tosa um tað, vit sjálvi hildu vera viðkomandi, men ynskti, at vit eisini tosaðu um støðuna hjá ungum lesandi føroyingum, sum eru samkyntir. Og hon helt fram: Vit halda okkum hava nakað at geva føroyska samfelagnum, av fakligum og menniskjasligum virðum. Hetta vilja vit sleppa at geva. Vit vilja sleppa at liva í Føroyum, vit vilja sleppa at liva soleiðis, sum vit vilja. Nevniliga liva kærleikan fult út, vera glað og lukkulig, uppliva allar lívsins lutir saman við teimum, sum eru okkum kær. Vit vilja, at ung samkynd kunnu vera verandi í Føroyum. Vit vilja, at tey skulu kunna koma heim aftur eftir loknan lestur.
Tá ein hugsar seg um, ja, so er hetta ikki annað enn tað, ein hvør annar føroyingur ynskir sær. Hetta er ikki annað enn tað, ein hvør annar føroyingur sær sum sjálvfylgju og sum minsta mark fyri einum liviligum lívi. Ella sagt á annan hátt, tey menniskju, sum ikki fáa nevndu ynski uppfylt, ja, tey hava ikki lut í grundleggjandi mannarættindum. Tey eru statsleys, tey mugu liva sítt lív fult út aðrastaðni. Tey mugu søkja sær eydnuríka lívið aðrastaðni. Tey eru noydd til at geva øðrum londum tað, sum tey so fegin vildu givið Føroyum og føroyingum. Treytin fyri at tey skulu liva í Føroyum er, at tey leggja seksuellu trongdina undir vaðingina, ella fremja hana í verki í skýmaskotum, ella at tey bara fara í song við sær sjálvum.
Hví gera vit so stórt hóvasták burturúr, at ein so lítil partur av okkara fólki ikki sleppur at liva sum onnur. Er tað alt stríðið og keglið vert, at býta tjóðina sundur millum tey, sum vilja geva teimum samkyndu sjálvsøgd rættindi, og so tey, sum halda at tað skulu vit ikki gera? Sjálvur haldi eg, tað er stríðið og keglið vert.. Vit eiga ikki at góðtaka, at ávís fólk, sum so ella so kenna seg hava ognarrætt til og kenna uppskriftina upp á tað góða lívið, tann rætta moralin, skulu sleppa at reka onnur av landinum. Vit liva í 2005, og skal tað vera ein sjálvfylgja, at Føroyska samfelagið er fyri øll. Øll eiga, óansæð húðalit, átrúnað, seksualitet o.a. óskerdan rætt til øll samfelagsins tilboð, til øll samfelagsins rættindi og sjálvandi eisini til allar samfelagsins skyldur. Vit siga okkum vera humanistar, men tað eru vit ikki, um vit ikki hava pláss fyri øllum upp á somu treytir. Vit hoyra mangan, at føroyingar eru tollyntir, men tað eru vit ikki, um vit ikki góðtaka, at fólk eru øðrvísi.
Tað kann ikki vera rætt, at vit eina løtu siga, at vit halda tað er ílagi, at fólk eru samkynd. Tú hoyrir so mangan fólk siga, at tey blanda seg ikki uppí, hvør liggur undir dýnuni hjá hvørjum. Men tá tað so kemur til at geva somu fólkum full samfelagslig rættindi, tá er hugburðurin brádliga broyttur. Er tað rætt, og kunnu vit loyva okkum, at siga, at nakrir føroyingar skulu hava full rættindi, meðan onnur bert skulu hava hálv ella tríkvart rættindi?
Eg segði at byrja við, at eg helt ikki homoseksualitet í sær sjálvum vera so serstakt, og ein kann spyrja hví so gera tað so serstakt við at røða á Vaglinum og á annan hátt. Ein kann spyrja, hví ikki bara geva evninum frið, hví ikki tiga tað burtur. Svarið til hetta er, at tað helst er neyðugt at viðgera homoseksualitetin sum nakað serstakt, inntil hann ikki er serstakur longur. Inn til eingin føroyingur, ella teir fægstu, yvir høvur geva tí gætur, at nøkur okkara millum eru samkynt. Inn til vit als ikki tosa um fólk ella bólkar sum samkynd ella nakað annað, men bara kalla fólk við teirra kristna navni.
Tað er lætt hjá mær og øðrum at standa á Vaglinum og siga okkum vera tollyntar humanistar, sum ikki kenna minsta vet av trega, tá tað um rættindi til samkynd og onnur ræður. Eg standi her sum politikari, men eg standi sanniliga eisini her sum menniskja og føroyskur borgari. Skal ein skilja ímillum, hvat ein sigur sum politikari, og hvat ein sigur sum menniskja. So ella so mugu orðini umboða báðar partar. Tað ber ikki til, at eg sigi nakað sum politikari, men ikki meini tað sum menniskja. Í so máta eru krøvini til mín júst tey somu, sum til onnur, sum eg sigi skulu sýna tollynta humanismu. Og eg skal opið og erliga siga, at eg havi havt lætt við at taka undir við flestu ynskjunum frá teimum samkyndu, meðan onnur ynski hava staðið sína roynd bæði í høvdinum á mær, í sál míni og búkinum eisini. Tað snýr seg um etisk mørk, um hvussu eg vanliga hugsi og um hvat dirvi, eg veruliga havi. Men eg komi altíð til ta niðurstøðu, at samfelagið er fyri øll. Og tað merkir, at øll skulu liva eitt liviligt lív, við møguleikum fyri at liva saman við sínum, sum ein verulig familja, við børnum, arbeiði, húsi, bili og so framvegis. Og tað merkir, tá skalið er flust av bananini, at vit ikki kunnu loyva okkum at standa og sensurera, tá tað eru samkynt, sum biðja um sjálvsøgd rættindi.
Hvat er so, sum forðar samkyndum føroyingum at liva eitt gott lív her á landi? Jú, tað eru ávísar týdningarmiklar løgfrøðisligar forðingar, og so er tað hugburðurin hjá tær og mær.
Taka vit løgfrøðisligu forðingarnar fyrst, so eru tað møguleikarnir fyri skrásettum parlagi, sum hevur fingið mestu umrøðuna. At tveir samkyndir persónar ganga í skrásett parlag merkir einfalt, at teir kunnu giftast upp á sama máta, sum onnur. Her verður ikki hugsað um, hvar ein verður giftur men um, hvat tað merkir løgfrøðisliga at tveir samkyntir persónar verða giftir. Nú kunnu samkynt als ikki giftast her á landi, og kunnu tey tí heldur ikki ganga saman í skrásett parlag. Hetta merkir, at at samkynt ikki hava somu rættindi, hvat viðvíkur arvi ella á annan hátt, um tey velja at fara hvør til sítt.
Nú tosi eg ikki vegna ein samlaðan flokk, men sjálvur eri eg ikki eina løtu í iva um, at vit eiga at geva samkyndum lógartryggjaðan rætt at ganga saman í skrásett parlag her á landi. Tað kann ikki vera rætt, at vit reka fólk til onnur lond at giftast. Tað kann heldur ikki vera rætt, at vit sýta fólki at ganga saman í hjúnalag orsakað av teirra seksualiteti. Tað er ein mannarættur, at fólk kunnu siga, at tey í einum og øllum eru eitt við hjúnafelagan.
Ein onnur løgfrøðislig forðing fyri, at samkynt kunnu liva sum hini er, at tey ikki hava rætt til at ættleiða. Tað kunnu samkynt heldur ikki gera í Skandinaviu. Tó haldi eg, hetta er loyvt í Íslandi. Orsøkin til, at man ikki er so liberalur á hesum økinum man helst vera tann, at ein ættleiðing dregur aðrar persónar inn í myndina. Nevniliga børnini. Og eg skal vera ærligur, at hetta við samkyntum og børnum er ein av teimum spurningunum, sum eru rættiliga truplir at taka støðu til. Men hugsa vit um eina fullfíggjaða familju, so mugu vit hugsa um børnini eisini. Nógv eru tey sum siga, at lata vit børn liva saman við foreldrum av sama kyni, so eru hesi børn í vanda fyri at gerast samkynd. Eitt svar upp á hetta er, at børn, sum eru uppald av heteroseksuellum foreldrum, tey blíva ikki altíð heteroseksuell. Annars eru tað so nógvir mátar at umfarast lógina soleiðis, at samkynd pør allíkavæl kunnu hava børn hjá sær. Einlig kunnu ættleiða, og eru tað fleiri, sum bíða við at giftast, til aftan á at ættleiðingin er komin upp á pláss. Tað ber til at lata kvinnum sáð o.s.fr. So um vit vilja tað ella ikki, so eru tað í dag ein rúgva av samkyndum pørum í londunum kring okkum, sum hava børn. Støðan hjá nógvum børnum í flestu londunum er tann, at børn mest sum bert verða uppald av kvinnum. Mamman er kanska einlig, mest sum bara kvinnur starvast á dagstovnunum, flestu lærarar eru kvinnur o.s.fr. Um man heldur, at umhvørvið skapar seksualitetin, so ... Nógv hevur eisini verið tosað um, hvørji foreldur eru skikkað, og hvørji ikki. Og hvørjum viðurskiftum nógv børn í Føroyum og aðrastaðni liva undir. Er tað betur at uppliva støðugt kegl og harðskap, brennivín og seksuella misnýtslu. Vandin fyri, at barnið verður álvarsliga skatt og seinni veksur seg til ein, sum eisini fer at oyðileggja síni børn lúrir allastaðni. Eg haldi ikki, vit skulu seta kikaran fyri blinda eyga.
Men kanska størsta forðingin fyri, at samkynt vága sær at búleikast í Føroyum er hugburðurin hjá føroyingum. Her verður hugsað um tol, tollyndi og eina almenna og væl meinta góðkenning av teimum samkyndu sum vanlig menniskju. Tey ynskja ikki serstøðu, ikki at vit skulu við gera tey, sum nakað serligt, men bert, at vit góðtaka, at tey eru, sum tey eru. Hóast nógv flestu av okkum gera tað, so loyva vit smáum bólkum at laga alt soleiðis, at tað allíkavæl ikki er liviligt hjá samkyndum í Føroyum. Uppgáva okkara er tí at fara í herna í móti hesum diskriminerandi smábólkunum soleiðis, at vit stutt og greitt til einkis gera teirra atgerðir. Standa vit saman mótvegis teimum, sum hava so óbúnað hugsan um tey samkyndu, so taka vit fullkomiliga broddin av atgerðum teirra. Og besta vápnið í so máta er uttan iva, at vit hugsa og tosa opið og nátúrliga um øll hesi viðurskifti. At vit tosa og hugsa um homoseksualitet sum putusukur og pottaplantur. Um homoseksualitetur ikki er nakað ónatúrligt í høvdi okkara, so hava tey fáu óbúnu ongum at fara eftir.
Vit politikarar eiga at slóða fyri soleiðis, at vit rudda løgfrøðisligu diskrimineringa burtur, tí tað fer aftur at broyta hugburðin manna millum rætta veg-in.
Ein, sum eg tosaði við í gjár segði, at hann vónaði ikki, at fólk fóru at fáa ilt í reyvina av tí, sum eg fór at siga á Vaglinum. Hetta varð sjálvsagt sagt í skemti, og tað skal eisini vera okkum loyvt at skemta um hesi viðurskifti, sum um øll onnur. Men eg vóni ikki, at fólk bara fáa ilt í afturpartin av orðum mínum. Nei, eg vóni nógv meira, at fleiri fáa ilt í hjartað, í sál og búk.










