Viðmerking til frágreiðing Búskaparráðsins

Magni Laksáfoss, limur í Búskaparráðnum, fekk ikki rúm fyri eini minnilutaviðmerking í frágreiðingini. Tí hevur hann hesar viðmerkingar til frágreiðing-ina »Tøknilig menning og vælferð«

Magni Laksáfoss
Streymnes 26. august 2005

Orsøkin til hetta minnilutaálit er, at undirritaði ikki fekk loyvi til at fáa rúm fyri eini minnilutaviðmerking í frágreiðingini, har greitt varð frá støðuni hjá minnilutanum til partar av frágreiðingini. Av tí at talan var um týdningarmiklan (sentralan) part av frágreiðingini, sum verður endurgivin nógva staðni í frágreiðingini, kundi undirritaði ikki vera nøgdur við at sjónarmiðini ikki vóru endurgivin í frágreiðingini og noyddist tí at taka frástøðu frá allari frágreiðingini, hóast semja er um stórar partar av frágreiðingini.
Frágreiðingin frá Búskaparráðnum, tekur støði í:
"hvør vakstrarstrategiin hjá myndugleikunum skal vera, um tann parturin av "Visjón 2015" ætlanini hjá Landsstýr-inum, ið fevnir um búskaparvøkstur, skal hava ein møguleika fyri at eydnast"

Orsøkin til ósemjuna er, at undirritaði ikki metir at ráðgevingin hjá ráðnum til Landsstýrið er nøktandi. Talan er bæði um undirritaði er:
1.ósamdur í nøkrum av punktunum í ráðgevingini.
2. ósamdur um at ráðini eru nøktandi fyri at kunna røkka málinum í Visjón 2015 um búskaparvøkstur, av tí at fleiri týdningarmikil evni als ikki eru viðgjørd.

Sjálvsagt eru nógvar avbjóðingar fram til 2015, men av tí at tað einans eru 10 ár fram til 2015 kunnu nakrar av stóru avbjóðingunum síggjast longu í dag. Tískil er neyðugt at hyggja eitt sindur eftir hvørjar avbjóðingar eru fyri at kunna gera eina meting av hvørji tiltøk skulu til fyri at hava eitt enn meiri framkomið samfelag í 2015.
Serliga sær undirritaði fylgjandi stórar avbjóðingar fram til 2015:

1.Globaliseringin
2.Demografisku
broytingarnar
3.Oljuprísurin

Í frágreiðingini frá Búskaparráðnum er einans globaliseringin viðgjørd.
Fyri at geva eina fatan av, hví júst hesar avbjóðingarnar hava stóran týdning, og hvaðan ósemjan um globaliseringina stavar, verður her komið nærri inn á týdningin av teimum hvør í sær.
Viðmerkjast kann, at tað er fyri so vítt í lagi at avmarka frágreiðingina til globaliseringina, men samstundis átti frágreiðingin at nevnt onnur týdningarmikil evni fyri at gjørt tað greitt, hvat man avmarkar seg frá - hvørjar aðrar týdningarmiklar avbjóðingar samfe-lagið stendur framman fyri, sum kunnu fáa avgerandi ávirkan á búskaparvøkstur-in.
1. Globaliseringin
Vanliga ávirkanin á samfeløgini av øktu globaliseringini er, at "gamlar" vinnur flyta burtur til láglønarlond, meðan "nýggjar" vinnur vera verandi og koma til í háglønarlondunum. Tær "gomlu" vinnurnar eru oftast vinnur við nógvum ófaklærdum fólki, so mynstrið hevur leingi verið, at ófaklærd størv flyta burtur, meðan faklærd størv verða verandi og mennast í framkomnu londunum.
Nýggjasta trendin innan globaliseringina er tó, at útbúgvin størv eisini flyta til Kina, India og onnur lond - tvs. ikki einans ófaklærdu størvini eru hótt.
Tískil er vanliga uppskriftin, sum flestu lond hava nýtt fyri at standa seg í globaliseringini, nevnliga útbúgving og gransking, ikki nøktandi longur. Onnur og meiri umfatandi átøk mugu til fyri at tryggja vøkstur og menning í okkara framkomna búskapi.
Felags trendin hevur verið, at nýggju vinnurnar ikki koma til av sær sjálvum, men mugu dragast til við einum hóskandi vinnu-, útbúgvingar-, granskingar- og skattapolitikki.
Nøkur dømi eru um lond og øki sum hava klárað seg væl í globaliseringini - t.d. Írland og Oulu í Finlandi. Vit kunnu læra nógv av hesum økjum.
Dømi úr Írlandi er væl kent, og er við í frágreiðingini, so her verður í staðin komið eitt sindur longur inn á Oulu-dømið.
Oulu liggur norðaliga í Finlandi og er ein býur/ región við uml. 200.000 íbúgvum, harav uml. 120.000 í býnum Oulu - hetta er nakað størri enn okkara 50.000, men tó ikki størri enn at økini kunnu samanberast. Fram til 1980 var høvuðsídnaðurin í økinum træídnaður og jarnmálmur - tvs. tilfeingisvinnur eins og okkara fiskivinna. Vakstrarútlitini í Oulu vóru vánalig og áhaldandi fráflyting var úr økinum.
Í 1984 valdi kommunan í Oulu at satsa uppá eitt vinnu-tyssi, sum hon helt verða eitt møguligt framtíðar alternativ til gomlu vinnurnar. Oulu skuldi vera "City of technology" og orka varð sett inn at umskipa umhvørvið í Oulu til at vera meiri rættað móti tøkni. T.d. umskipaði universitetið seg við eini størri tøkni-deild, meðan kommunan bygdi "Technopolis", sum er ein granskarapark beint við síðuna av universitetinum. Technopolis leigaði kontórir út til privatar fyritøkur, sum kundu njóta gott av synergi-effektunum av at aðrar fyritøkur og universitetið vóru í sama umráði. Technopolis er í dag privatiserað, og eigur tað almenna einans umleið 10 prosent av partabrøvunum í felagnum - ætlanin er eisini at selja síðstu 10 prosentini.
Stór orka bleiv løgd í at fáa eitt gott samspæl millum universitetið og privatu virkini, fyri at tryggja, at hugskotini ikki einans endaðu í skuffum á universitetinum, men komu út til vinnuna.
Hóast Oulu traditionelt var eitt øki við træídnaði og jarnmálmi, mentust fyritøkurnar og summar gjørdust heilt stórar - m.a. er heimskenda og heimsumfatandi Nokia eitt av úrslitunum av strembingunum hjá Oulu. Nokia og umleið 7 aðrar líknandi risafyri-tøkur eru í dag fluttar út úr Technopolis og hava egnar bygningar í Oulu. Technopolis húsar í dag umleið 220 fyritøkum í øllum støddum.
Ráðgeving frá minniluta:
Undirritaði metir at tað er avgerandi neyðugt fyri ein lítlan búskap við avmarkaðum tilfeingi at velja ávís vinnutyssi, og kann sostatt ikki taka undir við partinum um vinnutyssi í frágreiðingini, har ráðgevingin er at halda seg burtur frá satsingum á einstøk vinnutyssi.

"Vit eiga at velja vinnu-tyssi at satsa uppá - eins og Oulu valdi "City of technology"
"Vit eiga at menna útbúgvingar innan tey tyssi vit velja
"Vit eiga at granska meiri innan tey tyssi vit velja
"Vit eiga at umskipa umhvørvið eftir valið av tyssum - td. umlegging av vinnu- og skattapolitikkinum og fáa neyðuga infrastrukturin til vega (m.a. neyðugu bygningarnar)
Ráðgeving í frágreiðingini:
Fyri at kunna vísa á munin millum meirilutan og minnilutan í Búskaparráðnum, verður ráðgevingin frá meirilutan stutt endurgivin her:

"Vit eiga ikki at satsa uppá vinnutyssi
"Meiri útbúgvingar - men ikki velja einstakar útbúgvingar framum
"Meiri gransking - men ikki velja einstøk økið framum

Sum sæst er grundleggjandi munur á ráðgevingini í frágreiðingini og undiritaða - tískil kann undirritaði ikki taka undir við ráðgevingini í tí partinum av frágreiðingini.
2. Demografisku broytingarnar
Føroyska samfelagið stendur framman fyri stórum broytingum á demografiska økinum. Talan er um broytingar sum koma sum avleiðing av broyttum burðartíttleika, flytimynstri og øðrum, sum er hent í søgu-liga tíðarskeiðnum.
Myndirnar niðanfyri vísa nakrar av broytingunum: Sí mynd 1.

Sum sæst á myndunum, er vøksturin í fólkatalinum í Føroyum um at vera av og fólkatalið sær út til at leggja seg millum 50.000 og 53.000 - alt eftir um talan verður um til- ella fráflyting komandi árini. Í framskrivingini er roknað við ávísari fráflyting orsakað av minkandi búskaparvøkstri, tískil liggur hæddarpunktið á fólkatalinum á uml. 50.000 á myndini.
Hóast talan er um null-vøkstur í fólkatalinum merkir hetta ikki at allir aldursbólkar hava somu gongd. Arbeiðsmegin (her roknað sum 25 - 64 ár) veksur nakað afturat og steðgar um 24.500 - um talan verður um fall í arbeiðstyrkini eftir ár 2030 eins og á myndini er ilt at meta um, talan er einans um leysliga framskriving fyri árini eftir 2015.
Barnatalið hevur verið stabilt og minkandi seinastu árini og henda gongdin sær út til at halda áfram. Tískil skulu vit ikki rokna við stórum neyðugum útreiðslum innan hetta økið komandi árini.
Talið av pensjónistum (her roknað sum 65 ár og eldri) liggur í dag um góðar 6.000 og roknast kann við knøppum 8.000 pensjónistum í 2015. Umleið ár 2035 er talið av pensjónistum komið á hæddina við umleið 11.000 pensjónistum. Her er roknað við at livitíðin økist nakað sum frá líður. Talan er sostatt um eina stóra øking av fólkatalinum innan eitt øki sum ikki er væl útbygt í dag. Vit mangla jú sum kunnugt ellis- og røktarheim, sambýli og onnur tilboð til eldri, samstundis sum okkara pensjónskipanir ikki allar eru tíðarhóskandi.
Samanumtikið er størsta demografiska avbjóðingin, at vit í Føroyum ikki hava nøktandi skipanir til at taka okkum væl av okkara eldri fólki og hetta kann gerast ein størri avbjóðing fyri samlaða samfelagsbúskapin enn vit geva okkum far um í løtuni.
3. Oljuprísurin
Óvanliga stór semja er millum leiðandi serfrøðingar runt um í heiminum, at tíðarskeiðið við bíligari olju er av. T.d. lýsir oljufelagið Chevron-Texaco við fylgjandi tekstinum: 'the era of easy oil is over' og javnan eru greinar í vísindaligum tíðarritum við heitum sum "The end of cheap oil".
Íløgubankin Goldman-Sachs hevur júst hækkað sína meting av botninum fyri framtíðar oljuprísinum úr 45 upp í 60 dollarar fyri tunnununa, meðan IMF sigur, at oljuprísurin fer at vera høgur - ikki einans á stutt sikt, men eisini uppá longri sikt.
Tekin eru sostatt um, at samfelagið má venja seg við ein munandi hægri orkuprís, serliga tá talan er um olju - (hetta væntast tó at hava smittandi ávirkan á aðrar orkukeldur sosum tungolju, gass og kol).
Myndin vísir oljuprísin í tíðarskeiðnum 1946-2005. Svarta linjan (niðara linjan) vísir nominella oljuprísin, meðan reyða linjan (ovara linjan) vísir oljuprísin tá hædd er tikið fyri inflatiónini. Mynd 2.

Sum sæst, var oljuprísurin í 1979 umleið $38 meðan hann í juli 2005 var $52 fyri tunnuna. Vit kundu tí trúð, at oljuprísurin átti at hava elvt til eina búskapar-afturgongd eins og tað sum oljukreppurnar í 70unum evldu til. Men tá vit taka hædd fyri inflatiónini var oljuprísurin í 1979 $96,81 í dagsins prísum - tvs. at oljuprísurin í dag einans er helvtina av prísinum í 1979 tá hædd er tikin fyri inflatiónini. Hædd má eisini takast fyri, at búskaparvøkstur hevur verið, soleiðis at fólk í dag hava betur ráð til at gjalda meiri fyri oljuna enn í 1970unum og 1980unum. Harumframt eru nakrar aðrar orkukeldur komnar til í dag, sum gera okkum minni heft at oljuni. Samanumtikið skal oljuprísurin væntandi upp um $100 áðrenn vit kunnu rokna við eins stórari afturgongd sum við oljukreppunum í 1970unum.
Spurningurin er tó, um oljuprísurin fer at falla aftur ella um hann veruliga fer upp um $100. Her er tað at forsagnirnar frá serfrøðingunum siga okkum, at vit skulu rokna við einum munandi hægri oljuprísi enn í dag - summir siga at vit um nøkur ár fara at tosa um teir góðu gomlu dagarnar tá oljan einans kostaði $100 fyri tunnuna.
Nógvar ymiskar forsagnir eru gjørdar fyri, hvussu ymisku londini fara at merkja vaksandi oljuprísin. Flestu analysurnar taka støði í verandi samfelagsbygnaði og hyggja eftir hvussu einstøku vinnurnar og húsarhaldini verða rakt.
Nógvir serfrøðingar meta tó, at talan er um størstu avbjóðing móti heimsbúskapinum í nýggjari tíð. T.d. sigur oljuserfrøðingurin Dr. Colin Campbell, at talan er um eina størri avbjóðing enn menniskjan nakrantíð áður hevur staðið yvirfyri.
Eingin ivi er um, at flestu vinnurnar í Føroyum verða raktar av høga oljuprísinum - sjálvt um vit sjálvandi mugu vóna, at tað ikki verður eins ringt og ringastu forsagnirnar leggja upp til.
Av tí at talan er um eitt so álvarsligt evnið fyri komandi árini, er neyðugt at hyggja munandi betur eftir forsagnunum hjá serfrøðingunum um framtíðar oljuprísin og at meta um avleiðingarnar fyri føroyska samfelagið av vaksandi oljuprísi.
Niðurstøða
Vónandi gevur hetta álitið eina fatan av, at undirritaði ikki metir, at viðgerðin hjá Búskaparráðnum av partinum um búskaparvøkstur í Visjón 2015 hjá Landsstýrinum er nøktandi og í ávísan mun gevur eina ráðgeving sum er beinleiðis skeiv.
Tískil kundi undirritaði ikki taka undir við frágreiðingini.